Men munur er á skipum. Tann nýggi Smyril kostar 268 milliónir krónur at smíða, tá dagbøtur eru drignar frá. Tann fyrsti kostaði 70.000 krónur og var um 162 brutto registar tons. Tann nýggi er heili 12.320. Dampmaskinan á fyrsta Smirli var 160 hk, men tann nýggi hevur ein høvuðsmotor, sum er fýra ferðir 3.360 kw.
Í dag er ræður fyrst og fremst um at koma skjótt um Suðuroyarfjørð. Fyri 110 árum síðani var fyrst og fremst talan um at fáa flutning. Fyrsti Smiril sigldi á nærum hvørja bygd í landinum, so tað gingu bæði dagar og vikur frá tí at hann fór av Trongisvági til hann kom aftur. Men tá hevði hann bæði verið á Havnini fleiri ferðir á veg til og úr bygdum í Eysturoynni, Norðoyggjum, Vágum og í Sandoynni. Eisini sigldi hann til útoyggjar, og fýra ferðir um árið sigldi hann til Leith í Skotlandi.
Onkuntíð verður funnist at politikkarum, tí teir leggja seg upp í ferðaætlanir. Men ríkisstýrið kravdi - fyri at A.S. J. Mortensens Eftt., sum lat Smiril smíða, kundi fáa stuðul til siglingina - at Løgtingið góðkendi fyrstu ferðaætlanina og farmagjøld. Ferðaætlanin er dagfest 18. november 1895.
Nógv varð skrivað og sagt um henda nýggja Smyril, áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður við sponsku skipasmiðjuna at smíða nýggja suðuroyarskipið fyri 300 mió.kr. Nógv varð sagt og skrivað, tá tað kom fram, at hann var nógv seinkaður - eitt ár, tá avtornaði. Men nakað varð eisini sagt og nakað skrivað, áðrenn reglulig innanoyggja sigling kom í lag fyri 110 árum síðani.
42 fólk vildu hava rutuskip
Málið um at fáa eina sigling innanoyggja tók seg upp, tá umsókn kom á ting við 42 undirskriftum. Løgtingið tók málið upp, men einki kom burtur úr, fyrr enn sløk 10 ár seinri.
Tá velur tingið eina nevnd at tingast við DFDS um sigling innanoyggja, men DFDS hevur ongan áhuga. Tað hevur afturímóti handilsmaðurin í Miðvági, Godtfred Heinesen, sum tingaðist við skotar um fáa eitt skip til hesa sigling. Men áðrenn hann fær tingað seg til eina loysn, doyr hann knappliga.
Men Jens Andreasen í Dali, skipari, hevði eisini áhuga fyri hesum máli, og hevði í umbúna at seta eina dampmaskinu í sluppina Dauntless. Eftir frágreiðingini hjá nevndini eru skip farin at brúka "...petroleums dampmaskiner efter sigende endog til dampskibe af flere hundrede tons..." og "da petroleum som brændsels- og opvarminsmateriale er betydelig billigere end kul" hevur Jens í Dali í kvittanum at "sætte en sådan maskine i sin kutter..."
Tilboðið hjá Jens í Dali er 38.000 kr. um árið, men nevndin roknar seg til, at inntøkurnar verða einar 10.000 kr. minni, sum máttu fáast sum ríkisstuðul.
Reiðaravirkið letur skip smíða
Men áðrenn málið er loyst, kemur handilsvirkið á Tvøroyri, A/S Johan Mortensen Eftt., upp í leikin "sum smiril í staraflokk". Í desember 1896 bjóðar Mortensens-handil seg til at reka innanoyggja sigling við damskipi frá nýggjárinum 1896. Várið eftir eru stjórarnir, Petur og Niels Juel Mortensen í Danmark og tingast við ríkisstýrið um ætlanina, uttan at tingið tykist vita nakað um tað. Í juli kemur bræv til Amtið um, at løgmálaráðið hevur gjørt avtalu við reiðaravirkið á Tvøroyri um eina innanoyggjasigling.
Um hetta mundið stóð skipið longu í gerð á Kockum Mekaniska Verkstad Aktiebolag í Malmø. Tá tað fór úr barkastokki 15. oktober 1895, fekk tað navnið Smiril og kom á Trongisvágsfjørð 19. desember. Smiril fór fór at sigla í januar 1894 og fyri siglingina lat ríkiskassin 12.000 kr. árliga í stuðli.
