Bretar hava eitt hugtak “Larger than life”. Hetta verður oftani sagt um persónar, ið eru áhugaverdir og hava nakað serligt yvir sær. Bjarni fylti nógv – bæði so og so, hevði hann helst sagt sjálvur – og [...] og tá Bjarni trein innar á pallin ella eitthvørt annað hølið og tók orðið, lurtaðu fólk. Tey lurtaðu, tí tey vistu, at her tosaði ein serstakiliga gávaður og vitugur maður. Bjarni las tónleikavísind við [...] til føðingardagssang til jarðarferðarsang. Ja, vit kundu hildið á. Trupult er at taka dagar ímillum, hvør sangløta ella konsert hevur verið hæddarpunkt í søgu kórsins ella í tíð Bjarna sum kórleiðari. Kórið
hann ígjøgnum bygt øki, men gloymur at fortelja, at talan bert er um eini 3 sethús, har fólk búgva, at tað bert eru vinnuvirki á niðaru síðu á vegnum, og at stór orka annars er løgd í at gera vegin ferð [...] metti hon at allar vegaføringarnar vóru nóg ferðslutryggar og annars als ikki vildi blanda seg uppí, hvør loysn varð vald, tí hetta segði hon vera eina politiska avgerð. Gangi út frá, at Ráðið fyri Ferðslutrygd [...] útførligari frágreiðing/rapport, og at fráboðanin hjá Rúnu Sivertsen bert var ein samandráttur av hesi. Taki eisini sum givið, at útalilsini hjá Rúnu Sivertsen ikki kunnu gerast partur av nakrari viðgerð
bakvaktina ímillum sín hava yvirlæknarnir í fleiri ár bert verið tveir, Lise Nolsøe og Sofus, sum so hvør sær hava verið bundin stórt sæð hvørt samdøgur á tamb alt árið. Gamaní hava tað í styttri tíðarskeið [...] stjórnartíð, at tann almenni hugburðurin mótvegis psykiatriskum yrki er vendur betra og rætta vegin. Hesi seinnu árini hava politisku og umsitingarligu myndugleikarnir sýnt nógv frægari vælvild yvir fyri [...] starvsfólk innan ymisk fakøki hava nomið sær eftir- og framhaldsútbúgving eins og yngri starvsfólk eru komin til. Starvsfólk yvirhøvur tykjast nú at hava orkuyvirskot til visjónir. Økispsykiatriin verður
góðtikin 22. november 1967, er og verður grundvøllurin, sum ein og hvør friðarloysn av tí endaleysa stríðnum noyðist at byggja á. Í hesi samtykt leggur ráðið dent á, at tað, at leggja landøki undir seg við [...] palestinar hava; og av løgnari tilvild bar so á, tey seinastu 10 %, sum Ísraelar fegin vildu hava, eru tey gróðrarbestu og vatnríkastu økini. Á hin bógvin skeyt Barak frá sær alla greiniliga umrøðu um [...] 13000 dagar, hevur kúgað palestinar við tilvildarligari og mann-minkandi herseting, er tá so løgið, um fólk, sum ongantíð hava upplivað persónligt ella felags frælsi, øsast upp av ørkymlingini? Harumframt eiga
skal hava so frítt spæl til at reka sína sambandsku linju. Hvussu ber tað til, at eingin talar at. Eru Anfinn Kallsberg, John Petersen og allir aðrir fólkafloksstuðlar eins sambandskir! Og er tað so, at [...] Merkir hetta ikki, at fólkaflokkurin í veruleikanum ongan flokspolitikk hevur. Tað veldst alt um , hvør er talsmaður til eina og hvørja tíð, hvat flokkurin skal halda. Nú bíða vit so eftir, at onkur annar [...] eiga sambandið og sambandið eiga fólkaflokkin. Eitt er tað, at hesir flokkar nú hava hildið saman í hesi turbulentu ár. Men at oddamaður floksins omaná hetta fríggjar til sambandið sama dagin sum val er
