luftdystunum. Sum tað sæst er spælið gjørt til tær størru teldurnar, og minsta krav er eisini 133 Mhz við 32 MB RAM. Grafiskt Tað er sjálvandi eitt flott spæl. Grafikkurin er fyrsta floks. Tað er komið meiri [...] maskinu við 3D grafikkkorti og einum Pentium II sum motori, er tað meiri enn ein frægd at vera Wing Commander. Tað er heilt framúr. Kortini er ikki neyðugt við so stórari teldu. Ein 133 Mhz Pentium við [...] har tú stendur einsamallur móti øllum tí ónda. Tað einasta ein upp á longri sikt fer at leingjast eftir, er møguleikin at spæla við og ímóti øðrum. Tað er eingin multiplayer funktión í Wing Commander: Prophecy
hvussu veruliga er vorðið. Tað tykist at vera ein trúarsetningur, at Føroyar eru og skulu vera danskar.« Og júst hetta, at danir hava ilt at skilja, at vit eru føringar og ikki danir ger, at teir hava ilt [...] avgerandi, at vit finna okkum onnur skúlaverk at samanbera við enn tað danska. Vit eiga eisini at syrgja fyri, at skúlaverkið leggur seg eftir at menna tað, sum er sermerkt fyri mentan okkara og at leggja dent [...] skal tó ikki skiljast so, at eg eri ímóti, at vit gerast fræls tjóð, sjálvandi eri eg ikki ímóti tí. Men hetta eigur ikki at henda í morgin ella næsta ár. Hendir tað, so eigur tað at verða so við og við, tí
yrkisleikari er ikki bara ein dansur á rósum. Tað er hart arbeiði sum alt annað, og tað merkist, at kappingin er hørð, men Julian sigur, at hann er fallin væl til í nýggja umhvørvinum. ? Tað fer sjálvandi [...] norskum bløðum er hann væl nøgdur við innkeypini, ikki minst tað føroyska. ? Hann er væl nøgdur við fysikkin hjá mær og sigur eisini, at tað tekniska ikki er so galið, sum eg sjálvur vil gera tað til, sigur [...] ellir, at tað kann gera tað sama, sigur hann. ? Hinvegin haldi eg, at møguleikarnir fyri góðum úrslitum eru størri enn nakrantíð. Eitt land sum Estland eiga vit at vinna, og eg haldi eisini, at vit kunnu
solventur tá umbýtið fór fram, og at honum tí tørvaði pening. Hetta kann bert tulkast soleiðis, at nýggi stjórin heldur, at tað er uppgávan hjá Fíggjareftirlitinum at tryggja eina rætta virðisuppgerð í [...] Orsøkin til at Henrik Bjerre-Nielsen skrivaði brævið til Búskaparmálaráðið er, at hann ynskir at fáa greiðu á hvørjum rammum stovnurin skal virkað undir í framtíðini. Hetta verður gjørt fyri, at eingin ivi [...] tí kroystir til at taka skjótar avgerðir á meira røttum grundarlag. Tað hevur sambært donskum fjølmiðlum verið siðvenja, at Fíggjareftirlitið hevur vent blindað eygað til, í teirri vón at ein loysn verður
nakað nærri um nær tað verður. ? Mær dámar best um eg kann halda tað eg lovið. Eg lovaði at vit lótu upp 2. februar 1998, og tað helt. Vit fara út við vinnutryggingum í ár, men tað er ikki avgjørt nær. [...] Christian Nielsen. So tað er kanska ikki so løgið, at lagið er gott. Hvørjar eru so framtíðarætlanirnar fyri felagið? ? Í framtíðini er ætlanin at fara undir eitt nú vinnutryggingar, men eg kann ikki siga nakað [...] bæði fyri at teknað tryggingar, men eisini til móttøkuna, fyri at heilsa upp á starvsfólk og leiðslu í felagnum. ? Tað var sera stuttligt at vera við til. Eg hevði ikki sett vónirnar so høgt, men eg kann siga
