umráðandi at fólk ikki skuldu koma saman at hoyra Guds orð. Hetta var gjørt á tann hátt, at øll skuldu fara á politiskan fund ella út at arbeiða í kirkjutíð. Hetta kundi vera at fara út á plantagurnar at heinta [...] Tað mest umráðandi hjá myndugleikunum var at fáa fólkið at skifta hugburð. Fyrst og fremst skuldu tey fáast at halda, at eingin Gud var til. Hugburðurin var, at “vit kunnu megna alt sjálvi!” Atsóknin móti [...] Eitt stig var at skráseta tey, sum komu í kirkju, fyri at ræða tey. Bóndafeløg vóru skipað, og her skuldu øll vera við. Fólkið skuldi upplærast í kommunismuni. Nú sást, at tað kom at kosta at vera trúgvandi
vant seg við ikki at ganga í ótta fyri, at menn og synir skuldu verða tiknir í kríggj. Tað var nú gjørligt at koma fram til tey svøltandi við hjálp. Nógv vóru so niðurundir komin, at teimum var ikki [...] Teir vóru glaðir fyri at sleppa at liggja á madrassum á gólvinum, har sum pláss var. Ein av hesum var so álvarsliga skaddur, at hann doyði. Hinir sluppu við lívinum. Áhugavert var at síggja, hvussu starvsfólkini [...] byggjast upp. Merkisvert var at síggja, at teir sum fingu týðandi størv runt í landinum av “gomlu stjórnini”, nógvir vóru noyddir at taka við starvinum móti sínum vilja, nú sluppu at vera í friði í landinum
í bíbliuni heldur. Seinni sóu vit, at summar teirra vóru bangnar og tordu ikki at koma í kirkju. Men aðrar høvdu meira dirvi, sjálvt um tær vistu, at tað kundi koma at kosta teimum nógv. Eitt kvøldið vóru [...] varð hann latin leysur móti, at skrivstovumaðurin hjá kirkjuni veitti trygd fyri, at teir altíð kundu fáa fatur á honum aftur. Tað, sum teir vóru úti eftir, var at fáa Gudina at arbeiða fyri myndugleikarnar [...] varð noydd at hyggja at, meðan fangar vórðu píndir. Teir royndu eisini at seta pápa og dóttir upp móti hvørjum øðrum. Dóttirin slapp leys aftur. Tað sama slapp Gudina enn eina ferð, eftir at svenska stjórnin
Hetta er tí, at tær fáa so lítið av vatni at drekka. Tí er mjólkin so tjúkk og verður mest brúkt til smør, sum verður seld. Smátturnar at eta í hava ikki aðra innrætting enn flatar steinar at sita á og ein [...] doyðu eisini av tí. So nógv av okkara arbeiði var at siga fólkinum, at hetta máttu tey ikki gera, og hvussu ringt hetta var. Tey nikkaðu og lovaðu, at hetta skuldi ikki verða gjørt aftur. Men tað skuldi [...] tordi tó ikki at leggja á lond í Europa, so hann valdi sær Etiopia, sum hann helt vera eitt lættari offur. Hann fann sær okkurt páskot fyri at hertaka Etiopia í 1935. Keisaran valdi í 1936 at fara í útlegd
um. Vit royndu eisini at læra hana at tosa, og hon kom at klára seg í tí dagliga. Í 1999 hevði hon hoyrt, at eg skuldi koma á vitjan. Hon var fleiri ferðir komin á missiónsstøðina at spyrja eftir mær. Men [...] eingin hjálp at fáa. Belete bleiv brekaður. Hann kundi ikki siga eitt orð ella eta sjálvur. Hann gekk ofta beint fram uttan at ansa sær, so hann var strævin at hava heima. Møguleikar fyri at sleppa á stovn [...] Addis Abeba at fáa sær arbeiði. Har komu teir at búgva hjá eini gamlari konu. Teir búðu í einum lítlum tilbygningi til hús hennara. Tá hendi tað, at hermenn gingu hús úr húsi, har teir vistu, at ungir dreingir
