oman í Løgtingi fyri á tann hátt at vísa, at nú er tíð upp á, at okkurt hendir. Meðan tað spakuliga gránaði eystan Oyggjarmúla, komu tvær ungar gentur oman eftir Hvítanesvegnum á veg oman í studentaskúlan [...] fingið fundarboð beint fyri midnátt at møta í skúlanum til mótmælistiltak í Løgtinginum. Og í auluni á skúlanum sótu aðrir næmingar, sum vóru í ferð við at fyrireika tað, sum henda skuldi. Heldur múlatrútnir [...] næmingar, sum ætla at ganga árið um aftur komandi ár.« Hann stendur saman við fleiri næmingum og lærarum á økinum millum Løgtingið og Telefonverkið, nú tingfundur er settur klokkan 10 fyrrapartin týsdagin. Tað
roknað út. Johan K. Joensen sigur ,at mangan hevur verið illneitast inn á fíggjareftirlitið, at teir settu virðini á øllum húsum niður á botn. Vit vóru í eini sera djúpari kreppu. Og tað ber ikki til at [...] fram til tað rætta endurgjaldið til føroyingar fyri bankabjarginina Tí vil hann heldur ikki leggja seg á nakra ávísa upphædd fyri ikki at órógva tað arbeiðið, sum nú fer fram í hesum sambandi, tí hetta verður [...] varð sett av ímóti tapi, sum tað bleiv, er bankin meiri verdur, enn tað, sum stendur bókað. Bara á roknskapinum haldi eg, at hann er verdur einar 800 milliónir. Men ivaleyst er hann meriri verdur enn
dønum ábyrgdina av kreppuni og fyri bankamálið. Jóhannes Martin Olsen lat ikki hesi boð liggja á sær.Hann fór á pallin og takkaði dønum so mirðiliga fyri, at teir høvdu hjálpt føroyingum. Hann segði eisini [...] n stjórnina samtyktu eina dagsskrá, sum bert gav stjórnini eina lítla nøs. Tað leikaði annars hart á í Fólkatinginum til tíðir. Borgarligu flokkarnir kundu ikki taka undir við tí dagsskrá, sum var løgd [...] upp at kjakast við Óla Breckmann um, hvussu ríkir føroyingar vóru, um flyting av pengum fyrst ein veg og síðani hinvegin, og um skatting av teimum ríku í Føroyum. Runukríggj Tað kom týðuliga fram, at her
Pól í Køk var við á hesi ferð, sum hugsað verður um, men tað var ov nógv sjóvarilska, tá ið komið var norður á Boðarnar, so vent varð við aftur til Fuglafjarðar. Veðrið var annars gott á landi, men hann [...] run var undir Gøtueiði, nei, tá er ikki so gott á sjónum norðanfyri, so apostlarnir vóru aftur tiknir til hjálpar. Poul Martin á Trøðni og Pól í Køk fóru á Skarði, og er sagt um hesa ferð, at hon skuldi [...] so lætt at koma at lendingunum á plássunum norðanfyri, og er dømi um, at lína varð knytt um miðjuna á Emmu og so við fullari ferð inn ímóti og so eitt lop í føvningin á sterkum monnum, sum tóku ímóti.
mál, og skjótt sást, hvønn veg tað gekk, men ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar kundu strandingar kenna seg tryggar. Ofta eru dystirnir millum tey bæði »heimaliðini« á Skála harðir, men so var ikki [...] talan var um eitt oddalið og eitt botnlið, tá bestu mansliðini hjá StÍF og KÍF brustu saman í høllini á Skála leygardagin. KÍF, sum er næstniðast í deildini við trimum stigum, hevði nøsina framman fyri allan [...] seg meira útifrá. Tað riggaði væl í fyrra hálvleiki, men helt ikki í seinna, tá StÍF fekk skil upp á verjuna. StÍF-KÍF 29-23 (14-14) StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 6, Alexander Johansen 5
nakar ivi um úrslitið í dystinum á Giljanesi leygardagin. Dráttur setti seg á dystin frá byrjan, og tær lótu ongantíð nakran iva verða um, hvør tað var sum hevði heimavøll á Giljanesi. Spælið hjá Drátti gekk [...] gekk sera væl leygardagin, meðan tað hjá Fleyr ongan veg gekk. Serv, móttøka, blokada og álop alt sum tað var virkaði eftir vild hjá Drátti, og tá blokadan hjá Fleyr virkaði eina løtu í triðja settið, [...] leygardagin eigur tær at liggja nógv fremri. Sunnudagin tapti Fleyr 3-1 ímóti TB, so nú liggur Fleyr á aftasta plássi.
