Aðru virðisløn í arkitektakappingini um nýggju løgtinghúsini vunnu Páll Holm Lava og Magnus Magnussen, arkitektar. Uppskotið tekur støði í verandi húsastøddum í miðbýnum, tað vísir eina vakra heild viðvíkjandi tingsali, tinghúsvøllinum og økinum uttanum. Nevndin, sum hevur felt dóm yvir uppskotini, kundi hugsað sær greiðari planloysnir, og tað er eisini tað tú sum áskoðari saknar, tá ið tú stendur framman fyri uppskotinum á vegginum í Listaskálanum.
Páll H. Lava og Magnus Magnussen hava lagt dent á dygdirnar í økinum, sum longu eru har. Teir einføldu og týðiligu bygningskropparnir laga seg eftir tí eyðkenda á staðnum og grannalagnum. Sum heild leggur uppskotið dent á, at Telefonsverksbygningurin verður gjørdur um og tinghúsið av nýggjum við somu frástøðu ímillum sum í dag.
Tinghúsið verður ein tíðarhóskandi bygningur, og bygdur av tradisjónellum tilfari. Eitt meiri spennandi og dramatiskt landslag verður skapt við at hækka tingvøllin til ein lágan heygg og undir honum endurskapa dammin. Ovast á heygnum skal tingsalurin vera. Tinghúsið er skipað í tríggjar týðiliga atskildar partar fyri at halda sama skála sum í grannalagnum. Í millum tingsalin og løgtingsskrivstovuna verður sum í dag opið rúm eitt portur inn á Vaglið. Í millum tornið og restina av Telefonverksbygninginum verður stórt glaspartí á báðum síðum sum ger, at síggjast kann ígjøgnum húsið.
Flyta tinghúsið
Triðju virðisløn í arkitektakappingini vann Turið Nolsøe Mohr, arkitektur. Hennara uppskot er, at Telefonverksbygningurin fær tvær hæddir afturat og nýggi bygningurin verður sostatt í seks hæddum. Tríggjar tær niðastu varðveita núverandi botnvídd, tær ovastu vera hálva stødd við tað, at mátið suður-norður verður skert í helming.
Turið N. Mohr skjýtir upp, at verandi tinghús verða flutt á parkeringsøkið millum býráðið og býráðsalin. Hetta hevði kanska bøtt um heildarmyndina í miðbýnum og eisini skapa greiðar linjur um byggiøkið. Í ætlanini verður eisini atlit tikin fyri, at Havnará verður latin upp aftur. Nýggja tinghúsið skal virka í samspæli við ánna uttan at órógva fínu javnvágina í økinum við urtagarðin hjá Sparikassanum. Eisini Turið skjýtir upp at lata tinghúsvegin aftur fyri ferðslu.