Tað er longu ruðuleiki við valhølið í Havn

Valhølið er akkurát latið upp, men tað er longu proppur í ferðsluni - sí myndirnar her

Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn er nógv størsta valstað í landinum, tí har hava væl yvir 13.000 fólk valrætt. Tí hevur vandi altíð verið fyri, at at trupulleikar fóru at standast av ferðsluni. Og tað mugu bæði veljarar, løgregla og Tórshavnar býráð sanna longu. Valhølið hevði bara verið opið ein lítlan hálvan tíma, so var proppur í, tí so nógvir bilar trokaðust í gøtunum rundan um ítróttarhøllina, tí fólk skuldu á val.

 

Tað merkir langar bíðirøðir, tí meginparturin vil sleppa inn á parkeringsøkið uttanfyri høllina sjálva høllina. Serliga strilti gongur at koma ígjøgnum rundkoyringarnar og nú eru vaktarfólk og løgregla farin á staðið í eini roynd at fáa ferðsluna at glíða.

 

Men býráðið mælir fólki til at brúka onnur parkeringspláss í økinum, bæði á handilsøkinum á Hálsi, við Tórsbreyt, við Badmintonhøllina og uttanfyri Gundadalshøllina – og so kunnu fólk ganga tað síðsta strekkið niðan í Ítróttarhøllina.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##