Góðu kollfirðingar
Hetta árið er meira enn hálvrunnið, og vit eru farin inn í september.
Mikkjalsmessa og skurðfjøllini standa fyri durum. Ein háárstíð í Føroyum nærkast. Hon er stundum strævin, men tó hugnalig og nógv gleða seg.
Tað er valár, og eitt annað, ið nærkast, er 12 november tá kommunuval verður.
Fyri okkum í Kollafirði er hetta sera týðandi.
Vit eru størsti útjaðari í høvðusstaðarkommununi.
Vit verða nevnd longsta bygd í Føroyum og eiga tí at verða sjónlig í hesum samstarvi.
Meiningarnar eru uttan iva fleiri, hvat kundi verið gjørt ørvísi. Í politikki snýr tað seg nógv um taktik, men eina mest um raðfestingar og tað eisini her.
Tað eigur at verða fyrimunirnir í samstarvinum, og tær loysnir, ið finnast skulu, ið fylla dagsskránna.
Tíðin er komin til at okkurt verður gjørt við hetta.
Eftir fleiri áheitanir havi eg tikið endaliga støðu til at bjóða meg fram sum valevni til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.
Eg havi roynt hetta tvær ferðir áður. Fyrstu ferð í 2012 og aftur í 2020.
Eg havi altíð havt áhugað fyri politikki, og havi hóast eg ikki bleiv valdur inn í býráðið seinast, roynt at ávirka soleiðis, at raðfestingar og krónur koma norður um Hórisgøtu aftur.
Tað er avmarkað, hvat man fær gjørt, tá man ikki er valdur, men umráðandi er at vera treiskur og áhaldandi. Hóast eg ikki havi sitið í býráðnum, haldi eg meg hava gjørt mun og kenni til mannagongdirnar.
Kollfirðingar standa ikki saman, verður ofta tikið til, men eg haldi, at hetta er broytt. Mín greiða fatan er at halda politikk og ítrottin so fráskildan sum gjørligt, men ítrotturin seinastu tíðina hevur um nakað víst, hvat vit eru før fyri, tá ið vit standa saman. Tá ið vit standa saman, kunna vit alt, og er hetta mítt evsta aðalmál.
Nógv er farið at ganga rætta vegin, men vit hava tørv á at málsetingar eisini verða settir frá okkara síðu. Gera neyðugu avtalurnar, sum partarnir skulu halda seg til. Eg meti meg hava røttu førleikarnar og orkuna til, at føra hesa ábyrgd fram á leið.
Hjartamál og annað havi eg longu skrivað um seinast, og fari eg næstu tíðina at taka aftur í aftur fleiri av hesum, og okkurt verður uttan iva lagt afturat.
Tað eru stórmál fyri framman.
- Eldradepilin og eldraøkið
- Bústaðir á Signabø/Oyrareingir, Líðini, Í miðstaðnum og Norðuri í Sundunum
- Skipað kommunala miðstaðin í bygdini, skúli, barnagarður, frítíðarskúlin, ítrottarhøllin og læknahølini.
- Hvussu fáa vit sløkkiliðnum neyðugar umstøður
- Havnarøkið má skipast
Hetta eru tey størstu úr rúgvuni, og tað snýr seg um raðfestingar. Eg vil arbeiða fyri at vit fáa maksimalt úrslit.
Við at verða røddin úr Kollafirði meti eg meg eisini verða hóskandi rødd fyri allar útjaðarar í kommununi. Vit hava nógv til felags. Vit vilja kenna okkum sædd og hoyrd, hóast jarðfrøðiligu frástøðuna.
Ting taka tíð, men við miðvísari framgongd koma vit á mál, og fari eg at stremba eftir at nøgdsemið hjá útjaðarinum fær ein píl upp.
Eg eri kollfirðingur og tín rødd í Tórshavnar Býrað, setur tú krossin við meg 12 nov. 2024
Bergur Robert Dam Jensen