Tey bæði fingu Aspu í 1948 og Jenny í 1953. Fyrst í fimmtiárunum vóru ringar tíðir í Føroyum. Torført var eisini at fáa kjans, so í 1954 keypti Jóhannes sær egnan bát og róði út í fýra ár, og tað bar væl [...] Martin og Gunnar. Alexandra doyði í 1942. Sonurin Jóhan býr á Norðasta Horni í Havn, Jákup Martin sigldi úti og búsettist seinni í Danmark, og Gunnar búsettist í Vági. Jákup Martin og Gunnar eru báðir [...] m, bæði í Havn og í Helsingør. Har hava hann og Elin víst stórt trúfesti, og var Jóhannes í mong ár fastur harmonikuspælari. Elin andaðist 4. oktober 1998, 89 ára gomul. Báðar døturnar búgva í Helsingør
Susanne Brattaberg hevur aftur verið í Føroyum og havt sangvenjingar. Susanne er týsk og er gift við operasangaranum Rúna Brattaberg, sum er úr Vági. Susanne er útbúgvin í Amsterdam og hevur sungið fleiri [...] eru nú tvey ár síðani tú komst fyrstu ferð til Vágs at undirvísa. - Jú, eg byrjaði í januar 2006 at undirvísa í sangi í Føroyum. Eftir hesi fyrstu 2 árini kann eg so lýta aftur á hesi árini, taka samanum [...] kvøða, tá teir sungu í fleirraddaðum kóri. Síðani “Utvarp Føroya” kom í 1957 byrjaðu sangarar at nýta mikrofon t.d. til popp, jazz, rock o.s.fr. - Tað finnist helst einki land í heiminum, ið hevur so
føroyingar í stórum tali fara til Grønlands at rógva út frá landi var í 1939. Nú varð loyvi fingið umframt í Føroyinghavnini eisini at rógva út í Ravnsoynni og Tovqussak. Í samráðingum, sum høvdu verið í Key [...] út frá landi í Grønlandi í 1949, og í 1950 var byrjað í Føroyingahavnini. Tann fyrsti samskipaði útróðurin aðrastaðni var aftur i Ravns Stóroy og Tovqussak í 1952. Útróðurin helt á fram í 60-ini ella kanska [...] forvinna til lívsins uppihald hjá konum og børnum. Fyristøðumaður í Ravnsoynni var Birtu Lias úr Miðvági, sum helt til í Kontrollørvíkini. Í Tovkuqussak var tað Johan Samuelsen, úr Sumba, seinni kendur
samkomuni í Hvalba. Í Gásadali var eisini ein samkoma, sum eisini fekk vitjan av Dollanum. Hetta má hava verið í samband við vitjan í Sørvági. Hetta nevnir hann kortini ikki. Aftur í Porkeri Nú eri eg í Porkeri [...] eru í sálarkvøl. Eg vitji tey heima um dagin, og tali orðið í einum stórum pakkhúsi um kvøldið. Í Sumba Í Sumba búgva eini 400 fólk. Tað verður ringt hjá mær at fáa innivist har ella hús at tala í, tí [...] Brøðurnir í Havn eru í ferð við at byggja ein nýggjan sal (gamli Ebenezer), sum skjótt verður til reiðar at taka í nýtslu. D. J. Danielson Fyrrverandi meistari á Congo dampskipi. Hevur eisini verið í Suðurafrika
spælt kort. Minnist hvussu stolt eg var, tá eg slapp at trilla teg í barnavogni. Tá vit runnu oman í Vaskiskúrin á Gørðunum við varmafløsku við kaffi til mammu tína. Minnist hvussu øvundsjúk eg var, tí [...] flest øll børn tykkara búgva har suðuri. Stina, takk fyri gestablídni tá eg eri har suðuri, takk fyri at tú altíð er so hjálpsom, tá eg ringi og spyrji spurningar um tað sum fyriferst í heimbygdini, snøgt [...] snøgt sagt ert tú og tín familja mítt bindilið til mína familju og uppruna í Vági.. Alt tað besta ynski eg tær og tínari familju. Bjørghild við familju.
