farin út á høgra vong, meðan bróðurin, Christian R. Mouritsen, er fluttur inn á sentrala miðvøllin. 76min.: Liðini flyta bæði bóltin væl á miðjum vølli, men tey eru lítið avgjørd í síðsta triðinginum á vøllinum [...] burturúr. HB misti møguleikan at arbeiða seg inn á oddaliðini og er á fimta plássi við 29 stigum, meðan Víkingur nú við 34 stigum hevur lagt seg undir liðina á KÍ. Klaksvíkingar hava tó betri málúrtøku og [...] HB, sum í løtum legði stórt trýst á, men teir vóru óneyvir í atsóknum sínum. Eitt gott korter inn í seinna hálvleik var Símun Samuelsen sentimetrar frá at leggja HB á odda, tá ið hann úr vinstru í feltinum
teir hava á pappírinum torførari uppgávu á skránni hesa ferð, enn vágbingar hava. VB skal spæla í Miðvági, meðan HB skal spæla á Svangaskarði. B68 sigurin á KÍ bar við sær, at toftamenn við sigri á HB kunnu [...] verður á ólavsøku. B36 fylgir við Toppdysturin hetta vikuskiftið var í Gundadali. B36 vann 3?2 á VB, og harvið staðfestu teir í árstalsfelagnum, at í løtuni eru teir einasta veruliga boðið upp á avbjóðara [...] vøllinum. GÍ vann á heimavølli 4?0 ímóti EB/Streymi. Í triðja umfarinum vann GÍ 3?2 ímóti HB liði, sum allar 90 minuttirnar var fullmannað í Gundadali, men í fjórða umfarinum var ostaskorpan aftur á lofti. B36
eitt ár á skúlanum. Teimum dámar væl, og trivnaðurin er góður. Sosialurin hittir tær á kamarinum hjá Nicolinu. Hon hevur felagskamar saman við gentum úr Svøríki, Albania, Kina og Etiopia. Her á skúlanum [...] roynt at komið inn á United World College. Higartil hava bert føroyskar gentur verið á skúlanum í Fjaler. ? Nú er uppá tíðina, at føroyskir drongir gera meir um seg og royna at koma á United World College [...] Fjaler í Noregi Jógvan Hugo Gardar Aftan fyri tað heldur langa navnið, Red Cross Nordic United World College, liggur ein óvanligur studentaskúli. Her hittast ungdómur úr meir enn 80 tjóðum. Á hvørjum ári sleppur
presti. Langafríggjadag kl. 11 Gudstænasta á Glyvrum, kl. 18 Møti ? Anna Hentze innleiðir. Páskaaftan kl. 20 Gudstænasta á Glyvrum. Páskadag kl. 11 Gudstænasta á Glyvrum, kl. 18 Møti ? Klæmint Tausen innleiðir [...] er fríggja-, leygar-, sunnu- og mánadag frá kl. 19-21 á tlf. 508030. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur ? Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta
álit á Tórbjørn Jacobsen eftir harða og ósømiliga stríðið teirra millum fyri góðum tveimum árum síðani saman við ymsum øðrum óhepnum viðurskiftum. Nú er tað Annita á Fríðriksmørk, sum er varafólk á fólkatingi [...] frægari umboðar á tingi – og tað kann merkja, at vit fara at hava einar 10-12 kvinnur á tingi eftir løgtingsvalið. At enda kunnu vit draga ta niðurstøðu, at tað verður valla tann stóra broytingin á komandi l [...] men stóð í stað á 25,4%. Hetta tykist at vera magiska markið hjá Tjóðveldisflokkinum – og tað hevur víst seg, at meðan flokkurin klárar at mobilisera til eitt fólkatingsval, so stendur á til løgtingsval
tað. Løgini eru flest øll okkurt slag av siðbundnum fólkarokki. Onkuntíð rokkar hann, sum á løgunum »Lending« ella á »Onnur Eygu« í øðrum løgum, sum »Ballada no. 2«, »Aftur í Mammu Sína« og »Summarsangur« [...] tíðina gott. Sum sagt, eru tvey instrumental løg á fløguni, av teimum stendur serliga »Slider« sterkt. Eitt fangandi og festligt lag. Ektaður upplestur Á átta skerðingum lesur Tóroddur Poulsen yrkingar [...] yrkingunum, men undirstrika stemningar. Sjey av hesum skerðingum eru savnaðar á triðju fløguni. Hetta er ektað. At tað er savnað á eini serstakari fløgu ger, at tú kanst goyma fløguna til løtur, har tú hevur
Ungdómsmøti á Brekku 3. Í Hoyvíkar skúla: Sunnumorgunin kl. 10.30 á familjumøtinum er evnið »Læran í samkomuni«, Símun Absalonsen talar. Kl. 11.30 Steðgur við drekka. Kl. 12.00 Tilbiðjanarmøti har Jógvan Z talar [...] Søldarfjørður Siloakórið luttekur á fundunum sunnukvøldið. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringarnir í Runavík og á Strondum koma saman til hugnaløtu í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum mánakvøldið kl. 19.30 [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta
Meinhard Bjartalíð Sjóvar kirkja: kl. 12.00, Jógvan Fríðriksson Selatrað: kl. 17.00, altarg., Jógvan Fríðriksson Gøta: kl. 12.00, altarg., Martin R. Jacobsen á Húsum: kl. 12.00, altarg., Hans Eiler Hammer [...] Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudagsskúli á Norðasta Horni. Einki møti sunnukvøldið. Lívdin Fríggjakvøldið kl. 20.30 Ungdómsmøti á Brekku 3. Í Hoyvíkar skúla: Sunnumorgunin kl. 10.30 á Familjumøtinum er evnið »tilbiðjan [...] 45 Enskt á byrjunarstigi 2, Àsmundur V. Johannesen kl. 14-17 Telduprát, vegleiðing á staðnum kl. 14-16 Boccia í kjallaranum, Alma Poulsen. Vit venja til kappingina, ið verður 18. mars á Nabb. Øll
Mankórið hevur havt at vera við. T. d. Knút Olsen og Sunnleif Rasmussen. Stovnanin: Á heysti 1986 varð Tórshavnar Manskór sett á stovn. Stigtakararnir vóru Kári av Reyni, sáli og Bjarni Restorff, kórleiðari [...] Bjarni hevur lisið tónleik á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, við klaveri og kórleiðslu sum sergrein. Bjarni er ein av nýggja ættarliðnum av kórleiðarum, sum hevur havt stóra ávirkan á kórlívið í Føroyum. Eitt [...] ferð kórið sang alment, var á konsert hjá harmoniorkestrinum GHM í Norðurlandahúsinum í 1987. Síðan tá hava sangtiltøkini verið mong, íalt eini 300. Jarðarferðir, jólaløtur á Lágargarði, fimleikaframsýningar
av Skipanesi. Sum flestu føroyingar tá í tíðini kom hann at balast á sjónum stóran part av lívinum. Hann var við “Lizzie”, sum Jógvan á Høgabóli førdi, síðani var hann við skyldmonnunum í Rituvík - við [...] minuspreingini á Eysturlandinum tók ikki dirvið frá honum, og stutt eftir fór hann við “Suðuroynni” hjá Tórfelagnum. Veturin 41/42 tók Petur skiparaprógv í Havn og annars silgdi hann stríðsárini á tamb. Eftir [...] seiglívað søga gongur um, at Petur, ein dagin hesin russarin, hann var við, lá úti á Molanum í Havnini, varð biðin um at koma niðan á Marinustøðina at tosa við amerikanskar og danskar myndugleikar og fregnart