líkindi í mangar ættir til at kunna halda seg sum ein av Føroyars høvusbygdum í komandi tíðum. Skipaferðslan er stór, ikki bert av tí, at havnin er av teimum bestu, men eisini tí at hon er einasta góða havn [...] mánaðin. Dimmalætting veit at siga heystið sama ár frá tveimum trolarum, sum løgdu inn á Havnini á veg á marknað undan Íslandi, at teir vænta sær 7.200 krónur fyri veiðuna, og at teir hava fiskað í 14 dagar [...] undantak serkønir í kynstrinum at flekja og salta fisk. Og slíkum fólki fór at vera brúk fyri, nú bretar nærum høvdu oytt allar tær kendu leiðirnar fyri flatfisk og vóru trýstir at umleggja veiðimynstrið. Streymurin
uttanlandssiglingini vaks, og hugsjónirnar um at fáa sigling millum nýggju oljulondini Noreg og Skotland gjørdu, at Smyril fór at sigla hesa leið á vetri eisini. Ætlanin at keypa nýtt skip, Lassa 2, tók seg upp [...] verður funnist at politikkarum, tí teir leggja seg upp í ferðaætlanir. Men ríkisstýrið kravdi - fyri at A.S. J. Mortensens Eftt., sum lat Smiril smíða, kundi fáa stuðul til siglingina - at Løgtingið góðkendi [...] gjøgnum brókina á einum manni. Fólk í Skálavík søgdu eftir hendingina, at bumbubrestirnir vóru so ógvusligir, at tað var ikki meira enn at mastrartopparnir sóust, tá sjógvurin tók seg upp eftir brestin. Smyril
høvuðsstaðnum drúgva tíð at koma seg eftir seinastu royndina hjá Rasmussi at leggja av at roykja. Hann royndi við einum italienskum plástri og hvørt menniskja sum kom honum í nánd slapp at síggja hansara líðing [...] seg til at gera okkurt. Rasmus er fyrstur at seta niður í havanum. Hann er fyrstur í allari Havnini og so má hann ganga og bíða til tað nælir og sprettir, nógv longur enn hini. Hann er fyrstur at lúka, hann [...] hann er fyrstur at klippa trøini og meðan hann bíðar ótolin eftir at trøini vaksa so mikið, at tey kunnu klippast, so klippir hann litað pappír saman til vakrar urtagarðar, har hann sjálvur avgerð ferðina
på 30 dage." Minnist, at vinkonan fekk sær ein bíligan látur, tá hon sá mín seinasta "fong" á bókaøkinum. Eg tími øgiliga væl at lesa. Veit ikki, hví eg helt, at eg fór at tíma at lesa um búkar. Ja. Ja [...] ikki gott at vita. Feittið bara bræðir av, meðan tú arbeiðir, og tá ein tíð er farin, ert tú kløn sum ein Barbie-dukka. Herligt. Hví hugsa um at broyta kostvanar ella nakað so burturvið sum at røra teg [...] sløg av klænkitólum og øðrum stuttligum. Á, at vevja seg inn í Slumber Slim. Tað var dagur í viku. At fara til songar innballað í hetta gandaklæðið, sum gjørdi, at tú fekst eitt heilt annað lív! Tað lovaðu
av, at børn, sum høvdu gingið í skúla við Gjógv, vóru blivin eitt nú bispur og professari. Omma plagdi mangan at taka til, at tað var so nógv broytt í hennara tíð, at hon ikki kundi ímynda sær, at onnur [...] fóru út at geva okkara langommu og ommu á Selheyggi jólapakka í fjør, tóku vit hesa myndina. Ikki visti eg tá, at hetta skuldi blíva seinasta myndin, eg tók av míni kæru ommu, og at hetta fór at vera seinasta [...] álítandi og visti, at røkjuskapur og trúfesti eru góðar dygdir. Sum barn var tað hugnaligt at fara gongutúr túr við mammu tvørturum Sandin og út á Selheygg. Omma var so blíð og týð at koma inn til og skjót
