ANALYSA
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Vit hava í blaðnum í gjár roynt at mannað løgtingið út frá fólkatingsvalinum.
Hetta er rættiliga áhugavert – og stuttligt soleiðis reint matematiskt. Men veruleikin er kortini tann, at fólk velja ikki á sama hátt til løgtingsval sum til fólkatingsval.
Í blaðnum í gjár analyseraði Jan Müller møguleikan, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldið kunnu fáa reinan meirluta – og harvið skipa samgongu eftir løgtingsvalið komandi.
Býtið millum teir stóru flokkarnar var rættiliga javnt. Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin sjey umboð og Sambandsflokkurin og Tjóðveldið átta umboð.
Hetta er myndin, so sum hon hevur verið, síðani Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og serliga Tjóðveldið komu fyri seg eftir kreppuna, sum fór serliga illa við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum.
Tað var nýggja Tjóðveldið hjá Høgna Hoydal – fyrst sum skipað loysing, síðani sum fullveldi – sum gav Tjóðveldisflokkinum vind í seglini. Onkur helt, at hetta var eitt upplop, men tað vísir seg kortini, at flokkurin heldur støðuna, nú nærum tíggju ár eru liðin, hóast flokkurin varð settur á eitt síðuspor fyri síðsta løgtingsval.
Í Føroyum kenna vit ikki til blokkpolitikkin, sum er so greiður í øðrum londum. Sagt verður, at tað er tjóðskaparliga tvístøðan, sum er orsøkin – kanska tað heldur er politiska tilvitskan, sum ikki er á sama støði í Føroyum?
Tað hevði annars verið áhugavert, um vit framman undan einum løgtingsvali kundu vitað, hvørjum flokkum ”okkara flokkur” fór at samstarva við – og at løgmansevnini vóru greið frammanundan.
Neyvan tvíflokkasamgonga
Spurningurin um eina tvíflokkasamgongu kann sjálvandi gerast aktuellur, um nú Tjóðveldið og Sambandsflokkurin fáa ta framgongd, sum onkur vil spáa. Men vit eiga at geva gætur, at Tjóðveldið onga framgongd hevði til hetta valið – men stóð í stað á 25,4%. Hetta tykist at vera magiska markið hjá Tjóðveldisflokkinum – og tað hevur víst seg, at meðan flokkurin klárar at mobilisera til eitt fólkatingsval, so stendur á til løgtingsval, t. d. við síðsta løgtingsval, tá flokkurin ”bara” fekk 21,7% og var aftan fyri bæði Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Hesaferð gekk Sambandsflokkurin 2,1% fram.
Tað kann lættliga henda til komandi løgtingsval, at eingin av teimum stóru flokkunum stingur seg serliga fram um nakran annan.
Tað er ein tingsessur meira at stríðast um, nú tingmannatalið er hækkað til 33. Hendan sessin fekk Javnaðarflokkurin, um vit brúka fólkatingsvalið sum veljarakanning. Um tingmannatalið varð óbroytt, so fekk Javnaðarflokkurin bara seks tingsessir, og tað eigur at geva løgmanni og hansara fólki stoff til eftirtanka.
Vit eiga eisini at hava í huga, at stóra framgongdin hjá Miðflokkinum lættliga kann gerast enn størri til løgtingsvalið, og tann triði tingmaðurin hjá teimum má so takast frá einum av teimum stóru. Sum støðan var við fólkatingsvalið, er tað síðst valdi hjá Javnaðarflokkinum, sum stendur uttast – men ein flyting upp á 12 atkvøður frá Fólkaflokkinum kann broyta hetta.
Sitandi løgmaður hevur góða posisjón
Hinvegin, so stendur løgmaður á ein hátt kortini sterkur eftir eitt komandi løgtingsval, um úrslitið líkist hesum fólkatingsvalinum. Løgmaður er eisini løgmaður aftan á valið, og um hann framvegis hevur meirilutan aftan fyri seg – og flokkarnir eru sinnaðir at halda fram, so gera teir tað. Tað er ikki neyðugt við nøkrum samráðingarumfari, og vit eru komin frá tí, at størsti flokkurin altíð eigur initiativið. Hetta er júst tað, sum hendir í Danmark í hesum døgum, har Andres Fogh Rasmussen kann halda fram, tí hann varðveitti meirilutan. Vilja flokkarnir halda fram – men fara at stríðast um løgmanssessin, so kann løgmaður gera onkra fintu, so annaðhvørt Sambandsflokkurin ella Fólkaflokkurin endar úti í andstøðukuldanum. Her kann ein taktiskur sitandi løgmaður vinna nógv, hóast hann kanska ikki er komin serliga væl burtur úr einum løgtingsvali. Í øllum førum kunnu vit taka sum givið, at samgongan framvegis hevur ein trivaligan meiriluta á tingi eftir komandiløgtingsval.
Misjavnt hvussu floksskifti hepnaðust
Hjá teimum smáu flokkunum var tað serliga Karsten Hansen, sum var áhugaverdur. Floksskiftið úr Tjóðveldinum í Miðflokkin hevur styrkt hann somikið, at hann uttan iva verður valdur á komandi løgtingsvali. Tað er eisini sera heppið fyri hann, at Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, tí hann hevði valla klárað ein umdømisvaldan tingsess í Norðoyggjum – men fær nógv meira burtur úr kring alt landið. Miðflokkurin kann rokna við at vinna triðja mannin – annars verður tað Bill Justinussen – ella kanska Jenis av Rana, sum má lúta.
