Heilsustýrið hevur gjørt upp tøl fyri, hvussu nógv børn millum 12 og 16 ár í Føroyum eru liðugt koppsett fyri HPV. Yvirskipaða gongdin er, at eitt greitt fall sæst í undirtøkuni fyri koppsetingini. Verður [...] Verður hugt at muninum millum tey, sum vórðu fødd í 2008 og í 2011, so sæst eitt sera stórt fall, sum bæði hjá gentum og dreingjum fer niður um eina helvt. Minkandi undirtøkan sæst hjá bæði gentum og dreingjum [...] talgildari áminningarskipan, sum sjálvvirkandi sendir foreldrum eina áminning, tá barnið eigur at verða koppsett sambært tilmælunum. Áminningarskipanin fevnir eisini um HPV-koppsetingina, og málið er, at skipanin
gera støðuna vandamikla og hættisliga fyri fólk, bæði á og kring pallin. Ættin er eisini óheppin, tí vindurin rakar beint inn á pallin. Fyriskipararnir hava bíðað so leingi sum gjørligt, við vón um at veð [...] síðani í morgun. Tí var neyðugt at taka avgerðina nú, tí tað krevur nógv arbeiði og tíð at seta pallar og fyriskipa konsertøkið. Nógv skal fyrireikast: ljóð, ljós, vaktir, sølubúðir, WC-viðurskifti og mangt [...] um støðuna, men við atliti til trygd og upplivingargóðsku, so er hetta rætta avgerðin,” siga fyriskipararnir. Hóast tiltakið verður flutt inn, so er fráboðaða skráin til tiltakið óbroytt. Einasti munur er
løtu í, at onkur var vorðin troyttur av sær. - Fólk vita ikki, hvussu stóran dent vit hava lagt í hetta, sum í dag verður veruleiki, so hetta er bara so fantastiskt. Borgarstjórin er millum teirra, sum [...] trygt og gott. - Í løtuni eru vit eini 72 fólk í Fámjin, men tað er bara ein veruleiki, at her sær ikki gott út. Jóanis Lisberg leggur dent á, at nú verður tað so ikki vegasambandið, sum verður ein forðing [...] Jóanis Lisberg, at onnur ting í kommununi hava ligið á láni. - Eftir førimuni hava vit gjørt rættiliga nógv hesi árini, og bygdin er í dag í góðum standi við nýggjum og góðum vegum. Borgarstjórin ásannar, at
“Tú er fakliga væl fyri, og tú veit, at umframt at veita hjálp og stuðul í løtuni, so hevur rehabilitering eisini nógv at siga. Bæði starvsfelagar og borgarar eru góð við teg, ikki bara tí tú dugir títt [...] ilveruni.” Og um Beintu Sørensen segði borgarstjórin millum annað: “Tú dugir sera væl at tosa við fólk. Tað sæst eisini aftur í tínum yrki, tí tú dugir væl at tosa við ikki bara borgararnar, men eisini [...] teg eisini til eina góða fyrimynd. Vit fegnast um at hava teg í Heimatænastuni og síggja fram til nógv góð ár afturat hesum fyrstu 25.” Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir frá løtuni
sum gongutúrurin var á skrá, var eg so heppin at vera við. Dagurin byrjaði heima hjá Lilju, har vit vóru sera væl móttikin. Veðrið var frálíkt – ljóst og turt, sum tað so ofta er í Leirvík – og stemningurin [...] Ruth Absalonsen greiðir frá, at tað var Benjamin, sum leiddi gongufólkini gjøgnum bygdargøturnar, so øll, eisini tey eldru, kundu fylgja við. - Vit hoyrdu barnasøgur, frásagnir um fyritøkur og virksemi [...] sigur Ruth Absalonsen, at tey hugnaðu sær óført saman, og tað var ein heilt serlig løta at hitta fólk úr ymiskum pørtum av heiminum. - Nógvar vóru søgurnar, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ómetaliga