einki. Teimum tørvar ikki at fylgja við, hvat fyriferst á landgrunninum, teir hava jú laks og uppisjóvarfisk at oysa av, niður í landskassan, so vanligan fisk nýtist teimum ikki at hugsa um . Men kanska kundi [...] rópt neyðarróp um at blíva fiskaður, tí hann doyr í hungri, eru veidd bert 10-12 túsund tons um árið, har tað skuldu verðið veidd minst 35 túsund tons um árið. Tað vil siga, at tað mangla at veiða 30 túsund [...] sinni, er, hví verða hesi fyribrigdi ikki tikin í álvara, tá tað ferð eftir ferð er staðfest, at tey hava alt at siga, hvussu fiskiskapurin er og blívur á landgrunninum. Tey ávirka bæði gróður og æti, og
Kanska væl skilligt at Felagið Nótaskip ynskir tøgn. Møguliga ein roynd at halda fólki frá at granska boðskapir teirra nærri. Í greinini á heimasíðuni hjá hjá Felagnum Nótaskip frá 10. mars 2017 við y [...] nótaskipini framgongur, at “ Útrokningar eftir hesum leisti (nýskipanaruppskotinum hjá landsstýrinum) vísa, at kvoturnar hjá nótaskipunum minka munandi í nýggju skipanini”. Víst verður á, at “Um nýskipanaruppskotið [...] fiskiskap”. Lógin tók støðið í, at allir aktørar (feløg/fiskifør), sum vóru í vinnu í 1993, hildu fram í sama fiskiskapi í nýggju skipanini í 1994. Í 2007 varð henda skipan sett til at fara úr gildi árskifti 2017/18
uppgávan at skapa verju móti vindi og regni til tess at verða karmur um hetta virksemi - onki “dýrt arkitektonisk” byggiverk her!!! Hvussu so við hinum projektinum? Jú, her hendi onki annað enn, at býráðið [...] vit øll kenna sum Palla, verður 80 ár 24 apríl. Á ein hátt kann sigast, at Palli er vorðin ein institutión. Hann er kendur av at kalla øllum føroyingum sum arkitektur, og so hevur hann eisini gjørt vart [...] r í summarfrítíðini, ella eitt skiftið verið og vent har, fyri at fáa tað fakliga á beint í eitt tíðarskeið. Tað kann soleiðis sigast, at Palli hevur havt árin á tey nógvu av okkum, og hevur havt ávirkan
gott fólk, og har plagdi Mia at koma nokk so nógv. Tær plagdu at vera á floti saman. Sum ung fór Mia til Íslands at arbeiða fisk. Hetta var sera strævið. Men so fór hon at vera í húsi hjá apotekaranum [...] tíðini var ikki gamansleikur at vera einkja og faðirloysingur. Tað kundi hvørki haldast jól ella føðingardagar, ráðini vóru ikki til tess. Mia mintist, at gamli Sloan plagdi at ganga runt og leska tey við [...] kom fyri, at hon kundi keypa einar rotuskógvar í mótahandlinum hjá Josefinu Effersøe í Mettustovu á Reyni. Mia mintist Niels Finsen. Hann dugdi so væl at syngja. Hon greiddi eisini frá, at hon setti eitt
hon sleppur at standa einsamøll – Phil Zuckerman vísir í sínari bók ”Gudløse samfund” frá 2008 á, at alment fíggjaða fólkakirkjan í Danmark eisini kann vera ein partur av frágreiðingini uppá, at danir eru [...] drívmegi til at kappast, gerst vøran minni spennandi. Prestur fær sína løn, um so tað eru 5 ella 100 fólk til gudstænastu. Víst verður á, at almenna kirkjan ikki kennir tað sama trýsti at ”vera up to date” [...] Luchau á, at danir í spurnarbløðum í minni og minni mun vilja nevna seg sjálvar ”religiøsar”, teimum dámar betri heitið ”spirituellir” ella ”trúgvandi”. Ein frágreiðing uppá hetta kann vera, at tað, at vera