stór, men øll bygdin og alt landið, sum tað er, følir við teimum. Tað er sum hava vit øll mist. Fyri at heiðra minninum um teir fimm, varð skipað fyri minningargudstænastu í Sjóvar kirkju páskadag. Jógvan [...] væntandi at nógv fólk fóru at nýta høvið til at vísa manningini og teimum ið eftir sitað sína samkenslu og tí høvdu tey, sum stóðu fyri minningarhaldinum eisini fingið sær innivist í skúlanum. Skúlin var [...] Stutt fyri páskir komu tey syrgiligu boð at Sjóborgin av Strondum var horvin og hóast drúgva og intensa leiting ikki var afturfunnin. Fimm mans, í bestu árum, vóru ryktir burtur frá teirra kæru. Hjá teimum
hansara. Tær stúrdu fyri løtuni og tosaðu sínámillum um, hvør skuldi velta hin stóra steinin frá grøvini. Tað tyktist alt so svart og ógjørligt, tí ein stórur steinur var settur fyri inngongdina til grøvina [...] grøvina. Tá kvinnurnar komu út til grøv Jesu, funnu tær steinin veltan frá grøvini. Harrans eingil bar teimum gleðiboðini: »Ræðist ikki! Tit leita eftir Jesusi úr Nasaret, hinum krossfesta; hann er risin upp [...] okkum ævigt lív. So sum apostulin sigur: »Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av
79 tonsum árið fyri. Og longu nú eru ábendingar um, at meiri enn 97 tons av vandamiklum burturkasti verður latið IRF at viðgera í ár. ? Tað er stórur munur á støðuni í dag í mun til fyri fáum árum síðani [...] Andrias Joensen. ? Vit arbeiða við eini skipan fyri virkir. Tað er ein sannroynd, at ov lítið kemur frá virkjunum og tað kann hugsast vera tí, at tey skulu rinda fyri tænastuna. Akkumulatorar Vandamikið burturkast [...] burturkastgjaldið er ein háttur at fáa pening til at beina fyri burturkastinum. Endamálið við lógini er at fyribyrgja dálking við at skapa fortreytir fyri innsavnan, endurvinning og umhvørvisligari skynsamari
Barnafamiljurnar vilja fegnar búgva uttan fyri ringvegin, meðan tey tilkomnu, sum eiga hús uttan fyri ringvegin fegin vilja selja og keypa eini hús nærri býnum. Men har er útboðið ikki stórt, sigur Jonhard [...] fólk vilja selja fyri og tað sýnsmaðurin metir húsini vera verd, tosa vit okkum til sættis, sigur Jonhard Dadl-Jacobsen. ? Tey eru fleiri, sum spyrja seg fyri hjá okkum um eini hús fyri uml. 600.000 krónur [...] hæddum og fara fyri 890.000 krónur, tá ið alt er íroknað uttan tapetisering. Bíligari kann tað ikki verða, sigurt Jonhard Dahl-Jacobsen. Prísurin á sethúsum fór spakuliga at kvinka upp eftir fyri uml. trimum
byrja í útvarpinum 19. apríl kl. 19, har eitt umboð fyri hvønn flokk fær orðið. Síðani fær hvør flokkur eina framløgusending, og skipað verður fyri spurnarsendingini »Í Andgletti«, sum verður í tveimum [...] ætlanin at tosa um hvørji politisk stig skulu takast fyri at tryggja føroyingum førleika í samskiftisøldini. Eru skúlar og aðrir mentanarstovnar nóg væl fyri at taka nýggju avbjóðingarnar, verður m.a. evnið [...] tveimum pørtum. Lurtarar sleppa at seta spurningar Í fyrra partinum, sum varir 30 min., skal eitt umboð fyri flokkin svara spurningum frá útvarpsfólki. Hesin parturin verður tikin upp framman undan. Seinni parturin
