ættaður úr Gásadali og Anna Margreta, sum var ættað av Skælingi. So hendi tað, at tey mistu mammuna í 1897. Tá sat abbi eftir við átta børnum. Onkur av teimum vóru tó tilkomin. Elias fór so til Sandavágs at [...] pakka heim. Men tú skal líta á, at eg skal nokk senda tær ein, tá ið vit koma onkunstaðni inn aftur. Tú skalt heilsa mammu tíni frá pápa og siga, at hann leingist so grúiliga illa eftir at koma heim til [...] pápa og góðu kæru mammu tíni eisini. Pápi leingist heim til tykkum øll, men tað gerst ikki við. Neptun má vera full av fiski, áður enn vit sigla heim. Vinarlig heilsa frá pápa tínum Óla Jákup --------
undir meginpartin av strekkinum. Vit fingu kortini lív í hann aftur, men hann var veikur og lá í koyggjuni restina av túrinum heim. Heilsan fór hjá honum. Mortan var seinarti maður av skipinum. Eg síggi [...] farin úr húsinum hjá okkum. Men tíbetur øll komu undan við lívinum. Geri av at fara til Íslands Móti endanum av krígnum gjørdi eg av at fara til Íslands at royna eydnuna har. Farið varð við Knørri til Ve [...] gjørdist lastaformaður, og sigldi við teimum í heili seks ár. Fleiri av manningini høvdu verið í kríggi, og hetta hevði sjálvsagt ávirkað sinnið teirra, men vísti tú teimum beinan vegin, hvar skápið skuldi
málsetningar. Í staðin var røðan ein long røð av uppramsing av ymsum, ið arbeitt verður við úti í aðalráðunum. Fleiri av málunum eru mál, ið vórðu sett í gongd av undanfarnum samgongum, og enn eru á listanum [...] arbeiðir víðari við fleiri av málunum, ið undanfarnu samgongur settu í verk – eitt nú Marknagilsdepilin og vardir bústaðir í Norðoyggjum og Eysturoynni. Kennist sum røðan er samansett av ymsum embætisfólkum í [...] asosiala skattalætta nakrantíð, og avtikið Landsbanka Føroya. Sjálvt heimtøka av ábyrgdini av útlendingamálum er ongin peningur settur av til – heldur ikki í fíggjarkørmunum fyri 2014. Fólkið vil aðra kós enn
tvørball Vit hava eitt rættiliga fjøllbroytt lið av parlamentarikarum í Føroyum, líka frá sangvinskum fantastum til tvørar serlingar; - summir av teimum eru øgiliga keðiligir og aðrir eru næstan for [...] eru eftirhondini blivin so ekstremt forskrúvaði, at tað er synd í teimum skikkiligu sjálvsstýrisveljarunum, sum lótu seg forføra av hansara nationala og narcissistiska tvætli undan síðsta valgi, tá ið [...] heldur ikki, tí nógvir nationalistar høvdu danska mammu. Málkriteriið dugdi slett ikki, tí nógvir av teimum hálvdonsku fullveldismonnunum dugdu so illa at benda, at tað var pínligt, so her fekk grundló
at í seinnu helvt av tríati-árunum flutti eitt fitt tal av tjørnuvíkingum úr bygdini og settu búgv longur suðuri á Streymoynni. Millum hesi vóru foreldrini hjá Árna. Eins og mong av hinum høvdu tey kúgv [...] strúk-andi avstað, við eygunum festum á vegin og tað ið framman fyri er. Av hesi orsøk munnu neyvan mangir teirra gáa eftir teimum húsunum, sum liggja miðskeiðis millum Streymnes og brúnna. Høvdu teir bert [...] borin í heim í 1939 í einum húsum hjá fastir sínari á Oyrarbakka. Men hesi 66 árini, sum liðin eru síðani tá, hevur hann búð í Nesvík. Skúlabygningur var ikki í bygdini, men undirvíst varð í teimum svørtu
