og gitna eggið, sum seinni gerst eitt barn. At fyrigykla sær ongar fosturtøkur er veruleikafjart og ein ynskidreymur, sum lóggevarin skal fyrihalda seg til. Jú man kann royna sum áður er gjørt: at banna [...] er eitt barn. Men hóast enn ikki er talan um eitt barn, kann valið verða trupult. Hetta er ongantíð ein løtt avgerð. Politiskt er tað ókorrekt at siga tað hart, men støðan er, at fleiri kvinnur kunnu vátta [...] veksa, um kvinnan sjálv skal taka avgerðina. Hetta er tikið úr leysum lofti. Annars er hetta ikki bara ein spurningur um tøl, men um menniskjalagnur, bæði hjá kvinnuni og teimum børnunum, sum koma í verðina
livandi degi, har tónleikur, list, søgur og matsmakkingar skapa upplivingar fyri allar aldursbólkar. EIn hátíðardagur, sum sameinir siðvenjur og nýskapandi hugskot – og gevur rúm fyri bæði gleði, íblástri [...] brandstøðin, sjúkrabilar, konsertir og handlar hava opið til kl 20.00, skrivar klaksvik.fo. - so ein rúgvismikil skrá. Umráðandi at fylgja við næstu dagarnar har tiltøkini verða løgd út bæði á heimasíðu
di og dygdargóða vitan innan mat, mentan, tilfeingi, kropp, heilsu og alskins handarbeiði osfr. - Ein markleysur lærdómur fyri lívið Vit gleða okkum til eina spennandi framtíð við nýggjum samleika. ##med2##
“ Talent í Eygsjón ” er ein verkætlan, sum Filmshúsið hevur sett í verk og sum hevur til endamáls at geva ungum ein møguleika at luttaka og menna virkishugin innan filmframleiðslu á føroyskum. Verkætlanin [...] skapa og læra kynstrið at siga frá søgum, víðarimenna hugskot til eitt storyboard e.l. og at framleiða ein stuttan film á føroyskum. Tað ber til bæði at melda seg sum eitt filmslið ella koma sum einstaklingur [...] stuttfilmar og sjónvarprøð til DR. Í løtuni arbeiðir hann við einum filmi undir heitinum ‘93’, ið er ein heimildarfilmur um Maritu Petersen sála. Hetta skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi.
segði við Kringvarpið í dag, at landstýrið hevði vitað av stóru skerjingunum í tilmælunum frá ICES í ein heilan mánað. – Tað eri eg sikkur í. Eg havi verið í Fiskimálaráðnum so leingi, at eg veit, at síðst [...] Sambært Havstovuni, so visti eingin um tilmæltu skerjingarnar, fyrr enn klokkan gott 11 týsmorgunin - ein góðan tíma eftir, at fíggjarlógin varð løgd fram, sigur Kringvarpið. Deildarleiðarin fyri tilfeingi
kommunulækna. Hetta er eisini ein liður í at styrkja heilsutænasturnar í nærumhvørvinum sum heild og at tryggja, at vit koma nærri tí málinum, at hvør kommunulækni hevur ein hóskandi stóran borgaraskara [...] Súsanna Bertholdsen landsstýriskvinna í heilsumálum At seta fleiri kommunulæknaviðtalur á stovn, er ein liður í arbeiðinum at styrkja og framtíðartryggja heilsutænasturnar nær borgarunum. Endamálið við nýggju
hava somu trupulleikar at dragast við sum ein lítil byrjanarfyritøka, sum skal spara hvørja krónu. Tað er ikki rættvíst, at rentuskattur varð lagdur yvir ein kamp á allar fyritøkur í Føroyum, tí hetta [...] eitt ávist áramál inntil tær hava fótað sær ella at vit í øðrum lagi siga, at fyritøkur, sum hava ein umsetning yvir eitt ávíst mió tal kunnu vera undantikin. Hetta hevði gjørt tað lagaligari og hugaligari
Ert tú ríkisborgari har, ert tú tað eisini her. Nýggja bókin er fyrst og fremst ein áminning um, at frælsi bara er ein karmur. Skal frælsi geva meining, mugu vit fylla tað við ond. Við virðum. Felagsskapi [...] av tí, hann sjálvur sigur. Ávøkstur av besta slag. Bertel Haarder havi eg kent í nógv ár. Bæði sum ein sera góðan og hjálpsaman starvsfelaga á Fólkatingi, og gjøgnum bæði politiskar og heilt persónligar [...] og soleiðis gevur ytsta høgravonginum alt ov lætta atgongd til maktina. Men fyrst og síðst er hetta ein vónrík bók, sum minnir okkum á, at felagsskapur og ond er tað, sum heldur samfelagnum saman. Hon er
Halaleysi er norðoyingur, tað eru bóndin og revurin eisini. Í stórbýnum eru tilflytarar allastaðni frá, eins og vit kenna væl til her hjá okkum, ja, bæði úr Suðuroy, Vágunum, Sandoynni og Nólsoy og eisini úr [...] sangir eru við. So tað kunnu vit eisini gleða okkum til at hoyra. – Við Palla Halaleysa fáa vit enn ein góðan familjufilm á føroyskum máli, sum vit í Kringvarpinum eru sera fegin um at bjóða børnunum. Tað [...] máli, tí tað styrkir bæði málið og mentanina, sigur kringvarpsstjórin, Magnus Dam. ##med3## Hetta er ein søga um vinalag og at finna sínar røtur. Um at góðtaka hvønn annan júst so, sum vit eru – um vit hava
álopinum, nøkur álvarsliga løstað. Vitnir siga, at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu uttan fyri eina synagogu í Heaton Park. Løgreglan hevur skotið ein mann, sum tey halda er brotsmaðurin. Bretski kongurin [...] kongurin er skakaður og heldur tað vera serliga harmiligt, at hetta hendir ein slíkan dag hjá jødiska samfelagnum. - Okkara tankar og bønir eru hjá teimum, sum eru rakt í óhugnaliga álopinum, og vit virðismeta [...] Álopið hendi, samstundis sum nógvir jødar vóru samlaðir í synagoguni í samband við jom kippur, sum er ein av týdningarmestu halgidøgunum í jødadóminum. ##med2##