Fáir føroyingar høvdu útbúgving og royndir at sigla við dampskipi, og maningin var fyri tað mesta donsk. Skipari fyrstu 10 árini var ein dani, Clausen nevndur. Í 1898 sigla tó tríggir havnarmenn, Dánjal í Horni, Christian Jóhannes Dam og Niclas í Køk, við Smirli. Eftir Clausen førdu føroyingar Smiril - Hans Debes, Einar Bertelsen og Hans Olavus Poulsen, róptur Lávus á Høvda, sum eisini varð skipari við tí nýggja Smirili fyrstu tvey árini - til í 1934.
Umframt at sigla í rutusigling, varð hann eisini leigaður til vaktarskip, og í 1898 tók Smiril ein trolara fyri at fiska innan fyri mark. Í 1901 var Smiril í Malmø og fekk eina kahútt, sum stóð á dekkinum har afturi, men tá Smiril var á veg til Klaksvíkar í januar 1928 fekk hann á Mjóva-nesi ein sjógv, sum tók kahúttina. Fimm ferðafólk sjólótust.
A/S J. Mortensen Eftf. seldi Smiril til Færøernes Amts-kommune í 1917, men heimstaðurin var Trongisvágur til 1921, tá handilsvirkið fekk endaliga skeytið. Tá varð hann skrásettur í Tórshavn. Men tann nýggi Smyril er aftur skrásettur í Suðuroy - nú á Tvøroyri.
Tá Løgtingið fekk nýtt skip til strandfarasiglingina í 1932, varð tann gamli seldur til Íslands, og fekk navnið Sverrir.
Álitið í 35 ár
Tá fyrsti Smiril hevði pløgt firðir og sund í 37 ár, kundi Løgtingið bjóða føroyingum eitt nýtt og stásiligt ferða- og farmaskip í 1932. Hetta skipið var væl størri og hevði bæði royki- og matsalong. Eisini bar til at fáa sær eina koyggju umborð.
Talan er um tann Smiril, sum tey flestu minnast - við tí høga skorsteininum og tí eyðkendu floytuni. Eitt gott skip, søgdu summi, men onur halda, at hann var ein rullibukka. Mong munnu minnast sjóverkstúrarnar um Suðuroyarfjørð - og ikki minst matarroykin frá kabússini, har Poul Egilsnes og aðrir kokkaðust&.
Hann hevði dampmaskinu, so larmurin var eingin. Hann var kolfýrdur til í fimmtiárunum, tá olja kom í staðin fyri kolið. Eisini fekk hann radara um hetta mundið. Tað var eitt stórt framstig, tí tá slapst undan floytuni fyri at kanna, um hann var nærhendis landi ella ikki.
Skipari tey nógvu árini var Símun Vilhelm, á Tjørn, úr Vági. Hann førdi Smiril til 1949, tá Hanus Jensen tók við. Eftir 10 ár á brúnni, lat hann Christiani Kruse starvið at føra Smiril.
Hesin Smiril sigldi fyrst og fremst til Suðuroyar, men líka til í sekstiárunum sigldi hann eisini á Vág, Hvalba, Sandvík, Dal, Skálavík og Húsavík. Men tá vegasambandið bøttist og tunnlar komu helt henda sigling so við og við uppat. Tó varð onkran dag í viku siglt á Vág.
Álopin tvær ferðir
Undir krígnum skutu týsk flogfør tvær ferðir eftir Smirli út fyri Skálavík - í juli og í desember 1941. Fyrru ferðina kastaði flúgvarin fýra bumbur. Eingin rakti, men skipið fór at leka. Fólk vórðu skelkað, nøkur fingu smásnuddir og fleiri fóru í land í Skálavík. Seinru ferðina kastaði flúgvarin tvær bumbur og skeyt somuleiðis eftir Smirli. Ein bretskur hermaður varð raktur. Hann doyði seinri av løstinum. Ein kúla fór gjøgnum ein stól, har ein ferðamaður hevði sitið beint frammanundan. Ein onnur kúla fór gjøgnum brókina á einum manni. Fólk í Skálavík søgdu eftir hendingina, at bumbubrestirnir vóru so ógvusligir, at tað var ikki meira enn at mastrartopparnir sóust, tá sjógvurin tók seg upp eftir brestin.
Smyril varð smíðaður í Havn
Sum tíðin leið var Smiril, sum varð smíðaður í Frederikshavn, ikki tíðarhóskandi, men ráðini at fáa nýtt skip vóru ikki tey bestu í fimmti og fyrst í seksti árunum. Men "sjálvstýrislandsstýrið" setti sær fyri at fáa nýtt skip. Landsstýrið gjørdi sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju um at smíða nýggja skipið, sum var royndartúr á vári í 1967. Seinri sama ár, tók hann upp regluliga sigling millum høvuðsstaðin og Suðuroynna.