r. So, áðrenn berbara teldan kemur á borðið, verða fyrst nakrir rugbreyðsbitar við góðum og vælsmakkandi kjøti etnir. Turra kjøtið, sum framvegis er bleytt og lekkurt, tá tú sker í tað, smakkar so mikið [...] bitar. Einki er etið á degnum, so hetta kemur væl við. Á gólvinum gongur hundurin, og hann vónar eisini at fáa onkran lítlan bita av kjøtinum, sum liggur á borðinum og angar so væl fyri tann, sum dámar turt [...] og blíður. Hann tykist ikki órógvaður av, at fremmand fólk eru á gátt. Hetta er ein hugnalig løta við borðið, og bæði Líggjas og Anfinnur hava nógv at siga frá, sum saktans kundi fylt nógvar síður í blaðnum
avlamisbilar til fólk við rørslutarni. Tá Sirið Stenberg valdi fólk við virkistarni út fyri at gera sparingar á fíggjarlógini, so kundi hon funnið somu upphædd við at valt eitt sindur øðrvísi. Fólk við rørslutarni [...] til nútíðarsamfelagið«. Og tað forklárar hon soleiðis: »Ein persónbilur er í dag mettur at vera ein vanligur brúkslutur, sum flest øll fólk hava ella hava møguleika at ogna sær, og tí verður [...] førum kann vera trupult at finna bilar, ið eru bíligari enn 219.555 kr. Harumframt eru nógv, sum fáa stuðul til sokallaðan kassabil. Tað eru koyristólsbrúkarar og familjur við børnum við fjølbreki
pláss til høkjur. Og tað eru so nógv, sum eru verri fyri enn eg, sigur Katrin Dagbjartsdóttir – og spyr retoriskt: – Hvønn týdning hevur tað fyri landskassan, at fimm fólk um árið fáa slíka hjálp? – Tey [...] sjónistur. Politiska avgerðin er eitt dømi um afturstig í lóggávu, sum ger sterk fólk veik og avbyrgir fólk við breki, sigur hon, tá vit spyrja hana, hvat hon heldur um hesa broyting. – Hetta rakar [...] verða alt fleiri stakir uppihaldarar í landinum, sum ikki hava ráð til bil. Harafturat arbeiða nógv fólk, ið bera brek, niðursetta tíð og hava lægri løn. Tey hoyra til tann samfelagsbólkin, sum hevur
juni. Avgerðin at útseta er gjørd eftir umfatandi samrøður við veðurkøn, baði fakfólk og staðkend fólk, umframt við Froðbiar Sóknar Róðrarfelag. Veðurforsøgnin leygardagin boðar frá nógvum vindi og serliga [...] avgreiða róðrarnar á tryggan og rímiligan hátt. Tað er tó gleðiligt, at forsøgnin fyri sunnudagin er nógv betri: lítil vindur og bert smávegis avfall. Við hesum hava vit valt at flyta róðurin fyri at tryggja [...] eisini tryggjaðir: Vit hava verið í samband við Strandferðsluna og koma tey við kunning um ferðaætlan so skjótt sum til ber. Nýggj startrøð verður gjørd tá vit vita ferðaætlanina hjá Smyrli. Róðrarsamband
ongan bát hevði við í FM-róðrinum í fjør, sá hon fyri sær, at útlitini ikki vóru so døpur kortini. - Í ár kunnu vit so aftur fegnast um at hava tríggjar bátar at fylgja í róðrarárinum, sigur forkvinnan [...] Kappróðrarblaðið, Sosialurin 30. mai 2025: Í fjør gekk illa hjá Miðvágs Róðrarfelag at manna bátarnar – so illa, at eingin manning varð tilmeldað FM-róðurin. Unga forkvinnan í felagnum, 23 ára gamla, Tóra Mouritsen [...] hevði verið, at gentur ella dreingir kanska mannaðu tveir bátar, men hon heldur ikki, at nóg mikið av fólk er til tess. - Tí verður tað soleiðis, at øll sleppa at luttaka á onkrari stevnu, leggur hon aftrat