hoyrd nærindis iransku oljuoynni Kharg leygardagin. Reuters skrivar við iransku tíðindastovuni Fars sum keldu, at enn er ógreitt, hvat hevur elvt til brestirnar. Ein tíðindamaður hjá Fars sigur sambært Reuters [...] oljuútflutning. Mánanáttina almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt AI-gjørt sjónband, sum skuldi ímynda eitt álop á Kharg. Í tekstinum til sjónbandið skrivaði Trump, at Kharg fór at verða »sprongd
Stúgvandi fult er í morgun til ókeypis morgunmatin, sum er partur av Vestmannadøgunum. Felags morgunmaturin er eitt av tiltøkunum á skránni í dag, nú nógv virksemi er í bygdini í sambandi við Vestmannadagarnar
fekk í gjárkvøldið fráboðan um fólk, sum vóru farin niðan á Klakk. Fólk høvdu sæð ljós uppi á fjallinum, og tað vísti seg, at talan var um tvey fremmandafólk, sum vóru farin niðan. Veðrið versnaði tó so
Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari vegastrekkið av Skipaneskrossinum til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar
kappingar, eru ítróttarfeløgini eisini klár til oyggjaleikirnar. Hvirlan og Bragdið eru millum feløgini, sum hvønn dag brúka Tórsbreyt til venjing, og uppstigaða breytin lýkur altjóða krøv og gevur ítróttinum [...] og fyrireika seg til komandi kappingar. Ein av næstu og heilt serligu kappingunum er Oyggjaleikir, sum standa fyri framman. Oyggjaleikirnir eru eitt serligt høvi at vísa, hvat føroyskur ítróttur hevur at
og sangi. Formaðurin í BáH, Rúni Hentze endar møtið. Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum. Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundinleygardagin
Eiriksdóttir Højsted og Julia Rósa Dal Christiansen stóðu fyri málunum hjá HB, meðan Gunhild Arge Joensen, sum skoraði tvær ferðir, og Erla Joensen gjørdu málini hjá KÍ. Aftaná dystin varð Petsy Káradóttir Nielsen
í Vági, sum er tann mest skynsama loysnin, so verður verandi heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum borgarar úr allari suðuroynni brúka, sum eisini er í tráð við ætlanina, sum Heilsumálaráðið [...] innan heilsu og fyribyrging. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um fyrr í dag um svarið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen. Hon svarar einum [...] Bjarni Johansen vísir á, at kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eiga Heilsumiðstøðina í Vági, sum er bygd í 1980 sum ein heilsudepil. Har er eisini møguleiki, at byggja apotek, um talan verður um at samantvinna
og í fimta plássi var tað Villiam Emil Klein, sum við brotssparki legði gestirnar framum 1-0. Og í 17. minutti var tað ganesiski Emmanuel Andorful, sum økti um FC Hoyvík leiðsluna til 2-0. FC Hoyvík helt [...] spældi besta mansliðið fyrsta dystin á nýggja graslíkinum í Fløtugerði. Og tað gekk ikki soleiðis, sum stigatalvan kundi bent á, at tað fór at gera. ÍF var á fjórða plássi við 33 stigum, og FC Hoyvík var [...] leiðsluna, inntil klokkan var farin fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Tá var tað Kári Johannesen, sum minkaði um munin til 2-1 til FC Hoyvík, og tað varð úrslitið. Sunnudagin 6. september NSÍ – EB/Streymur:
Heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum borgarar úr allari suðuroynni brúka. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um [...] fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar. Sum nú er, so er pláss fyri trimum kommunulæknum. Tað er ein nógv bíligari loysn fyri okkum, sum eiga Heilsumiðsrøðina í Vági, sigur Bjarni Johansen