Vunnu á vertstjóðini - eru millum 10 tey fremstu liðini í Evropa

Montenegro hevði heimavallarfyrimun og í stóran mun heimadómarar, men tað skalaði ikki okkara U18 manslandslið

U18-manslandsliðið í hondbólti er millum 10 tey fremstu í Evropa

Fyri løtu síðani vann føroyska U18-manslandsliðið á vertstjóðini, Montenegro í Play Off hálvfinaluni í EM-endaspælinum í Montenegro,

 

Føroyar vunnu greiðan 30-24 sigur á Montenegro, ið hevði bæði heimavallarfyrimun og í stóran mun eisini heimadómarar, men hetta skalaði ikki okkara monnum. Føroyar vóru á odda 15-10 í steðginum. Okkara menn fingu ófatuliga nógvar útvísingar í mun til Montenegro, ið avgjørt átti minst líka nógvar um tað var rætt. 

 

Føroyska U18-manslandsliðið er nú eins og U20-manslandsliðið millum 10 tey fremstu liðini í Evropa, ið er eitt framúr avrik. 

 

Málverjin Alaksandar "Sasha" Lacok stórspældi og bjargaði 37 prosent av montenigriansku málroyndunum. Sasha var eisini valdur til dagsins leikara hjá Føroyum.

 

Óli Mittún skoraði 12 mál í dag, og hevur nú skotið 69 mál í hesum EM-endaspælinum. Tommaso De Angelo hjá Italia hevur skotið 50 mál, so nú skal nógv ganga galið um Óli ikki gerst EM-toppskjútti,

 

Tað gleðiliga í kvøld var eisini, at Niklas Gaard skoraði sjey mál og Ísak Vedelsbøl skoraði seks mál. 

 

Føroyar møta Íslandi í dystinum um 9. plássið. Ísland vann 30-29 á Slovenia aftaná brotskastskapping.

 

Føroyar-Montenegro 30-24 (15-10) 

 

Føroyar: Óli Mittún 12, Niklas Gaard 7, Ísak Vedelsbøl 6, Marcus Bramsen 3, Rói Hjaltason 1, Trúgvi Hávardsson 1. 

 

 

 

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í kvøld:

 

 

 

U18-menn eru nú í topp 10 í Europa!

 

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

 

Sigurin var grundlagdur fyrstu 40 minuttirnar av dystinum við støðuni 20-13, hareftir leiðslan tódnaði niður í trý mál, áðrenn okkara aftur øktu seinastu seinastu 6 minuttirnar.

 

Føroyska liðið byrjaða væl. Tað var serliga verjan saman við Sasha Lacok í málinum, sum stóð stinn fyrstu løtuna og vóru okkara frammanfyri 2-0 eftir 5 minuttir. Okkara mistu fleiri bóltar í álopinum og brendu eisini og loyvdi hetta Montenegro inn í dystin, og var støðan 5-5 eftir 10 minuttir. Liðini fylgdust næstu 10 minuttirnar, men settu okkara ferð á seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki og fóru til hálvleiks frammanfyri 15-10. Føroyar fingu tríggjar ferðir tveir minuttir útvísing hesa løtuna, men megnaðu okkara at halda tørn við m.a. framúr bjargingum frá Sasha, sum stóð 50% bjargingum í fyrra hálvleiki. Óli Mittún var aftur eyðsýndur í álopinum. Tá hann ikki sjálvur skjeyt málinum, trekti hann hvørja ferð tveir mans til sín og spældi síðani hinar fríar. Hetta gjørdi m.a. Ísak Vedelsbøl sær dælt av á strikuni, og fekk hann 4 góð mál í fyrra hálvleiki, umframt at hann bardist sum ein úlvur í verjuni.

 

Fyrstu 10 minuttirnir av seinna hálvleiki, løgdu lunnar undir sigurin. Verjan stóð sera væl hesa løtuna og var stóri munurin á liðunum, at Montenegro skuldi arbeiða hart hvørt einasta álop fyri at koma til góðar málmøguleikar. Í álopinum spældu Føroyar gott og tolið 7 móti 6 spæl, og vunnu okkara seg fram um 20-13 eftir 40 minuttir. Um miðjan hálvleik fekk Føroyar tvær ferðir tveir minuttir útvísing, og var hetta saman við brendum skotum í álopinum við til at loyva Montenegro innaftur í dystin. Fjáltur var eina løtu í føroyska álopinum, tá bæði Óli og Rókur vóru mansvardir og tiknir heilt burturúr spælinum. Hetta loystu venjararnir tó við 7 móti 6 spæli og tvingaði hetta Montenegro aftur at verja. Leiðslan var minkað niður í trý mál og áðrenn okkara strammaðu í og øktu til 6 seinastu løtuna.

 

Talan var um eitt gott liðavrik í dag, men vóru serliga eyðsýndir málverjin Aleksandar “Sasha” Lacok, Óli Mittún í føroyska álopinum, og stríðsmaðurin Ísak Vedelsbøl í verjuni og strikuni. Aleksandar “Sasha” Lacok, sum stóð ein framúr dyst við 40 í bjargingarprosenti, var valdur til dagsins leikara.

 

Føroyar hava nú vunnið seg í topp 10 í EM-endaspælinum og skulu okkara spæla móti grannatjóðini Íslandi um 9. pláss í kappingini í morgin kl. 16.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Tað er vert at býta merki við, at bæði liðini, sum Føroyar var saman við í innleiðandi bólkinum, nevnliga Svøríki og Spania, eru komin í finaluna.

 

Dystargongdin:

 

5 min 2-0

 

10 min 5-5

 

15 min 7-6

 

20 min 9-7

 

25 min 11-7

 

30 min 15-10

 

35 min 18-12

 

40 min 20-13

 

45 min 21-15

 

50 min 24-20

 

55 min 26-22

 

60 min 30-24

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Óli Mittún 12

 

Niklas Gaard 7

 

Ísak Vedelsbøl 6

 

Marcus Bramsen 3

 

Rói Hjaltason 1

 

Trúgvi Hávardsson 1

 

U18-manslandsliðið í hondbólti er millum 10 tey fremstu í Evropa