telduna, teir hava á brúnni. Av tí at Sólborg hevur teknað seg sum haldara av Internet-Sosialinum, ber tað nú eisini til hjá teimum umborð á Sólborg at lesa tíðindi í Sosialinum hvønn dag - nær á samdøgrinum [...] hevur so gjørt tað, at manningin umborð á Sólborg telist millum tey fyrstu, ið síggja tíðindini í Sosialinum - um teir eru undir Grønlandi ella á Flemmish Cap ella á øðrum leiðum. Tað einasta, ið krevst, [...] gjár hitti skiparan á Sólborg, Sámal Jacobsen, vóru teir staddir í Eysturgrønlandi, og høvdu teir tá verið til fiskiskap í tveir dagar. Har var kavarok, og var Sólborg júst tá á veg gjøgnum eina tjúkka
útspæl komið haðani. Tað skilst tó á øllum brøgdum, at tað ikki fer at taka so langa tíð afturat áðrenn nevndin leggur fram uppskot sítt. Harður dystur Tí leikaði tað hart á millum londini bæði, tá ið eitt [...] Hetta rákið tykist nú at venda enn einaferð. Og so løgið tað ljóðar, so sær út til, at Fólkatingið er á veg aftur til útgangsstøði, nevniliga til dómarakanningarnar. Millum annað er orsøkin tann, at í teimum [...] skulu skipast í framtíðini. Tá Tamila-málið var frammi fyri nøkrum árum síðani, stóðst stórt orðaskifti á Fólkatingið um hvussu tílíkar kanningar skulu skipast. Kanningin um Tamila-málið varð skipað sum ein
vørur burturúr honum eisini. ?Royndirnar í tí sambandinum vóru komnar væl á veg. Men nú er alt farið í vaskið, sigur stjórin á Havsbrún. ? Tí eru vit komin í eina sera óhepna støðu, leggur hann afturat [...] loyvið frá ídnaðarskipunum at fiska undir Føroyum. Men leiðslan á Havsbrún ætlar ikki at lata landsstýrið sleppa so. Tí nú verður síðsta hond løgd á eitt endurgjaldskrav, sum Havsbrún ein av døgunum fer at leggja [...] i skulu fáa endurgjald fyri at tey mistu veiðiloyvi, mugu virkini á landi, eisini fáa tað. ?Skipini hava bygt sítt tilverugrundarlag á ídnaðarfiskin. Tað sama hava vit. Men hava politikarar ikki loyvi
førinum var ein kona tó koyrd á skaðastovuna. Hetta hendi, tá ein bilur fór út av vegnum Inni á Sundi. Konan, ið koyrdi bilin, var við barn, og tí var mett best at koyra hana á skaðastovuna til tess at tryggja [...] undraðist hann sáran á atburin hjá nógvum bilførarum. ? Bilarnir vóru í fleiri førum undir í kava. Førararnir høvdu bert skava so fræggt burtur av forrútinum, at teir sóu so dánt hvønn veg teir vendu. Hesir [...] bilar skaða. Flestu óhappini hendu inni í býunum. Fólk eru ov líkasæl Petur Poulsen, varastøðleiðari á Politistøðini í Havn sigur, at tað er skelkandi, so líkasæl fólk eru í ferðsluni undir slíkum umstøðum