dag hvør Óli Mittún er, tí hann skal spæla við Sävehof komandi kappingarár. Aftaná dystin í dag munnu øll sum hava áhuga fyri svensku hondbóltsdeildini hava fingið við hvør Óli Mittún er. Óli skoraði heili [...] kar, og var sjálvandi valdur at vera besti leikarin hjá Føroyum. Fyrr í dag vann Spania 41-33 (21-17) á Fraklandi. Støðan í undanbólki D er, at Spania og Svøríki hava tvey stig, meðan Føroyar og Frakland [...] støðuna 5-5. So byrjaði Svøríki at draga frá, og við støðuna 17-12 byrjaði at síggja eitt sindur svart út, men okkara menn endaðu hálvleikin væl við trimum málum, og so vóru bert tvey mál á muni í steðginum
mál. Óli Mittún, ið leikti mest í fyrra hálvleiki skoraði eisini sjey mál. Spania hevur fýra stig, Svøríki hevur tvey stig, meðan Frakland og Føroyar einki stig hava. Klokkan 15 spæla Frakland og Svøríki [...] Svøríki. Klokkan 15 sunnudagin spæla Føroyar móti Fraklandi. Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini til HM komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey ár [...] óannsæð nógv at spæla fyri hjá okkara monnum. Føroyar-Spania 25-35 (9-18) Føroyar: Búi Poulsen 7, Óli Mittún 7, Niklas Gaard 3, Høgni Heinason 2, Ísak Vedelsbøl 2, Rókur Ziskason 2, Marcus Bramsen 1, Óla
merkir, at Føroyar fáa tvey stig við sær í niðara millumspælið. Eins og til U20-EM, so sleppa 11 tey fremstu londini til HM komandi ár, og 13 tey fremstu sleppa til EM-endaspælið fyri U18-landslið um tvey [...] at spæla fyri hjá okkara monnum í niðara millumspælinum. Frakland-Føroyar 26-29 (14-12) Føroyar: Óli Mittún 13, Ísak Vedelsbøl 4, Rókur Ziskason 4, John Skaalum Vilhelm 2, Niklas Gaard 2, Trúgvi Hávardsson [...] ov nervakent hjá føroyska liðnum. Eftir tað komu okkara menn væl inn í dystinum, greiðir Hjalti frá. Og í seinna hálvleiki kundi Hjalta staðfesta eitt framúr gott avrik, har málverjin, Aleksandar Lacok eisini
steðginum. Alaksandar Lacok hevði hópin av góðum bjargingum, og sum ikki einaferð gekk Óli Mittún undan. Í dag bumbaði Óli 13 bóltar í málið hjá Serbia. Óli hevur higartil skotið 50 mál í fýra dystum í EM-endaspælinum [...] leiðslu. Eftir tað kom Serbia ongantíð nærri enn 23-25. Tá negldu okkara menn fyri og vunnu seg upp á 28-23. Óli Mittún var aftur í dag valdur av EHF at vera besti føroyski leikarin. Úrslitið merkir, at [...] millum nummar 9 og 12. Hetta merkir, at okkara menn hava vunnið seg til U19-HM endaspælið komandi summar. Tað merkir eisini, at Føroyar vera við til komandi U18 EM-endaspælið í 2024. Frakland og Slovenia leiktu
rættiliga spennandi at halda eyga við í HM-endaspælinum, og tað er toppskoraralistin. Óli Mittún hevur skotið heili 50 mál í fýra teimum fyrstu dystunum, og hann liggur í løtuni fremst á toppskoraralistanum. [...] (14-15) á Serbia, og sigurin merkir, at Føroyar skulu spæla um endastøðurnar millum nummar 9 og nummar 12. Føroyar hava sostatt longu vunnið seg í U19 HM-endaspælið í Kroatia komandi summar, og hevur eisini
leikarin í dag. Óli Mittún var mansvardur í stórum pørtum av dystinum, men hann var ein tryggur brotskastsskjútti, og hann fekk eisini onkur mál í opnum spæli. Á toppskoraralistanum hevur Óli Mittún higartil [...] sleppa at spæla um 9. og 10. plássið. Tapa vit fyri Montenegro skulu vit spæla um 11. og 12. plássið. Slovenia møtir Íslandi. Vónandi møtast Føroyar og Ísland í dystinum um 9. og 10. plássið. Føroyar-Slovenia [...] nógvum føroyskum málroyndum, og tað koppaði avgjørt dystin til Slovenia. Ian Mesarac var eisini fult uppiborið valdur at vera besti leikarin hjá Slovenia í dag. Slovenia og Fraklandi endaðu bæði á trimum
Føroyum. Óli Mittún skoraði 12 mál í dag, og hevur nú skotið 69 mál í hesum EM-endaspælinum. Tommaso De Angelo hjá Italia hevur skotið 50 mál, so nú skal nógv ganga galið um Óli ikki gerst EM-toppskjútti, Tað [...] sum stóð stinn fyrstu løtuna og vóru okkara frammanfyri 2-0 eftir 5 minuttir. Okkara mistu fleiri bóltar í álopinum og brendu eisini og loyvdi hetta Montenegro inn í dystin, og var støðan 5-5 eftir 10 minuttir [...] minuttir útvísing, og var hetta saman við brendum skotum í álopinum við til at loyva Montenegro innaftur í dystin. Fjáltur var eina løtu í føroyska álopinum, tá bæði Óli og Rókur vóru mansvardir og tiknir heilt
EM-endaspælinum í Montenegro eru avgreiddir. Óli Mittún hevur higartil í seks dystum skotið heili 69 mál. Tað er eitt snitt á 11,5 mál pr. dyst. Fyrr í summar var Óli Mittún partur av føroyska U20-hópinum, ið kappaðist [...] tað Óla Mittún at skjóta 28 mál. Talan er also um 97 skotin mál í tveimum EM-endaspølum. Klokkan 16.30 í morgin spælir føroyska U18-manslandsliðið um 9. plássið móti Íslandi, og tá fær Óli Mittún høvið at [...] Hetta hevur verið eitt fantastiskt summar fyri Hondbólts-Føroyar. U18 og U20-mennirnir eru millum 10 tey fremstu landsliðini í Evropa, og í morgin kunnu U18-mennirnir við sigri á Íslandi enntá gerast nummar
líkt stríddust teir til tað seinasta, og íslendingar komu heilt upp á 27-28, men so traðkaði Óli MIttún í karakter og sendi bóltin í netið til úrslitið 29-27, og so var "búið" sum tey siga í Íslandi. [...] Íslendingar royndu at mansverja Óla Mittún frá fyrsta minutti, og íslendingar komu best frá byrjan og løgdu seg framum 3-0. Okkara menn stríddu seg innaftur í dystin, og løtu seinni var javnleikur 4-4. Í [...] Ziskason gjørdi tað framúr við at skjóta sjey mál í dag, og hann var eisini valdur at vera tann besti føroyski leikarin. Óli Mittún skoraði 11 mál í dag, og hann endar ovast á toppskoraralistanum við heili 80
EM-endaspælið í hondbólti U18 er av, og sum vanligt vóru bestu leikararnir á ymsu plássunum kosnir. Føroyski Óli Mittún var kosin MVP - most valuable player í kappingini, also besti leikari í kappingini [...] umframt at hann var toppskjútti í kappingini við 80 málum. Spania vann finaluna 34-32 móti Svøríki. Føroyar vóru júst í bólki saman við hesum báðum liðum. Føroyar taptu 32-29 fyri Svøríki og 35-25 fyri Spania