Lundin at landi fríggjadagin

Tað hevur verið eiðasørt við lunda í ár. Lítið og einki hevur verið at sæð, nú vertíðin er hálvrunnin.

Fleygatíðin byrjar á Syftunsøku, 2. juli, og heldur fram til umleið 7. august.

 

Fríggjadagin, tá teir vóru á fjalli úti í Tindhólmi, var lundi tó at síggja.

 

- Hetta er fyrstu ferð í ár, at lundin tekur land. Fleiri hava verið úti í Tindhólmi í ár, men eingin hevur sæð lunda, sigur Jørgen Niclasen, sum var ein av fjallmonnunum fríggjadagin.

 

Men hóast lundin tók land fríggjadagin, so vóru eingi onnur positiv tekin.

 

- Har var eingin sildberi at síggja, og tað er vánaligt tekin, staðfestir Jørgen Niclasen.

 

At eingin sildberi er at síggja merkir, at lundin ikki hevur pisur.

 

Tað var upp á tal at friða lundan við lóg, men í staðin hava flestu grannastevnur samtykt at friða lundan í eitt ár, og so taka málið upp aftur næsta ár.

 

Myndina hevur Jørgen Niclasen tikið úr Tindhólmi, har tað var fitt av lunda at síggja, tá ið teir vóru á fjalli har fríggjadagin.