"Morning Star" Í 1941 fórst "Morning Star". Eg var forlovað við einum av manningini, Ragnar Hansen, sum var av Nesi. Teir fóru av Toftum tann 8.september til Íslands at keypa fisk, og tá droymdi eg eisini [...] vónir brostnar – og sorgin liggur nívandi yvir heim, yvir bygdir og alt Føroyaland. Hesir vóru menninir, ið við ídni fóru til starv sítt og ikki komu heim aftur. Síðan skrivar hann øll 43 nøvnini. Føroyaland [...] endaliga staðfestingina um lagnuna hjá manningini fingu tey tó, tá líkið av Bernhard varð funnið 27.mai, og hann varð kendur av ringinum, sum tað eisini hevur verið greitt frá. 7 einkjur og 38 faðirleys
at spyrja: Hví bara nøkur fá listafólk? Hvør ger av, hvørji tey eru? Um Kinna Poulsen sleppur at gera tað av, fari eg at taka hjartaliga synd í teimum listafólkum, sum samstarva við Listasavnið, tí longu [...] forlorin list”, tá ið hon í fjør ummælti Várframsýningina í Listasavninum. Bæði í ummælinum av tí framsýningini og seinni av Ólavsøkuframsýningini var niðurstøðan tann, at savnsleiðarin hevði skuldina fyri alt [...] vilja, niður á fleiri av etableraðu listafólkunum, sum eru við á framsýningunum, tí tey hava ditta sær at hava við Listasavnið at gera og tískil passa ikki inn í trongskygda heim hennara. Hon er fyri okkum
føroyskum bókum og teimum, sum skriva tær. Hetta sigi eg, sjálvt um eg væl veit, at ein av megintreytunum fyri góðum bókmentum er næstan ikki til í Føroyum: eitt livandi, álvarsligt, alment bókmentakjak, ummæli [...] rithøvundum, tí tey vóru so út av lagi ússalig samanborin við viðurskiftini í øllum hinum londunum: eingin arbeiðstrygd, ongar starvslønir uttan eitt eiti, eingin verja av upphavsrættindum uttan bara ein [...] fáa nakað ríkt frá øðrum ella geva øðrum burtur av okkara. Málið bindir okkum. Samstundis vita vit, at heimurin stendur alt meira opin og verður eitt net av skiftandi sambondum. Alnetið sær ikki landamørkini
familjan fekk, og heimavirkið fekk eisini nógvar favnar av turrikløðum. Framvegis var heim teirra merkt av kærleika, og altíð var tað opið fyri øllum teimum í familjuni, sum høvdu hug at hitta tey. Øll tey, [...] Jacobsen, sum eisini búði hjá teimum. Hon var hugtikin av hesi lítlu gentu, tí tíðliga sást, at hon var sera røsk. Hetta hevði hon ikki frá fremmandum. Faðirin var traðarmaður og av ítarstu útróðrarmonnum. Hann [...] hjá Rikard Long uttan fyri vanliga skúlatíð, fekk tann næmingur, sum dugdi best, tillutað eina av teimum tá nýkomnu orðabókunum hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras, og hana fekk hoyvíksgentan. Eitt annað
hevur verið á, at kvinnur hava allar teir møguleikar tær vilja, bara tær gera brúk av teimum. Og tað er kanska ein partur av sannleikanum. - Kvinnur hava ilt við at traðka fram, søgan sigur okkum, at tær gera [...] síðani kvinnurørslan í útlondum av álvara tók dik á seg. Stríðið fyri javnrættindum byrjaði langt framman undan, men tað vóru ungu kvinnurnar tiltikna árið 1968, sum settu hol á og kravdu broytingar - her [...] verður tú revsað. Tað er ikki nóg mikið at siga, at tú mást ikki gera mun av kynunum, vit mugu hava eina lóg - akkurát sum við teimum 10 boðunum, sigur Inga Ellingsgaard. Samfelagið ikki vinarligt Kvinnurnar