fortelur eisini, at hon áður hevur upplivað, at falskar útgávur av henni, ið eru framleiddar við vitlíki, ið bera borð um, at hon stuðlar Donald Trump; nakað, sum hon ongantíð hevur sagt. - Tí kom eg til niðurstøðuna [...] niðurstøðuna, at eg má vera meira gjøgnumskygd um mínar veruliga ætlanir sum veljari til komandi forsetaval. Lættasti hátturin at berjast ímóti skeivum upplýsingum er við at siga sannleikan, skrivar hon. Taylor [...] boðað frá, at hon stuðlar demokratiska valevnið, Kamala Harris, til komandi forsetaval, sum verður í USA í november. “Eg stuðli Kamala Harris og Tim Walz til forsetavalið 2024” skrivar hon. Hon fortelur
hann aftur og aftur fekk avslag. Vit royndu at grundgeva fyri, at henda umsókn og vilji at rinda hekk saman fíggjarliga, eins og trygdin ikki var nakað ivamál og at enda fekk viðkomandi játtað lánið og keypti [...] tíðina. Tað er ikki avgerandi fyri fólk um tað sita 35 fólk í umboðsráði og velja eina nevnd – tí hvat skal nevndin og hvatverða nevndarførleikarnir mettir út frá? At verja um status quo er ikki stóra kynstrið [...] siga lítið, tá boð er eftir nýhugsanum, konstruktiviteti og at møta kundunum í tí samskifti og tí tilboði, sum kundunum tørva. Og sum tørva í Føroyum í dag, har húsaumsetiligheitin er sera ymisk millum
væntar, at listin verður fyltur at síðsta uppstillingarfundi í kvøld Tað sigur Jan Vestergaard, sum er formðaur í Havnar Framburðsfelag. – Tað er ringt at fáa fólk á listan, og tí fara vit at mæla til [...] umboðar nú Tjóðveldi í býráðnum. Hon hevur boðað frá, at hon ikki stillar upp til býráðsvalið hesaferð, tí hon fer at taka sær av løgtingsarbeiðinum burturav. [...] til, at nevndin sleppur at seta tey síðstu nøvnini á listan, hóast talan er um triðja uppstillingarfund, sigur Jan Vestergaard. Spurdur um Bogi Andreasen, sum tvær ferðir er valdur í býráðið fyri Fólkaflokkin
sigur aðalskrivarin hjá Redningsselskapet, Grete Herlofson. Hon leggur dent á, at hagtølini týðiliga vísa, hvussu týdningarmikið tað er, at null-hugsjónin, sum stjórnin samtykti í august í fjør, verður [...] í ár. Fyrr í summar eru tilsamans 25 fólk druknað, soleiðis at samlaða talið av teimum, sum lótu lív í druknivanlukkum í Noregi í summar, er 39. Tað vísa hagtøl hjá norska Redningsselskapet, sum www.k [...] Yngsti persónurin av hesum var í 20-unum og hin elsti í 80-unum. Tølini hjá Redningsselskapet vísa, at tíggju av teimum, sum lótu lív í samband við nýtslu av frítíðarbáti, vóru menn, sum vóru seksti ár
Maskinmeistarafelagnum fegnast tey um, at samráðingarnar við FAG hava gingið væl og skjótt; men tó ikki skjótari, enn at partarnir eisini hava givið sær stundir at gera týdningarmiklar og prinsipiellar [...] tríggir mánaðir síðan, at tann gamli sáttmálin gekk út, og hevur nýggi sáttmálin gildi frá 1. juni. Við virknaði frá tí degia hækkar lønin 4,32 prosent og fyrsta juni næsta ár hækkar hon við 3,87 prosentum [...] Leikluturin hjá Maskinmeistarafelagnum verður at ráðgeva hesar leiðarar og serfrøðingar í setanartilgongdini og í teirra individuellu lønarsamráðingum. - Hetta er ein nýggj áseting, sum hevur stóran prinsipiellan