sum eisini lýsir umstøðurnar í Føroyum tá. Danielsen og Brend, sum annars var tannlækni, munnu hava arbeitt saman. Í hvussu er fóru teir í 1915 í felag at geva út blaðið Naade og Sandhed. Brend skrivar: [...] rættiligt evangeliskt møti í hesum sambandi. Á vegnum aftur til Havnar steðgaði eg í Vági, har tað búgva um 800 fólk. Her høvdu vit, haldi eg, størsta útimøti, eg havi sæð í Føroyum. Fólkið lurtaði erliga [...] vit vóru í sunnara partin av Suðuroy, vóru vit sera væl eggjað at síggja, hvussu undurfult Gud hevur opnað dyrnar fyri evangeliinum, sum veruliga hava verið afturlatnar. Í Vági, har tað búgva 800 fólk
systkini í skúla heima við hús í Kirkjubø, og síðani fór Helena ung til Danmarkar at nema sær útbúgving m.a. í handarbeiði, tekning og klaverspæli, meðan brøðurnir hildu fram í realskúlanum í Havn. Høvundur [...] settu búgv í Havn og fingu fimm børn, har Hanna, doypt Jóhanna Sofía, var elst. Hanna gekk í barnaskúla hjá frú Mohr, og fór síðani í realskúla. Hon var í bankalæru, men treivst ikki har. Í staðin fór [...] síðani til korrespondent í enskum máli. Har giftist Hanna í 1957 við Jóan Peturi Joensen, læknalesandi, úr Vági, og í 1962 fingu tey dóttrina Annu Mariu. Hesi árini royndi Hanna seg í ymiskum størvum, var
Og annars, sum tann, ið legði í vaðið at halda fundir í Bretlandi um støðuna í Congo. Sigast kann, at her var Daniel í góðum selskapi. Millum teir mest kendu sameindu í hesum stríði vóru høvundarnir Mark [...] páskum í bygdahúsunum, sum vit leigaðu. Her komu nógv og áhugin var stórur. Okkara sangir vóru sungnir og murraðir á gøtum og í heimum. Eg ivist ikki í, at evangeliski boðskapurin, sum sáddur varð í mong [...] nú í andarisi. Tað kennist gott at vera í lívd, eins og vit hava eina signaða lívd í Krisusi. Nú er árliga fiskiveiðan av, og tað hevur gingist hampiliga væl. Teir báðir brøðurnir, sum eg nevndi í seinasta
hjá pápa sínum, og tá ið hann hevði sitið í býráðnum í 16 ár og ikki stillaði upp aftur, varð pabba settur á listan og valdur. Hann sat í býráðnum í 20 ár. Í 1994 varð pabba valdur á Føroya Løgting fyri [...] eru fastur táttur í føroyska samfelagnum í dag. Mamma og pabba komu heim og vórðu sett í starv við Vágs skúla. Tit vóru ung og virkisfús, fóru eldhuga til verka. Tit vóru eldsálir í tykkara virki, og tit [...] og sæst hetta millum annað aftúr í, at pabba varð biðin um at skriva lesiætlanina fyri nýggja fakið, samtíðarkunning, í samband við at nýggja skúlalógin kom í 1979. í 1980 tekur pabba yvir politiska leiklutin
Blíðskapur var eisini í aðrar mátar. Tá ið skyldfólk komu av bygd í ørindum sluppu tey ikki sum í dag heim aftur sama dag. Hvat var so meira náttúrligt enn at halda til hjá skyldfólkiunum í J C Svabosgøtu? Jens [...] tá búði í Danmark og Drikka á Fløtti frá Gjógv. Vit hava fingið eitt prát við sonin Jens Petur um lívið hjá mammuni og fara vit eisni at umrøða pápan Petur Egholm, sum doyði í 1954. 11 systkin í Miðvági [...] barndómi, tá ið hann plagdi at vera í Miðvági. Út at tæna Sum ung fór Margretha til Hvalbiar at tæna í Stórstovuni. Hetta var hjá Niels Nattestad, abbi Natta. Her var hon í eini tvey ár. At hon er farin hagar