bólkurin er til reiðar at taka Vágsbø við storm einaferð afturat. - Vit hava vant sera nógv til hesa framførsluna, og vit kenna á okkum, at alt situr sum tað skal, sigur Hans Jákup Nystrøm, sum er annar sangarin [...] hava ongantíð áður fyrireikað okkum so væl til eina framførslu, sum vit hava gjørt til hesa. Fólk fáa eitt brak og onkur yvirraskilsi, siga sangararnir í Dynamit. Klokkan 01.30 í kvøld fara Dynamit á stóra [...] skulu vit hava fólk við, og fólk skulu eisini kenna, at vit klára at fylla pallin út við okkara sangum og framførslu annars, sigur Niklas Heri Jákupsson, sum er hin sangarin í bólkinum. Tað verður nógv tosað
Ein av teimum, sum plagar at vera rættiliga árvakin, tá nýggir og ótraditionellir møguleikar eru í eygsjón, er Jóhan Mortensen, vinnulívsmaður. Jóhan veit at siga, at royndir vórðu gjørdar at veiða makrel [...] veit at siga, at fleiri vinnulívsfólk síggja stórar møguleikar í hesum tilfeingi, sum í summarhálvuni svimur nærindis okkara klettum. - Eg veit, at tað eru fleiri, sum hava ítøkiligar ætlanir um at keypa [...] Eitt er, at kryvjing kann fara fram umborð á bátunum, sum veiða makrelin – og annað er, at kryvjing verður skipað í landi, sum kann taka undan hjá fleiri bátum. Stórur áhugi Jóhan Mortensen, sum hevur samband
týðandi tað er at hava eina breiða fjøld aftan fyri forsetaembætið. Samstundis vilja tíðindi vera við, at Sarkozy ætlar sær at brúka fleiri fyrrverandi sosialistar í valstríðnum fyri at fáa nakrar atkvøður [...] atkvøður haðani. Onkur teirra hevur longu víst seg á veljarafundi saman við Sarkozy. Enn hevur Francois Bayrou ikki sagt, hvat hann fer at mæla sínum veljarum til at gera, tá seinna valumfarið verður tann [...] tann 6. mai, og eygleiðarar siga, at tað er heldur ikki vist, at teir fáa nakað tilmæli frá honum.
vísir á, at tað er sera týðandi at seta tíð og orku av til trivnað og førleikamenning, so at fólk trívast væl og hava tað, sum skal til av førleikum og amboðum at loysa sínar uppgávur. – Eg haldi, at tað er [...] fyribilsstarvi sum rektari, um hann fór at søkja starvið. – Tá ið eg kom til ta niðurstøðu, at eg helt, at eg kundi geva hesum starvinum nakað, og at eg kundi føra Glasir víðari til næsta stig, sum vit eru í [...] pallinum sum leikarar og tónleikarar, men nógv onnur eru eisini aftanfyri. – Tá ið tað ræður um at fáa næmingar og lærarar at kenna seg sum ein skúla, so er týðandi at hava ítøkiligar uppgávur at loysa,
Skuldsetingarnar koma sum eitt snarljós, og eg dugi ikki at kenna meg aftur í teimum, sigur Heri Niclasen. Heri Niclasen varð settur sum stjóri fyri góðum ári síðani og undirstrikaði tá sum nú, at dyrnar á Ferðaráðnum [...] , um onkur hevur eitthvørt uppá hjarta ella okkurt er, sum ikki er nøktandi. - Uppgávan hjá Ferðaráðnum er at kunna um Føroyar bæði innanlanda og uttanlands. Onkur kundi kanska ákært meg fyri, at eg tað [...] avgjaldið gjørdi, at nógv færri bíleggingar komu. - Eg visti ikki betur enn, at ferðavinnan fekk boð. At boðini ikki komu út harmist eg um, men eg havi ilt við at trúgva, at avgjaldið førdi við sær færri bíleggingar
verið løtt. Oddaliðið eigur ikki at fáa trupulleikar við Fossanesi. Sunnudagin er so møguleiki hjá TB at fáa gongd á aftur. ÍF er mótstøðuliðið, og ilt er at siga hvør fer at vinna tann dystin. Bæði liðini [...] kvinnunum hendi tað gleðiliga seinasta vikuskifti - fyri spenningin í hvussu er - at Dráttur vann á Mjølni. Tað hevur við sær, at kappingin í oddinum er púra jøvn. Hóast tapið er Mjølnir tó væl fyri til dystin [...] liðini hava spælt misjavnt higartil, tó hevur TB kanska leikliga havt munin, og á heimavøllin plagar at liggja væl fyri.