15-10. Hetta er eitt av sermerkjunum hjá Mjølni. Teir kunnu gott vera aftanfyri, men duga so øgiliga væl at koma aftur í aftur. Teir hava eitt sterkt lið, men teirra avgjørdi fyrimunur er, at teir eru so [...] leikarar, so tað skuldi verði lagað manni at skift spælið meira javnt ímillum allar. Tað ger tað eisini torførari hjá mótstøðuliðunum at spæla ímóti teimum. Annars frætta vit úr Klaksvík, at hjá Mjølni vóru [...] hjá Fram er, at teir dúva ov nógv uppá spælið hjá Sigmundi av Teigum. Úr Klaksvík verður sagt, at Sigmund ikki hevði ein av sínum bestu døgum, og tá vísir tað seg sum hinir aftra seg við at taka ábyrgd
Eisini peningaliga sæst tað aftur, at spælarar fara uttanlands at spæla. Páll sigur, at flestu spælararnir í Leiftri høvdu 2+1 ára sáttmálar, og at tað hevur givið væl í peningakassan at selt hesar spælararnar [...] Fyritreytirnar við at vera venjari her og at vera venjari hjá landsliðnum eru sera ymiskar, sigur hann og sipar m.a. til, at sum venjari hjá einum felag kanst tú fáa spælarar úr øllum pørtum av heiminum á sama [...] Hetta fyribrigdið við at leiga spælarar út er rættiliga vanligt í Íslandi, og tað kemur bæði spælarunum og íslendskum fótbólti sum heild til góðar. Páll Guðlaugsson sigur, at tað sæst týðiliga, tá ein
Og tað er púra misskilt at halda, at okkara uppskot um sjálvstýrislóg fer at kollvelta samfelagið. Tí tað er ikki politiskur meiriluti fyri Tað er ov lætt sloppið av Óla Breckmann at siga, at vit skulu [...] ikki. Tí er tað avgjørt neyðugt at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danir og fáa greiði á teimum. Og eg haldi, at tað er neyðugt at vit sjálvi taka stig til tað, áðrenn danir krevja tað av okkum [...] Heinesen segði, at avleiðingin av heimastýrislógini er, at Føroyar fóru á húsagang. Tað eru ikki danir sum hava skyldina av hesum, tað hava vit okkara skyld í. Tað, sum er hent er ,at nú er danskur politikkur
almannastjóri? - Tað er torført at siga í løtuni. Eg havi játtað at sita í hesum starvi til bygnaðarbroytingarnar eru lidnar. Hvussu langa tíð tað tekur, veit eg ikki, men eg vóni at tað verður innan eina [...] Almannastovuni. - Eg veit, at hetta er ein ógvuliga útsettur postur, men eg taki tað sum eina avbjóðing. Bert tíðin kann vísa, hvussu tað fer at ganga, sigur Jóan Hendrik S. Samuelsen. Hann er 42 ára gamal [...] upphæddir at arbeiða við. Umleið 900 mió. krónur fara um Almannastovuna árliga. Tað er kortini neyðugt at gera ábøtur, fyri at fáa sum mest fyri peningin, eins og arbeiðið skal rationaliserast, fyri at sleppa
frammi. ? Og tað eru fleiri av hinum bátunum, sum hava sagt, at teir eisini fara at fáa sær internetsamband, sigur Sámal Jacobsen. Er tað onkur, ið ynskir at senda e-mail til Sólborg, so er adressan hendan: [...] At tøknifrøðin er í stórari menning, er internetið eitt gott dømi um. Gjøgnum internetið ber til at samskifta skjótt, væl og lætt, hvar á jørðini - ella í rúmdini um tað skal verða - tú ert staddur. Seinasta [...] Av tí at Sólborg hevur teknað seg sum haldara av Internet-Sosialinum, ber tað nú eisini til hjá teimum umborð á Sólborg at lesa tíðindi í Sosialinum hvønn dag - nær á samdøgrinum tað skal vera. Tøkniliga