Tað var taktiskt ikki so smart hjá Kára P. Højgaard, at hann ikki stillaði upp til fólkatingsvalið. Úrslitið kann lættliga gerast, at tað verður Kári á Rógvi, sum fer av stað við tingsessinum, og lítið bendir á, at Sjálvstýrisflokkurin fær fleiri sessir – men eitt lítið frábrigdi kann broyta hetta. Floksskiftið hjá Rúnu Sivertsen var nokk ikki so heppið. Tvær týðandi fyritreytir hjá henni í Fólkaflokkinum eru broyttar: Jógvan við Keldu stillar ikki upp, og Føroyar eru vorðnar eitt valdømi. Hon fekk 145 atkvøður hesaferð, og tað er nokk til eitt 10. pláss, um tað var á fólkaflokslistanum – og tað hevði givið henni ein tingsess, tí tríggir, sum eru framman fyri hana, sita í landsstýrinum, so her kann man tosa um ein boomerang.
Høgni slapp av við Tobba
Tað er kortini nógv í hesum fólkatingsvalinum, sum gevur flokkunum nógv at hugsa um.
Høgni Hoydal stendur sterkari sum leiðari fyri hvørt val – har er eingin, ið hóttir hann. Tórbjørn Jacobsen fór langt aftur í røðini, og tað er heppið fyri Høgna Hoydal – tí tað skerst ikki burt, at Høgni Hoydal hevur alla grund til ikki at hava álit á Tórbjørn Jacobsen eftir harða og ósømiliga stríðið teirra millum fyri góðum tveimum árum síðani saman við ymsum øðrum óhepnum viðurskiftum. Nú er tað Annita á Fríðriksmørk, sum er varafólk á fólkatingi – og tað kann væl henda, at boð verða eftir henni.
Jørgen Niclasen livdi upp til álitið, hóast flokkurin misti nógv.
Kaj Leo Johannesen er framvegis ikki komin á toppin, og tungvektarin Edmund Joensen, sum varð frákoyrdur sum floksformaður, tykist yvirliva báðar formenninar, sum hava tikið við eftir hann. Tað er ikki gott fyri sitandi formannin – hóast hann valla skal vænta sær kapping frá Edmundi um formanssessin.
Profilurin manglar hjá Javnaðarflokkinum
Javnaðarflokkurin hevur eisini ein stóran trupulleika við sínum toppkandidati. Jóannes Eidesgaard hevur við tvey tey seinastu fólkatingsvalini sett met í lágum atkvøðutali. Vit skulu helst aftur í fyrru helvt av síðstu øld fyri at finna eitt høvuðsvalevni til fólkatingsval hjá Javnaðarflokkinum, sum fekk undir 1.000 atkvøður. Her hjálpir hvørki formans- ella løgmanseffektin – so tað má merkja okkurt. Tað skal tó sigast, at Jóannes Eidesgaard eisini eigur toppmetið í atkvøðum hjá Javnaðarflokkinum, 3676 atkvøður, sum hann fekk, tá hann fall í 2001.
Kappingarneytarnir hjá løgmanni, Helena Dam á Neystabø og John Johannessen mistu eisini atkvøður. Helena Dam á Neystabø hevur tó helst fingið fótafestið í Javnaðarflokkinum nú, hóast hon hevur havt og framvegis hevur mótstøðu innanfloks eftir álvarsliga brotið við Javnaðarflokkin í 1990, tá hon fór upp í Sjálvstýrisflokkin. Nógv bendir á, at hon vinnur ein tingsess til komandi val.
Sum uttanfyristandandi eygleiðari kanst tú eftirlýsa, at flokkarnir leggja størri orku og størri professiónalismu í floksapparatini. Flokkarnir mugu geara floksorganisatiónina til tann veruleikan, sum m. a. er, at pengar skulu til – og so mugu valevnini í størri mun fara út í felag við einum felags boðskapi – ella við ávísum greiðum profilum, sum flokkurin ynskir at koyra fram. Tað tykist í stóran mun sum um hvør koyrir í sínum lag.
Alfred Olsen løgtingsformaður
Fólkatingsvalið staðfestir, at kvinnurnar verða frægari umboðar á tingi – og tað kann merkja, at vit fara at hava einar 10-12 kvinnur á tingi eftir løgtingsvalið.
At enda kunnu vit draga ta niðurstøðu, at tað verður valla tann stóra broytingin á komandi løgtingsvali. Kanska okkurt mandat flytir millum samgonguflokkarnar, sum kann gera Sambandsflokkin til størsta flokkin – men samgongan varðveitir uttan iva sín stóra meiriluta á tingi.
So er spurningurin, hvussu teir tríggjar flokkarnir vilja býta ábyrgdarøkini, um teir velja at halda fram. Um Javnaðarflokkurin skal varðveita løgmann, so verður tað helst Fólkaflokkurin sum má lata triðja landsstýrissessin til Sambandsflokkin, sum fær tríggjar landsstýrismenn, løgtingsformannin og kanska formannin í fíggjarnevndini við. Skulu vit skjóta, so er Alferd Olsen eitt boð upp á komandi løgtingsformann.