sjey tinglimir, og tað er nógv frægari enn kanningar hava víst, at flokkurin fer at fáa. Men Fólkaflokkurin missur sostatt ein tinglim. Sambandsflokkurin missur eisini rættiliga nógv og fær bara seks tinglimir [...] sínar tveir tingsessir. Men kanningin vísir eisini, at í summum førum er tætt og tað skal ikki so nógv til, at onkrar broytingar henda. [...] Andstøðan fer at vinna løgtingsvalið í kvøld. Tað vísir tann fyrsta kanningin, har fólk, sum hava verið á vali, eru spurd, hvat tey valdu. Hetta er ein kanning, KvF hevur gjørt. Kanningin vísir, at an
Valhølið hevði bara verið opið ein lítlan hálvan tíma, so var proppur í, tí so nógvir bilar trokaðust í gøtunum rundan um ítróttarhøllina, tí fólk skuldu á val. Tað merkir langar bíðirøðir, tí meginparturin [...] Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn er nógv størsta valstað í landinum, tí har hava væl yvir 13.000 fólk valrætt. Tí hevur vandi altíð verið fyri, at at trupulleikar fóru at standast av ferðsluni. Og tað mugu [...] handilsøkinum á Hálsi, við Tórsbreyt, við Badmintonhøllina og uttanfyri Gundadalshøllina – og so kunnu fólk ganga tað síðsta strekkið niðan í Ítróttarhøllina. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6##
Hann vil ikki siga akkurát, hvat úrslitið er, men hann sigur kortini so mikið sum tað, at vanlig fólk fara ikki at merkja so nógv til príshækkingina, sum upprunaliga ætlað. [...] Hjá vanligum fólki fer prísurin á streymi ikki at hækka so nógv næsta ár sum upprunaliga ætlað. Tað sigur Kári Johansen, formaður í stýrinum fyri SEV. Annars var eykaaðalfundur í SEV tann 18. novembur [...] novembur við tí endamáli at áseta prísin á streymi fyri næsta ár. Prísurin á olju er nógv hækkaður, samstundis sum at vit standa fyri einum grønum, men dýrum, orkuskifti, og tískil hevði SEV skotið upp, at prísurin
Nógv fólk høvdu leita sær til borgarafundin í Reinsarínum 22. november, sum umboð fyri fimm grannaløg í Havn skipaðu fyri. Á skránni var býarskipan og borgaraluttøka, nú býráðið skipar fyri stórum broytingum [...] til gleði fyri borgaran, fyri vinnuna, fyri ferðafólkini ella fyri føroyingar yvirhøvur. Fólk eru góð við Havnina, so sum hon er. Havnin er egin. Nakað, sum íbúgvar, havnarfólk og ikki minst ferðafólk dáma [...] skjótt at bróta niður. Og tá tað góða er farið, so er tað farið og kemur ikki aftur. ##med3## Broytingar eru og hava verið í Havn til allar tíðir, men ongantíð so ógvusligar sum nú. Broytingarnar fevna um stóran
ikki minst hjá barnafamiljum og teimum eldru, sum sita við stórum og køldum húsum, nú oljan er vorðin so ovurhondsdýr. Fyri nógvar barnafamiljur, sum noyðast at hava húsini heit, er oljan vorðin ein stórur [...] niður í lummarnar. Haraftrat eru neyðsynjarvørurnar, sum í fyrsta lagi eru matur á borðið, eisini nógv dýrkaðar, eins og útlánsrentan er hækkað. Veljið ein sum veit, hvørjar avbjóðingar gerandisdagurin [...] ldri "Eg eri eyðmjúkur og takksamur" https://www.in.fo/news-detail/eg-eri-eydmjukur-og-takksamur "Fólk mugu fáa fígging til egnan bústað" - https://www.in.fo/news-detail/folk-mugu-faa-figging-til-egnan-bustad
Ferðavinnan er komin fyri at vera, og nógv fólk í Føroyum liva av henni í dag. Ferðavinnan hevur ikki bara syrgt fyri nógvum nýggjum arbeiðisplássum, men eisini nógvum tilboðum, sum føroyingar hava gleði [...] viðbrekið. Av tí at gróðrartíðin er stutt og regnið er nógv, tolir lendið ikki nógva gongd, serliga tá gingið verður óskipað, ið førir óneyðuga nógv slit við sær. Ferðafólk, eins og føroyingar, vilja í størri [...] landbúnaði og virkseminum hjá jarðareigarum og festarum. Taka vit Mykines sum dømi, so eru fá í dag í iva um, at har eru alt ov nógv ferðafólk – men hvørki Sørvágs kommuna, Mykinesfólk ella Visit Vágar hava heimild
løgtingsvallógini er ásett, at flokkar kunnu stilla 10 fólk fleiri upp, enn tað kunnu veljast á ting. Tað verða vald 33 fólk á ting. Fyri at fáa fólk vald á ting skal ein flokkurin hava 1/33 part av atkvøðunum [...] atkvøðutalið aftur hesaferð, so er hann 56 atkvøður oman fyri tinggáttina og fær umboð valt á ting. Men alt hetta vita vit nógv meira um í annaðhvøld, tá klokkan er farin av 11 ella so. [...] er tinggáttin 3,03 prosent. Fær ein flokkurin ikki tað, so fær hann einki umboð valt. Um ein flokkur til dømis fær 3,0 prosent av atkvøðunum, so verða tey 3 prosentini tikin frá og býtt millum hinar flokkarnar
út um mark. Fólk ilskaðust og tosaðu um vantandi moral, etikk og samfelagsinni. Tá eg so spyrji hesi somu fólk, um tey fara at viðmæla sínum børnum at søkja um útbúgving innan hesi fakøki, so er svarið: [...] Nógv størv detta burtur, tá tøknin mennist. Tað var eisini ætlanin við tøknini, at hon skuldi hjálpa menniskjanum. Á einum øki fara vit kortini ongantíð at ynskja, at menniskjað verður skift út við ro [...] vælferðarøki. Tað skal sjálvandi brúkast nýggjasta tøkni í vælferðarstørvum, - til at lyfta, flyta og nógv annað. Men menniskja kann ikki skiftast út í hesum størvum. Starvsfólkini á m.a. dagstovnum, í heilsuverki
val. Eg havi gjøgnum valstríðið møtt nógvum góðum valevnum við góðum meiningum og ætlanum, so har eru nógv góð fólk at velja. Sjálvur eri eg takksamur fyri øll tey, sum vónandi vilja vísa mær persónligt álit
arvi, stórum íløgum ella øðrum fortreytum. Øll kunnu vera við – og vinnan er á føroyskum hondum. Nógv fólk starvast í ferðavinnuni, sum ikki er líka siðbundin sum aðrar vinnur í Føroyum. Meira enn 70% av [...] gera til eitt stríð millum ferðavinnuna øðrumegin og nøkrum bóndum hinumegin. So einkult er tað ikki. Og ringast av øllum, so gloyma vit vanliga borgaran í hesum kjakinum. Føroyingar liva í og við náttúruni [...] samleika, mentan og náttúru. “Ferðavinnan hevur virkuliga gjørt okkurt við at venda hugburðinum og fáa fólk at tíma at vera her”. Soleiðis sigur ein ung kvinna, sum verður endurgivin í nýggja Ferðavinnupolitikkinum