manninum, trónuarvinginum William prinsi. - Meðan summarið er farið at halla, er tað torført hjá mær at lýsa, hvussu stórur lætti tað er hjá mær at endaliga vera liðug við kemoterapiina. - Seinastu níggju [...] var í mars, at Kate prinsessa deildi við almenningin, at hon hevði fingið staðfest krabbamein. ##med2## Fráboðanin kom eftir at hon hevði verið skurðviðgjørd í magaøkinum aftur í januar. Tað er tó ikki komið [...] krabbameini hon fekk staðfest. Tað hevur bretska kongshúsið heldur ongar ætlanir um at gera nú, sambært Sky News. - Tað er nú mítt fokus at gera tað eg kann fyri at vera krabbameinsfrí, sigur hon og leggur
býráðið seinast, roynt at ávirka soleiðis, at raðfestingar og krónur koma norður um Hórisgøtu aftur. Tað er avmarkað, hvat man fær gjørt, tá man ikki er valdur, men umráðandi er at vera treiskur og áhaldandi [...] mannagongdirnar. Kollfirðingar standa ikki saman, verður ofta tikið til, men eg haldi, at hetta er broytt. Mín greiða fatan er at halda politikk og ítrottin so fráskildan sum gjørligt, men ítrotturin seinastu [...] standa saman. Tá ið vit standa saman, kunna vit alt, og er hetta mítt evsta aðalmál. Nógv er farið at ganga rætta vegin, men vit hava tørv á at málsetingar eisini verða settir frá okkara síðu. Gera neyðugu
landi. Tey hava eina vón um at – yvirliva... Ímynda tær ein norskur ráðharri hevði sagt tað sama. Vit vóna at – yvirliva... Orsøkin til hesar døpru vánir er, at hóast Armenia er elalítið – á stødd við Jútland [...] kona, sum segði, at tá tey hoyrdu skotini hjá fremmandu soldatunum, runnu tey beint avstað – men hon fylti eina krukku við heimlandsins mold, sum hon hevði við sær allan vegin. Hon vónar at kunna hava hana [...] Vit lova honum ikki inn. Vit fara heldur ikki út at hjálpa honum. Í staðin fara vit út at tosa við brotsmannin – og keypa olju frá honum. Sannleikin er, at vesturlendska siðmenningin hevur verið fyri einum
valið, tekur hon av. Hon vísir á, at nú hon hevur luttikið í býráðsarbeiði hesi árini, er hon slett ikki í iva um, at hon saktans hevði megnað borgarstjórasessin eisini. Hon vónar sjálvsagt, at Javnaðarflokkurin [...] áður hevði havt. At valið tó skuldi gerast so gott, gjørdi hana ikki sørt ovfarna. Signhild V. Johannesen sigur, at hon er spent til kommunuvalið komandi, og hon letur ongan iva vera um, at stendur borga [...] seinasta vali. Hon vísir á, at samstundis, sum hon næstan tvífaldaði sítt atkvøðutal í 2020, misti Jógvan Skorheim næstan helmingin av sínum atkvøðum. - Undan valinum í 2020 merkti eg væl, at eg hevði fleiri
Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, er tað lægsta síðan 2004. Meðan burðaravlopið var 300 í 2004, er tað í løtuni 161, sigur Annika Olsen. Hon sigur víðari, at somuleiðis eru tekin at síggja millum [...] millum tey ungu, at tey í størri mun ynskja at fara av landinum at lesa. Í kanning, sum Glasir gjørdi í vár, vísti tað seg, at 60 % av teimum ungu ynskja at fara av landinum at lesa eftir lokna studentaútbúgvning [...] nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt? Í viðmerking til fyrispurningin vísir Annika Olsen á, at fólkavøkstur og búskaparvøkstur hanga neyvt saman, og tí er tað umráðandi, at vit sum samfelag