leggur konan aftrat, at tað hitar hennara harta, at fleiri hava vent sær til hennara eftir deyðsfallið, soleiðis at hon ikki stendur einsamøll í sorgini. Sagt verður um kropsbyggjaran, at hann hevði fleiri [...] Illia Yefimchyk, at hann var 185 sentimetrar høgur og vigaði 320 pund. - Eg legði meg á knæ og bað um, at hjarta hansara skuldi byrja at sláa aftur. Í staðin fekk eg ræðuligu boðini um, at maður mín var [...] Hann er umrøddur sum "heimsins størsta monstur av einum kropsbyggjara", men nú er hvítarussiski, Illia Yefimchyk, deyður, bert 36 ára gamal. Sambært CNN fekk kropsbyggjarin - ella bodybuildarin - fyrr
kommunu var hon í botni, eftir kanningini at døma. Desverri leyp ketan av hjá mær, tí eg visti, at eg sum borgarstjóri gjørdi alt fyri borgararnar næstan nátt og dag. Fíggjarleiðarin ger alt fyri at vera f [...] kundi kringvarpið víst hesum 40 árunum áhuga. Heldur enn at royna at psyka meg niður við, at kalla meg fyri ein røvara. – Men eg vil so staðuliga geva Lóðri, sum gjørdu kanningina, eina treytaleysa umbering [...] eg gjørdi ilt. Men Kringvarpið, gevist við at niðurgera tykkara borgarar úti um landið, men farið útum í landið og finnið okkurt positivt, tí tað er nógv at taka av. Til síðst, vit høvdu eitt sera gott
ísfjøllini at smelta og letur norðlýsið dansa av gleði". Soleiðis lýsa fyrireikararnir aðra norðurlendska sangkvinnu, ið skal framføra í Laugardalshøllini tríggjar dagar undan jólum, 21. desember. Talan er um [...] Sissel Kyrkjebø á plakatini hevði verið skjótt útseld her í Føroyum. Vónandi fæst hon í lag skjótt. Undan jólum komandi ár er høllin við Tjarnir í Hoyvík klár til eina slíka konsert. [...] um norsku Sissel Kyrkjebø, ið mangan hevði konsertir her í Føroyum í 1990-unum. Tað er kendi íslendski tónlistamaðurin, Björgvin Halldórsson sum skipar fyri konsertini: "Jólagestir Björgvins - Kveðjutónleikar"
Bókin sum er nr. 13 í røðini Setursrit, er 85 blaðsíður, og hon kostar 180 krónur í bókabúðunum. Sonja Winthereig er útbúgvin MA í føroyskum og russiskum máli og bókmentum. Talan er um høvuðsritgerð hennara [...] eg tað vera áhugavert at fara undir eina nágreiniliga kanning av hesum fyribrigdi. Samstundis kundi ein tílík kanning vera gagnlig fyri føroyska málgransking, við tað at hetta er eitt øki, sum ikki hevur [...] nú um oftani er oftari enn ofta og hjartaligani hjartaligari enn hjartaliga. Íblásturin til evnið fekk eg frá Hjalmari P. Petersen, professara í málvísindum. Hann gjørdi meg varuga við, at vit í føroyskum
Edmund er ættaður av Oyri og býr á Oyrarbakka. Hann er sonur Poul Joensen og Hansinu, f. Samuelsen, og hann er giftur við Edfríð, sum er er ættað frá Norðskála. Hóast Edmund Joensen byrjaði sína [...] karnir ikki kundu semjast um at velja løgtingsformann eftir løgtingsvalið í 2002, hendi tað, at Edmund Joensen varð valdur við atkvøðunum hjá andstøðuni, tí at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi valdu [...] eftir honum til formanssessin í Sambandsflokkinum. Stutt framman undan valinum í 1990 boðaði Pauli Ellefsen frá, at hann ikki stillaði upp til komandi løgtingsval, sum átti at verið