finna nýggjar dagar fyri einstøku dystirnar. Men royndirnar siga okkum, at tá avtalur verða gjørdar, uttan at teir sum eru partar av avtaluni hava møguleika fyri at hava heildarmyndina fyri eyga, so er ikki [...] dagliga yrki eru ella hava verið so knýttir at teimum treytum, ið veðrið setur, at taka til, og at teir vita, hvat teir tosa um, fingu vit aftur prógv fyri nú á páskum. Kuldin og kavin steðgaðu millum øðrum [...] eina ætlan fyri, hvussu tað, sum hevur hópað seg upp, skal avgreiðast, men tað er sjálvandi treytað av, at tað verður spælandi kring landið. ? Vit hava gjørt eina nýggja kappingarskrá fyri bólkaumfarið
henda dagin, ímeðan øll vit onnur ikki torgaðu okkum út fyri dyr fyri einum tí herviligasta kavarokinum og storminum í langa tíð, bardust hon fyri lívinum úti í óbygdum í Lopransdali. Marianna Joensen er [...] ikki so illa fyri, sum ein skuldi trúð, tó at hon var óluksáliga køld. Tó vil hon siga, at tað var í síðstu løtu, at hon fann jeepin hjá landsverkfrøðinginum. Eg var so mikið illa fyri, at tað var ikki [...] at tað var frægast at bíða í bilinum eftir gravkúnni hjá landinum, sum tey vistu var farin undan teimum til Víkabyrgis at grava, og tí mátti, koma framá tey aftur á veg heimaftur um ikki so langa tíð.
atfinningar ímóti bankunum fyri tað, um teir eru sera varnir at fíggja fleiri flakavirki. Bankarnir leggja sera stóran dent á, at tað eru røttu fólkini, sum koma at standa fyri rakstrinum á einum virki [...] flakavirkið í bygdini aftur frá Føroya Fiskavirking. Í einum ógvuliga stuttorðaðum tíðindaskrivi beint fyri páskir varð kunngjørt, at Fiskavirking hevði selt einum felag á Eiði virkið. Keypsprísin eru partarnir [...] hýsu og øðrum fiskasløgum, sum kunnu brúkast til tað. Men ætlanin er eisini at viðgera fiskin meiri fyri at virðisøkingin skal vera so stór sum gjørligt. Men akkurát hvørjar ætlanirnar eru er ikki heilt
minkar í stórum og við rúkandi ferð, kunnu vit bert takka teimum flokkum fyri, sum sýndu dirvi og áræði í árunum frá 1991 til 1994. Á odda fyri teimum báðum samgongunum stóð Javnaðarflokkurin. So einfalt er [...] Javnaðarflokkurin nóg fyri upp undir løgtingsvalið í 1994. Serliga frá sambandsflokkinum, ið segði seg hava loysnirnar, men sum enn ongar loysnir hevur lagt fyri dagin. Ístaðin fyri at afturgjalda skuldina [...] øll uttanlandsskuldin hjá landskassanum liggur sum kunnugt í danska ríkiskassanum. Størsta heiðurin fyri, at netto uttanlandsskuldin er vorðin so nógv minni, eigur uttan iva Føroya Banki, saman við hinum
roknistykki fyri framtíðina, men tey mugu lesast við skili og ikki takast sum átrúnaðarligir lærusetningar. Men altíð tá ynski um tílík roknistykki hava verið borin fram, rennur fram fyri meg: Øskudólgur [...] eitt lætt »prógv« fyri tey, sum ikki trúgva uppá, at tað ber til at liva í hesum landi. Hetta støðgar mótpartin, halda tey, við einum einasta setningi. Smart. Ómakaleyst. Í staðin fyri at bróta upp um [...] fáa okkum í óføri. Dømini eru óteljandi. Hvussu við suðurkoreanska ella japanska búskapinum? Bara fyri ári síðani høvdu nógv sagt, sum føroyingar plagdu at siga: »Hatta er trygt sum Bank of England ella