hann sum ein góðan flokksførara, ið altíð var fróur og vælhýrdur, og sum aldri gav upp. Tað var av hesi orsøk so sjálvandi, at liðsins leiðsla valdi hann sum annan av teimum, sum skuldu umboða liðið í Íslandi [...] Føroya. Ferðin gjørdist sera tvørlig og drúgv. Ein part av hendingaríku ferðini hjá "Herbert May" eru teir í Halifax. Júst tá hendir henda ræðuliga vanlukkan í 1917, táið eitt franskt farmaskip lastað [...] øgiligur brestur, sum kostaði 2.000 fólkum lívið umframt nógv særd. Knút greiðir sera livandi frá hesi hending. Í tvey samdøgur var hann við í hjálpararbeiðnum. Fyrst og fremst við at bjarga skaddum út
býarkvøldini í høvuðsstaðnum. Síðani kom ein tíð, har hesi kvøld vóru púra deyð, men seinnu árini hava hóskvøldini endurvunnið sítt góða umdømi, og nógv fólk eru í býnum hvørt hóskvøld. Í rúma tíð hevur tað nærum [...] sum hevur havt dans hóskvøld, men hesa seinnu tíðina hevur Kaggin eisini havt alment opið við dansi hesi kvøldini. Seinasta hóskvøld var so skipað fyri einum forvitnisligum hugnakvøldi í Kagganum, har eisini [...] og Eyðvør ímóti liðnum hjá Helenu og Halli. Finaluna vunnu Heðin og Eyðvør, og fyri tað fingu tey hvør sína fløsku av brúsandi løgi. Pizzaát og øldrekking Í miðhæddini var eisini skipað fyri onkrum kappingum
"livandi". Eru Føroyar ov kristnar? - Nei, tað haldi eg ikki. Men tá man spyr soleiðis, so man tað vera tí at Føroyar eru ov lítið kristnar, tí spyrjarin má hava kensluna av at "kristin fólk" eru fordømandi [...] ga trongskygni. At vit altíð eru so afturlítandi og nostalgisk. At vit ofta hava so torført við at samgleðast. Hvør er mest inspirerandi persónur tú hevur hitt? - Tað eru so mong - ofta er tað ótilvitað [...] nuansur. Og man skal ikki vera ov skjótur at fella ein dóm, men heldur royna at skilja, hví vit eru sum vit eru og hví vit gera, sum vit gera. Og tað er við at geva at tú fært. Lívið gongur við tí rúkandi
serlig sjarma við tí. - Í dag eru møguleikarnir við internetinum rættiliga stórir og eg havi hesaferð sæð fleiri av undankappingunum, og allir sangirnir, sum eru við í Svøríki, eru tráspældir í mínum heimi [...] Meiningarnar um Grand Prixið eru nógvar, og fordómarnir trívast væl. Alt er reint fjant og fjas, siga summi, meðan onnur veruliga dyrka og droyma um Grand Prix. Og onkrastaðni ímillum hesi finnist stóra fjøldin [...] finalurnar tá vóru nógv hugnaligari, enn tær eru í dag, tí spældi eitt flott symfoniorkestur tónleikin, og í dag er alt innspælt aðrenn, og tað einasta, ið er live, eru røddirnar. - Tað góða við Eurovision er
Av teimum 400 fólkunum sum eru við ?Anastasis? tá skipið er í Afriku, eru einir 15-25 læknar og einar 30 - 40 sjúkrasystrar, og eisini tey starvast frívilluga. Og tannlæknar eru hartil við sum virka á landi [...] ikki fyri. Hann hevði ymiskar umberingar og slíkari støðu havi eg so mangan verið í, at ikki øll fólk eru so fegin um at koma í presssuna. Men eftir at hava roynt friðarlig snildir gjørdust vit báðir samdir [...] Jonhard Joensen greiðir frá at skipið hevur 3 operationstovur, har fólk fáa læknahjálp og kunnu vera eina tíð. 40 seingjarpláss eru umborð á sjúkrastovum. Framdar vórðu einar 8-900 skurðviðgerir í Sierra