Rentan botnaði í 2020, og síðani er hon hækkað tilsamans 11 ferðir. So har rentan fyrr sveimaði um null, kom hon at enda á yvir fimm prosent. Endamálið við rentuhækkingunum var at standa ímóti vaksandi inflatiónini [...] hjálpa, tí tað stuðlar ynskinum at gera íløgur. – Tá rentan er lægri, lønar tað seg betur at gera íløgur. Og so verða fleiri arbeiðspláss. Hóast hetta er fyrstu ferð, at USA lækkar rentuna í longri tíðarskeið [...] lækka rentuna, fer tað næstan altíð at breiða seg til renturnar her heima. – Eitt fall í rentuni í USA fer ikki at hava beinleiðis ávirkan á okkum, men tætt samband er millum rentuna hjá miðbankunum og rentuna
millum topp og botn, tykjast tey øll til at hava sínar grundgevingar fyri, hví tey gera sum tey gera og hava síni vælgrundaðu boð uppá, hví støðan er sum hon er. Støðan kundi kortini verið betri og tað [...] Sum valevni fyri Fólkaflokkin ynski eg veruliga at geva mítt íkast til, at starvsfólk á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu skula trívast og støðast. Alt er ikki ringt, men okkurt kann gerast betur. Her [...] eiga. Ein gáva frá Gudi, ið vit eiga at elska og virða og ikki lata spilla. Og tað dýrabarasta fyri okkara smæstu á stovnunum eru tey vaksnu á gólvinum. Tí eiga vit at tjúkla um og geva starvsfólkunum á
- Soleiðis er tryggingarvirksemið. Nøkur ár, tá ið fáir skaðar eru, er yvirskotið stórt. Onnur ár, tá ið nógvir skaðar eru, er hall. Og í góðu árunum mugu vit tryggja okkum, at vit megna at standa ímóti [...] størri mun ber til at tekna og broyta tryggingar – og at melda skaðar inn. - Betri Trygging er eitt sterkt felag, og álitið á felagið er stórt. Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at samhaldsfasta skipanin [...] meiri í tryggingargjøldum og til at reka felagið enn tikið er inn í tryggingargjøldum, vísir hálvársroknskapurin kortini eitt yvirskot á 22 milliónir kr. Orsøkin er, at íløgurnar hava givið sera gott avkast
hava lyndi til at læna frá hvørjum, uttan at spyrja eftir, og er onki at læna, uppfinna teir bara nýggjar søgur burtur úr ongum. Um Læknastríðið er atvoldin til niðurstøðuna, er ilt at vita, men hendan [...] lagt merki til, at dúgvur hava so lítið høvd. Heldur tú, at tær munnu hava nakran heila? – Nei, tær hava veingir. – Heldur tú, at tað er betur at hava veingir enn heila? – Tað besta má vera at hava veingir [...] var óvanliga høg. Vit lesandi plagdu at brúka summarið til at arbeiða í og forvinna okkum pengar til veturin. Tað frættist, at arbeiðið var at fáa í Føroyum, og at lønin var góð. Hetta var tann samfelagsliga
Petur Olivar í Hoyvík sigur, at tingið eydnaðist framúr væl. Tingið er aðalfundurin hjá Kiwanis í Føroyum og Íslandi. 270 íslendingar komu til Føroya at halda ting, og hetta er nærum tvífalt so nógvir luttakarar [...] Íslandi, og hevur tá virkað fyri at fáa tingið hildið í Føroyum. Tingsetanin er altíð í einari kirkju, og fríggjakvøldið var tingsetan í Havnarkirkju. Kiwanis snýr seg um at hjálpa børnum, og tað merkti skránna [...] akkordeon, og við sær hevði hon fýra næmingar. Eisini framførdu Símun Hammer og Klara Daniella Hammer, og kórið Xperiment. - Vit ynsktu, at Xperiment framførdi, soleiðis at íslendsku gestirnir hoyrdu,