Gomul og sjúk skulu ikki óttast

Í tí orðaskifti, sum hevur verið upp undir komandi løgtingsval, bæði í útvarpinum og sjónvarpinum, leggur ein merki til, at flestu flokkarnir leggja eftir Javnaðarflokkinum í orðaskiftinum, soleiðis gongur fram, at allir flokkar vilja tilleggja sær æruna av, at vit hava fingið eina pensiónsskipan, ja, sjálvt teir flokkar, sum ikki vóru til, tá vit fingu hesa skipan í 1959.

Veruleikin er tann, at tað var Javnaðarflokkurin, sum legði til brots, sum hann so mangan hevur gjørt, og sum hann eisini í framtíðini fer at gera, men fyri at fáa ávirkan, so má hann fáa veljarans stuðul. Tað er avgerandi.

Sannleikin kann ikki reingjast. Tað var okkara flokkur, sum til valið í 1958 legði lunnar undir tað trygdarnetið, sum tann sosiala skipanin er. Valið tá bleiv vunnið, tí vit søgdu frá, at øll skuldu hava eina trygd, tá tey blivu gomul ella blivu sjúk. Vit framdu tað í verki, sjálvt um tað gekk hart á fyri tá at fáa sambandsflokkin at koma við, men teir boygdu seg og pensiónsskipanin bleiv ein veruleiki, og eins og flokkur okkara framdi hetta í verki, so fara vit at gera nakað við at bøta um viðurskiftini, tí tíðin er fíggjarliga farin frá teimum upphæddum, sum verður latið í pensión. Sammeta vit við tað, sum tey fingu í 1958, við tað sum verður latið í dag, so má ein broyting fara fram, og hana fara vit at fremja. Tað at føra fram, sum hinir flokkarnir gera, at samfelagið ikki hevur ráð, og tí mugu vit gera aðrar broytingar so sum fólkaflokkurin við einari fólkatrygging, sum bert verður fyri tey, sum kunnu gjalda. Henni taka vit ikki undir við.

Javnaðarflokkurin fer at taka hesi viðurskifti í tí álvara, sum krevst, og føra hesi viðurskifti fram soleiðis, at gomul og sjúk ikki hava nakra grund til at ótt-ast, men skulu kenna seg trygg.

Tað verður beinanvegin sett krav frá okkum um eina rímuliga hækking og somuleiðis fer flokkur okkara at hyggja at og fremja lækking av almennum gjøldum, sum vilja føra við sær, at meira verður eftir til tað vanliga húsarhaldið, og hetta verður galdandi bæði fyri pensionistar og tað vanliga húsarhaldið.

Javnaðarflokkurin fer til val viðtí fyri eyga at bøta um viðurskiftini og við tínari hjálp verður framt í verk tað, sum vit í valstríðnum føra fram.

Vit stand við givin lyfti.


Sverre Midjord