týsdagin frá í rættinum. Har noktaði hann fyri at hava biðið starvsfólk halda negativar upplýsingar um pallin frá almenninginum. Eisini var væntað, at stjórin í Meta, Mark Zuckerberg, skuldi greiða frá í málinum [...] upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi. Kalifornia, sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær [...] amerikanskar statir og øki í einum máli um sosialar miðlar og bundinskap millum børn og ung. Semjan er gjørd við tilsamans 52 løgmálaráðharrar úr amerikonskum statum, sjálvstýrandi økjum og høvuðsstaðarøkinum
kunnu verða burtur frá arbeiðsmarknaðinum munandi longri enn higartil. Samstundis er arbeiðsloysið metlágt, og tí heldur Vinnuhúsið tað ikki vera skilagott at leingja barsilstíðina. Tað fær tó jaliga umrøðu [...] til 30 tímar og at loyva útlendskum starvsfólkum at átaka sær annað arbeiði enn tað, tey upprunaliga vórðu sett til. – Tað er umráðandi, at føroyskir arbeiðsgevarar eru kappingarførir við okkara kappingarneytar [...] Tað er langt ímillum vinnupolitisku átøkini í fyrstu ólavsøkurøðu nýggja løgmans, heldur Vinnuhúsið. Felagið hevur nú gjørt viðmerkingar til røðuna og valt trý átøk, sum verða mett jalig, trý, sum sambært
eldraøkið. Okkara meting er tó ikki, at áhugin at arbeiða innan eldraøkið er minkaður. Tað eru bara ikki nóg nógv arbeiðsfólk. Harumframt er røktartyngdin alsamt vaksandi. Hetta átak er ætlað at lætta um hjá [...] Tað eru fleiri orsøkir til hetta átak. Ein orsøk er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt [...] Royndir í øðrum londum vísa, at besti máti at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði er við at hoyra um hetta frá øðrum. Tí er neyðugt at byrja einastaðni fyri at gera royndir, sum onnur so kunnu frætta um.
deila strategiskt týdningarmikla Hormussundið. Londini eru eisini samd um at deila inntøkurnar frá sundinum. Tað veit iranska tíðindastovan, Tasnim, at siga í dag, og tíðindastovan endurgevur talsfólk hjá [...] a herinum fyri at seinka samráðingarnar millum grannalondini. Tronga farleiðin, sum Hormussundið er, er ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum fyri olju-og gassútflutning. Áðrenn Donald Trump leyp
Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni. Viðareiðistunnilin varð liðugur í 2016, men sambært land [...] landsstýrismanninum hevur eingin játtan verið til at fáa útvarpssamband í tunnilin fyrr enn í ár. Arbeiðið er nú í gongd og verður eftir tíðarætlanini handað 22. september. Tá fer útvarpið at hoyrast í tunlinum
umsita kravdu pensjónsuppsparingina hjá føroyingum? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan [...] skattskyldu í Føroyum, skulu sambært lóg spara saman til sína egnu eftirløn. Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar í ár 12 prosent av lønini. Pengarnir skulu gjaldast til ein góðkendan eftirlønarveitara
alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] nú skuldi henda við mammu. Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi [...] kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig. Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil. Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og onga hjálp. Tá familjan er tr
hámarksferðin lutvíst er 80 kilometrar um tíman. Leiðin er eisini skúlaleið hjá børnum. Strekkið frá Meginskúlanum móti bygdini er umleið 3,9 kilometrar. Á umleið 1,96 kilometrum er hámarksferðin 80 kilometrar [...] síðu á landsvegnum frá Meginskúlanum til Sandabrekkuna. Trupult inni í Vika Tað er kortini ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini allastaðni. Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt [...] verður mett at kosta millum 40 og 60 milliónir krónur. Loysnin er eitt av høvuðsuppskotunum í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Í dag er eingin samanhangandi farleið til gongufólk og súkklufólk á
sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20,86 stig . Tað er hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó bert 0,01 stig oman fyri gamla juni-metið frá 2024. Longu í mai vóru óvanliga høgir hitar [...] Niño er eitt afturvendandi náttúrufyribrigdi, sum hongur saman við óvanliga heitum sjógvi í tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum [...] oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond Meksiko. Hetta verður sett í samband við El Niño, sum er undir menning. Í juni var sjóvarhitin
Kallsberg var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Hillerød vann seg trygt víðari í donsku steypakappingini. Á útivølli vann Hillerød stórsigur 4-0 á Avarta, ið spælir í Danmarksseriuni sum er fimta besta deildin [...] leiktir stútaði Poul bóltin í netið til støðuna 3-0. Talan er um fyrsta málið í einum kappingardysti hetta kappingarárið. Noah Kretzschmar hevði áðrenn tað bæði lagt Hillerød á odda, og hann økti eisini til 2-0