hesi orð Hitlers eru uttan iva so sonn, sum tey eru søgd. Um ein ikki trýr á tað, ein fer í holt við, so ber illani til at fáa nakað sum helst at bera til. Vit, sum tilkomin eru, kenna hetta aftur frá okkum [...] Tað var møtumikið, men tað gekk kortini, og soleiðis er við so nógvum, um trygvin og kærleikin til tað, ein fer í holt við ikki er til staðar, so sær alt svart út. Hvussu var ikki, tá ið Móses og hansara [...] niðan, og so at vita, at hetta kortini ikki var okkara egna land, tað eru aðrir, ið her ráða, tað líkasum tók broddin av páskagleðini. Hugstoyttur og vónbrotin av at vita, at føroyingar enn eru so undirbrotligir
Tað hevði verið gott, um vit fingu ymiskar fiskarættir út á matstovurnar og handlar kring landið, so føroyingar kundu notið gott av hesum. Tað er við stórum áhuga, at ein vil skriva um fiskiídnaðin, tá ið [...] útróðrarbátar at avreiða til virkini og uppboðssølurnar kring landið, so hesi virkini fáa javna rávørutilgongd, sum er av stórum týdningi, um vit skulu menna okkara fiskiídnað. Uppboðssølur eiga at verða skipaðar [...] arbeiðspláss kundu verið skapt kring landið, um vit fingu endurnýggjað okkara fiskiflota við línubátum og útróðrarbátum, ið avreiddu til virkini og uppboðssølurnar. Um vit kundu flutt fiskin loftvegis til útlendsku
størsta forðingin fyri framburði er sjálvur kommunumálaráðharrin úr sambandsflokkinum, so er ein veldug miðsavnan farin fram í Suðurstreym, tí eingin onnur kommuna hevur fingið virkað fyri landsstýrismanninum [...] Borgarstjórin í Tórshavn og fleiri við honum rópa upp um stóra tørvin í Suðurstreymi fyri íløgum í ansingarpláss og bústaðarpláss, og tann eina bygdakommunan fyri og onnur eftir verður løgd undir Tórshavn [...] fatan, at hann er valdur til at tykta tey, sum eftir hansara tykki føra ein annan politikk. Ein ann so spyrja hvørjum maðurin er valdur av: vit hava fólkastýri, men hesin maður var uppstillaður bæði til
broyting fara fram, og hana fara vit at fremja. Tað at føra fram, sum hinir flokkarnir gera, at samfelagið ikki hevur ráð, og tí mugu vit gera aðrar broytingar so sum fólkaflokkurin við einari fólkatrygging [...] var Javnaðarflokkurin, sum legði til brots, sum hann so mangan hevur gjørt, og sum hann eisini í framtíðini fer at gera, men fyri at fáa ávirkan, so má hann fáa veljarans stuðul. Tað er avgerandi. Sannleikin [...] verki, sjálvt um tað gekk hart á fyri tá at fáa sambandsflokkin at koma við, men teir boygdu seg og pensiónsskipanin bleiv ein veruleiki, og eins og flokkur okkara framdi hetta í verki, so fara vit at gera
sum eru veik í samfelagnum og ikki kunnu dansa um hendan »fyribils« gullkálvin, eru »eitt problem«, sum sambandsmaðurin nú eitt kvøldið segði í sjónvarpinum um tey gomlu. Tey sjúku eru eisini problem hjá [...] inntøku so fræga, at tey sjálv kunnu spara upp til eina pensión, tey eru eisini »eitt problem«. Tann elitu dyrkingin ? tú skal vera ungur, fríksur og raskur fyri at hava ein rætt ? ið fer fram innan sambands- [...] hava strikað nakað nógvar milliónir. 6-7 milliardir í studningi eftir 4 árum ? tað er veruleikin. Og so endurtekur søgan seg. Teir flokkar, sum helst umboða teir, ið hava fingið størsta útgjaldið, teir bretta
løtuni er gjaldið 525 kr. um mánaðin. Um so hevði verið, at kristiligi fólkaflokkurin fekk sín vilja í 1988 ella í 1990, so høvdu føroyskir pensionistar verið 525 kr. verri fyri um mánaðin. Hetta er tann [...] maður í arbeiðsmarknaðarmálum, fram uppskotið um samhaldsfasta. Kristiligi fólkaflokkurin tók als ikki undir við uppskotinum. Hetta er so ein sannleiki í spurninginum um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum [...] um, fram uppskot um, at seta lógina um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn úr gildi. Tað varð gjørt við løgtingsmáli nr. 18/1990 (løgtingstíðindi 1990 blaðsíða 107 og 108). Hetta er so ein annar
in í dag er, at rokningin er so stór, at vit megna ikki at gjalda hana, og tí noyðast vit at fara til danir at samráðast um eina lagaliga afturgjaldsskipan. Alt tvassið um bankamál og ráðagerðir hevur [...] politikki, og spurningurin er tí, um hann hevur rokkið sínum máli. Ja, spurningurin kann orðast stutt og greitt: hava vit ruddað upp í føroyskum politikki? Og svarið er eitt líka so greitt nei. Vit bjargaðu teimum [...] kanna áttatiárini, er onki minni enn ein skomm, serliga um vit samanbera við tey krøv, sum vit seta donsku parlamentarisku skipanini. Tá ið talan er um donsk mistøk, er onki mark fyri, hvussu nágreiniligar
hava AIDS. Um føroysk viðurskifti, sum eru so nógv øðrvísi, sigur Hilda Johannesen: Samfelagið er meir og annað enn bert peningur, og tí haldi eg, at tað menniskjansliga skal takast meir fram í dagsins [...] fr.. Veruleikin er, at um tey ikki fáa innivist nakrastaðni, so detta tey aftur á okkum kvinnur, sigur Hilda Johannesen. Valmøguleikar KrF sigur, at kvinnan sjálv skal velja, um hon vil vera heima ella [...] eisini rætt, men so mugu politikararnir geva okkum tann møguleikan - bæði ungum og gomlum at velja, hvussu vit vilja liva og virka. Skulu tey gomlu vera heima, so mugu tey, sum eru um tey, fáa samsýning
innihaldið so livandi. Umframt tað, so fær politikarin, um hann fær viðmerking frá øðrum politikara aftaná, ikki høvi at svara aftur. Við at bjóða flokkunum at leggja fram, fyri síðani at skapa kjak um uppleggið [...] á flokkarnar um at taka eini 20 - 25 umboð fyri hvønn flokk við á fundin. Ein áhugað áhoyrarafjøld ger eisini sítt til at fundurin ikki verður so deydligur, heldur Ivan Niclasen. Avgerð um at broyta ætlanina [...] umboð sleppur á røðarapallin og fær tríggjar minuttir at leggja fram. Síðan verður orðaskifti við eitt pallborð, har umboðini kunnu biðja um orðið til viðmerkingar. Tilsamans fær hvør flokkur 13 minuttir
luttakarum. Fara vit síðan til spurningin um hvat valevnini høvdu at siga, so snúði orðaskifti seg mest um ríkisfelagsskap, eitt sindur um vinnu og eitt sindur um familju og almannamál Flokkarnir markera [...] valskrá. Teir tosað um familjupolitik, sum tað altavgerandi. Onkur teirra tosar um stórar skattalættar, men einki um hvussu teir skulu fíggjast. Hinvegin er onkur annar sum tosar um tey kristiligu virðini [...] gina verða í lagið. ? Men, segði hann, sjálvandi skulu broytingar gerast um krøv koma um tað. Petur Ellefsen nevndi tó einki um hvaðani hesi krøv skulu koma. Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum segði