injurnar í landinum lagdar undir jørð innan eitt ávíst tíðarskeið. Í Suðuroynni, eins og aðrastaðni í landinum, er ein partur av hesum arbeiði gjørt, men enn vanta nakrar bygdir í. Í Sumba, Víkarbyrgi [...] tó, at tað besta er at leggja kaðalar. Tí, sum vit vita, so hevur stormur onga beinleiðis ávirkan á ein kaðal, ið liggur niðri í jørðini. Fleiri fyrimunir Samstundis sum hetta arbeiði skal tryggja sumbingum [...] verða eisini lagdar í vegin, og tískil sleppa Lopransfólk frá at síggja uppá hesar ljótu linjur, ið eins og háspenningslinjurnar ofta slitna um vetrarnar. Tað eru fólk frá Sigurði Gudmundsson á Nesi í Vági
at standa seg væl eru fyrst og fremst tríggjar: Ein er, at felagið er væl skipað, ein onnur er, at tað er eitt gott ungdómsarbeiði í felagnum, og ein triðja er, at tað eru nóg nógvir pengar til at keypa [...] umfari eftir summarsteðgin. Bleyta millumvøran Tað er kanska eitt sindur nasadjarvt at kalla GÍ fyri »bleyta millumvøru«, men tað hava teir verið ein stóran part av kappingini. Ikki fyrr enn nú móti endanum [...] So er tað teoretiskt avgjørt, sum vit hava tikið sum ein veruleika síðani HB sunnudagin 23. august vann 3?1 í Gøtu, samstundis sum KÍ spældi málleysan javnleik í Runavík. HB er FM vinnari 1998, og vit
Mál og møguleikar Fyrra umfarið hevði TB ongan upplagdan málmøguleika, meðan NSÍ hevði ein risamøguleika og so ein afturat. Størsta møguleikan fekk Eddie Mikkelsen, ið hesa ferð var við frá byrjan sum [...] ógvuliga lítlum vinkli í vinstru í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr. Seinna umfarið var eins órudduligt, sum tað fyrra hevði verið. NSÍ kroysti, sum fyrri parturin av umfarinum leið, TB alt longri [...] teir á heimaliðnum vóru við hvørt í brotsteig-inum, uttan at fleiri upplagdir møguleikar stóðust av. Kanska vóru tað størstu møguleikarnir, tá TB við heilt stuttum millumbili fekk tvær gávur eftir NSÍ aft
teir komu inn til Gøtu. Tað høvdu teir ikki fingið boð um og rokna við. Tað gekk javnt á. GÍ hevði kanska bóltin meiri, og teir í NSÍ tóktust darvaðir av nervum. Men gøtumenn vóru ikki so vandamiklir í [...] ferð avgjørdi Sonni L. Petersen, eftir at hann var skiftur inn. Málið fimm minuttir fyri leiklok var ein gáva. Rúni Joensen royndi at temja afturlegging, men Sigurjón Einarson var á honum, bólturin fór til
feløg hava ikki enn skrivað sáttmála, men millum teirra, sum hava gjørt avtalu við ein venjara, er tað bara GÍ, sum hevur ein føroyskan venjara. Johan Nielsen, sum er mest royndi føroyski venjarin, skal venja [...] landsliðnum (hann hevur eina ferð verið eygleiðari á Svangaskarði), og har var Andreas Morisbak, sum er ein av fremstu monnunum í menningini av norskum fótbólti. Og so var Guðjón Thorsteinsson úr Íslandi eisini [...] Petur Mohr heldur ikki fram í Runavík, og Jóannes Jakobsen heldur ikki fram í Klaksvík. Tað kann kanska koma soleiðis fyri, at kabalin gongur upp, og hesir tríggir skifta eitt sindur um, men tað er rættuliga
Tað var ein frágera góð kensla. Eg havi áður skorað í onkrum venjingardysti, men hetta var fyrsta málið í landskappingini, og tú kanst ætla, at tað hevur hevur árin á sjálvsálitið, sigur ein glaður Julian [...] Nú skulu vit ikki dryppa nakran beiskan smakk í sigursbikarið hjá HB, men kanska finnast tað framvegis onkur á aldukambinum, sum minnast ta ferðina, tá HB tapti 10-0 í Intertoto móti Tromsø. Millum spælararnar [...] til 2-0, áðrenn Tromsø trýst hevði eitt mál við sær. Sigurin var kortini ongantíð í vanda. Er hetta ein betri venjari, enn tann, sum tit høvdu frammanundan? ? Tað er einki at ivast í, at intensiteturin er
í næstbestu deildini, men fyri ein fótbóltsspælara, sum ynskir at vera við, har tað gongur fyri seg, og sum so ofta hevur víst seg at hava máltev, man tað kennast sum ein lætti at sleppa at royna seg í [...] Ta avbjóðingina vil Jan Allan fegin taka á seg, heldur enn at gera sáttmála við Aarhus Fremad og kanska sita nógv á beinkinum.
leygardagin kl. 15.00?18.00. Byrjað verður við einum grundskeiði, og um áhugi er fyri tí, so verður kanska eitt víðkað skeið seinni einaferð. Nærri verður lýst um tað, um so er. Næsta skeiðið í røðini hava
í dag. Tinghúsið verður ein tíðarhóskandi bygningur, og bygdur av tradisjónellum tilfari. Eitt meiri spennandi og dramatiskt landslag verður skapt við at hækka tingvøllin til ein lágan heygg og undir honum [...] skjýtir upp, at verandi tinghús verða flutt á parkeringsøkið millum býráðið og býráðsalin. Hetta hevði kanska bøtt um heildarmyndina í miðbýnum og eisini skapa greiðar linjur um byggiøkið. Í ætlanini verður
tinghús er av, verður ein greiður yvir, hvat tað vil siga, at vit skulu hava eini nýggj tinghús. Hesa somu kensluna hevur leiðarin í Listasavni Føroya, Bárður Jákupsson. - Tað er ikki ein løtt uppgáva at byggja [...] hava sæð uppskotini skilji eg væl, at tey flestu hava valt at taka gomlu tinghúsini burtur, tí tað er ein spurningur um tað er nakað at varðveita. Tinghúsini eru vøkur, men tey umboða eina tíð, sum vit royna [...] býráðnum við og okkurt annað hevur skotið upp, at parkeringsøkið har verður torg. Eitt hugskot kundi kanska verið at flutt núverandi tinghús á økið har sølubúðirnar framvið parkeringsøkinum eru. Á tann hátt