Garda í Gidole økinum at hava møti. Eg las og talaði Guds orð til teirra, og tey lurtaðu væl eftir. So segði eg teimum, at ætlanin var at koma regluliga at læra tey at lesa og at boða Guds orð. Eg spurdi [...] varð einki hús rakt. Vit fóru at hyggja at rótini og sóu, at brotið var heilt frískt. Teir gomlu, sum vóru farnir heim, hoyrdu buldrið og komu saman við bygdarfólkinum at vita, hvat ið var hent. Tey [...] hoyrt. Tey hildu, at Gud nú hevði víst teimum, at hann var sterkari enn satan. Tíðindini um træið fór út til allar bygdirnar. Ein streymur av fólki kom at síggja, hvat ið var hent, og at síggja træið, sum
Tey vóru rædd fyri at verða smittað. Eg royndi at gera teimum greitt, at henda sjúkan ikki smittaði. Eisini tók eg Orkaydo upp í fangið fyri at vísa teimum, at eg var ikki bangin fyri at verða smittað av [...] mín og segði, at øll søgdu við seg, at hon mátti gevast at passa Orkaydo, annars fór hon at fáa sjúkuna, sum hann hevði. Eg segði, at hon mátti ikki lurta eftir slíkum. Orkaydo plagdi at koma oman til [...] bíbliupartar. So søgdu tey við meg: “Veitst tú ikki, at tú hevur ikki loyvi til hetta?” Eg svaraði: “Men tey siga jú í radio, at tað er trúarfrælsi. Tey siga væl ikki ósatt!” So flentu tey bara og tóku ímóti
mær. Tað fer ikki at hjálpa kortini”, segði hann. Tað nyttaði einki at royna at yvirtala hann ikki at fara. Hann stóð við sítt, men hann lovaði at koma aftur, tá ið ofringin var liðug at halda áfram við [...] hann doyði. Eg kann eisini siga, at eg havi alt gott at bera fólkinum í Konso. Hvat enn ið kann sigast um teirra mentan, so kann eisini sigast, at grundleggjandi lá í teimum ikki at stjala. Tí kom tað frá [...] tóktist drongurin at vera frískur, so eg hevði vónir um. at tað fór at gangast væl. Tað ræður um at koma skjótt til viðgerðar. Tað høvdu verið nógv slangubit hesa tíðina. Húsini eru so ótøtt, at slangurnar krúpa
nokk í slekt við tey. Men eg minnist seinni, at tey snakkaðu um, at Kristina var forlist. Tá kom eg serliga at minnast henda Rasmus, sum svav uppi hjá okkum. Eg minnist, at ein maður í klædningi kom út [...] var forlovað við Axel, greiðir frá, at hon fyri nógvum árum síðan fekk at vita frá Dias á Heyggi, at Axel var ikki serliga fegin um keypið av Kristinu. Hann helt vist, at hetta var ein ov stórur biti fyri [...] tá teir komu aftur. Elsa seymaði útstýr, og hon fekk seg ikki at trúgva, at Kristina var burturgingin. Hon helt áfram at seyma eftir, at fólk annars høvdu mist vónina um skipið. Hon misti ikki bert drongin
hjá Elsu eru at síggja rættiliga nógva staðni, hevur hon ongantíð gjørt nakað serligt fyri at selja tær, tí so hevði ítrivið líkts ov nóg einum arbeiði. - Eg vil sleppa at hava stundir til at fáa nýggj hugskot [...] sum myndevni. Ì løtuni eru nakrar av fuglamyndunum hjá Else at síggja í listahandlinum Listir í Havn Dýrgripir í óruddinum - Jú, tú kanst siga, at eg máli við tógvi. Grundtilfarið spinni eg oftast sjálv úr [...] hugurin at brúka fuglar sum myndevni er komin av at síggja teir so tætt at í sínum rætta umhvørvið. Men so løgi tað ljóðar, kom íblásturin til hennara fyrstu fuglamynd eina heilt aðrastaðni frá. - Eg skuldi veva