Nýggja skipið kallaðist Smyril. Málfrøðingar komu eftir, at málsliga var tað rættari at stava navnið við seinra y í staðin fyri við fyrra i.
Smyril hevði eini hálvtannað hundrað sitipláss, fleiri kømur, útsølu og harafturat kundi hann taka einar 8-10 bilar. Við øðrum orðum var tænastustigið nógv hægri, men hann varð skjótt ótíðarhóskandi, tí fyrst í sjeytiárunum gjørdi "bilisman" av álvara vart við seg, og kravið um eitt skip, sum tók fleiri bilar, gjørdist natúrligt.
Morten Mols stórt framstig
Tá nýggja landsstýrið millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin varð skipað í januar í 1975 varð avgjørt at útvega nýtt skip til strandfarasigling. Finnbogi Ísakson, sum umsat samferðslumál, Atli Dam, løgmaður, og Tummas Arabo, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, stungu út í kortið.
Skjótt varð borið at, og Løgtingið samtykti skjótt at keypa donsku ferjuna Morten Mols, sum kom á Havnina 12. juni 1975. Sjálvandi fekk hann navnið Smyril, og gamli Smyril fekk navnið Dúgvan. Keypið elvdi til eitt sindur av politiskum orðaskifti, tí Sambandsflokkurin helt keypið vera óðamannaverk. Bara suðuroyartingmaðurin hjá Sambandinum, Jákup Mortensen, atkvøddi fyri keypinum.
Umframt at sigla suðuroyarleiðina sigldi Smyril eisini fyrsta árið á til Noregs og Íslands. Árið eftir kom Skotland uppí siglingina. Dúgvan røkti tí eisini suður-oyarsiglingina fyrstu árini, men skjótt varð Teistin keyptur.
Politiskt rok og landsstýrið fer frá
Áhugin fyri uttanlandssiglingini vaks, og hugsjónirnar um at fáa sigling millum nýggju oljulondini Noreg og Skotland gjørdu, at Smyril fór at sigla hesa leið á vetri eisini. Ætlanin at keypa nýtt skip, Lassa 2, tók seg upp, men hon elvdi til politisk rok, og Fólkaflokkurin leyp frá. Val varð skrivað út í ótíð í 1980. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skipaðu landsstýrið saman við Sjálvstýrisflokkinum, og vetrarsiglingin fekk mønustingin.
Sum heild royndist Smyril - eins og Teistin - væl, men tá ynskini um betri skip til uttanlandssiglingina ikki fingu undirtøku í almennum høpi, tóku m.a. yvirmenn á Smyrli seg saman at stovna nýtt felag at keypa skip til uttanlandssigling burturav. Ein av oddamonnnum var skiparin á Smyrli, Óli Hammer. Smyril Line varð stovnað, og Norrøna fór at sigla í Norðurhøvum í 1983.
Eitt skifti, tá Strandfaraskip Landsins átti tvey skip, varð Teistin langtíðarleigaður til Trinidad. Onkuntíð hevur Smyril siglt fyri P & O Ferries, og eitt skifti var hann uppi í eini ævintýrasigling millum Noreg og Norðurjútland.
Siglingin - serliga vantandi sigling, tá suðuroyingar vóru við sviðusoð - hevur eisini elvt til mótmæli, og einaferð fóru mótmælisfólk til Havnar undir herrópinum "Okur eiga Smyrol".
Strandferðslan tók seinri upp aftur siglingina til Skotlands, m.a. eftir ynski frá fiskaútflytarum, men miðskeiðis í nítiárunum steðgaði landsstýrið við Sambands-, Fólka- og Sjálvstýrisflokkinum siglingina og seldi Teistan.
Skiparar við Smyrli hava verið Frederik Meklenburg, Óli Hammer, Alfred Jacobsen, Hanus Lassen og Pauli Larsen.
Smyril hevur røkt siglingina einsamallur seinastu árini. Hann hevur bara siglt um Suðuroyarfjørð og túratalið er so við og við hækkað, so nú siglir hann tveir túrar dagliga. Var hann eitt glæsiligt skip, tá hann kom, hevur hann verið í so lítil seinastu árini, serliga tí hann tekur bara einar 120 bilar, og tað er ov lítið um høgtíðir og tá okkurt serligt er á vási.
Men hetta broytist nú, tá nýtt skip kemur, sum bæði kann taka fleiri ferðafólk, fleiri bilar og hevur nógv betri umstøður til ferðafólkini.
Keldur: Føroya Siglingarsøga, Føroyar undir fríum handli í 100 ár og Hugbirtingar.