In.fo væntar at flestu dystirnir vera so mikið javnir at tað er mikið sannlíkt at vit fáa onkra longda leiktíð at síggja, og tað er als ikki óhugsandi at onkur brotskastskapping fer at avgera dystir. [...] hareftir á jøvnum, verða at skjóta eitt brotskast hvør, til dysturin er avgjørdur." Í hálvfinalunum er tað fyrsta liðið, ið vinnur tveir dystir, ið sleppir í finaluna. Tað vil siga at tað verða upp í tríggir [...] undanfarnu FM-finalunum, har ið dystir kundu enda við javnleiki. Nú snýr tað seg um at vinna hvønn dyst, og tað er einki sum eitur javnleikur longur. Tað stendur soleiðis í kappingarreglunum hjá HSF: "Í e
trupulleikar at sova. Ein onnur grein snýr seg um Henrik Larsen, ið helt, at føroyingar hava 20 % møguleika at vinna. Í liðuppsetingini hjá fólksliga blaðnum ?Bild?, gera tey nógv burturúr, at føroyingar [...] ið meinti at hetta var stórsti dysturin nakrantíð fyri Føroyar. Seinni gongur púra galið hjá hesum týska journalistinum, ið m.a. meinar at í Føroyum búgva 484.000 fólk. Hetta er vánaligt at eitt so kent [...] meðan syrgitónleikur ljóðaði. Hjálparvenjarin Skibbe royndi at siga okkurt, meðan hann tosaði byrja føroyingar at syngja týska tjóðsangin, har Brandur Enni sang fyri. Millum brotini komu stuttar lýsingar
hann aftrat. Tað sum vit hava sagt, og okkara løgfrøðingar hava sagt, er, at har eru nøkur punkt, sum eru ógvuliga ivasom í stjórnarskipanarlógini, soleiðis sum hon sær út í løtuni. Men sum eg havi sagt áður [...] tað broytir kortini ikki upp á tað, at vit eru beint nú partur av einum ríkisfelagsskapi og har eru nakrar spælireglur galdandi, sum mugu virðast. - So fyri at siga tað eitt sindur øðrvísi, so blandi eg [...] grindadráp, tí eg veit, at grindadráp hevur sterk søgulig bond og eg veit, at tað drápið undir øllum vanligum umstøðum verður skipað soleiðis, at tað verður tikið hædd fyri djórunum, sum verða dripin. So persónliga
tónaskaldið megnaði í operuni at endurgeva sjálvan pulsin í bohémelívinum og skapti eitt so spennandi symfoniskt verk, at sjálvt Debussy, sum annars ikki torgaði Puccini, helt fyri, at hetta var higartil besta [...] tað vónleysa. Sum árini liðu, og nðggjar sosialar skipanir vunnu fram, fækkaðust bohémarnir. Eyðsæð er ikki so lætt at kenna súsið av lívinum á eggini, tá studningur ella a-skipan eru at detta aftur á [...] aksla-ypping, sum leikluturin annars ikki leggur upp til. Hinvegin var hann góður í hæddini, og røddin hevði ein penan klang, sum vigaði upp ímóti vantandi fylluni. Vónandi hevði onkur ávarað sangararnar