Byrjað verður kl. 15.00 við hugnaløtu. Á skránni verður m.a. sangur, framførsla av sangi og tónleiki, ljósmyndir úr føroyum og frásøgn. Eisini verður ein drekkamuður at fáa. Við í tiltakinum verða eisini Godtfred [...] Godtfred Joensen við familju, sum fara at syngja ymiskar sangir. Uml. kl. 16.30 verður evangeliskt møti. Á møtinum verða talur, vitnisburðar, søga til børnini og sangur. Eftir møtið fara vit at hugna okkum við
byrjað verður kl. 19.30. Á báðum fundunum verður føroyski filmurin Gikt ? orsøk og viðgerð vístur. Aftan á verður drekkamunnur og møguleiki verður at seta spurningar og annars fáa eitt prát við tey, sum [...] annað upplýsandi verður at fáa. Felagið hevur fingið gjørt eina plakat í sambandi við 50 ára haldið, og er tað Frits Johannesen, sum hevur teknað. Ymisk onnur tiltøk verða seinni á árinum, m.a. ein stór f
Clementsen á Sandi íslendska felagið Véltak á Hafnafirði, sum er einaumboð fyri hesa útgerð í Europa. Men hvat er so »AirSep« fyri nakað? ? AirSep er eitt tól, sum verður sett á luftinntakið á motorinum [...] 000 krónur at seta eina slíka skipan á eina maskinu, sum er einar 1800 hk og á tveir ljósmotorar. Um skipanin bara verður sett á høvuðsmotorin, er hetta ein íløga upp á einar 45.000 krónur. ? So tað er skjótt [...] maskinrúmi, eru í 2-3 ferðir størri vanda enn onnur at fáa krabbamein og sjúkur í andaleiðingini. Men nú er loysn fyri hesum. Og ikki bert á hesum, men eisini á øðrum trupulleikum. Íslendingar hava tikið nýggju
kaldi deyði. Einaferð vit Harran síggja kvetta deyðans hvassa líggja ævigt lív og einans gleði fáa vit á evsta degi. Harry Birtilíð [...] Mangur fór á havsins báru mangur feldi sorgartáru mann og son so mangur misti - hvat teir doyði eingin visti. Hvør kann troysta tey ið missa einans eitt er hetta vissa tú skal aftur tínum møta - skjótt
kundi lækkað hitan niður til vanliga stovuhitan á øllum deildum á Landssjúkrahúsinum, tað hevði givið eina munandi sparing. Tað gevur eina munandi sparing at fáa tikið eldføstu steinarnar út úr forbrenning [...] avgerandi neyðugt at fáa skipað fíggjarlóg, sum er forsvarlig fyri eitt Landssjúkrahús, so at vit sleppa undan skilaleysum sparingum í komandi ári hvar neyðugt verður at fáa samskipað alt arbeiði á Landssjúkrahúsinum [...] skal verða funnist harðliga at leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sum slett ikki hevur skil fyri at fremja sparingar. Tað eru nú fleiri ár síðan, ein í høllini á Landssjúkrahúsinum var við til ein almenna
byggja flogvøll á Glyvursnesi er ikki slept. Tað eru nú eini 10-12 ár síðani, at býráðið í Havn fyrstu ferð legði fram ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi og gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at fáa ætlanina framda [...] døgum síðani vóru danskir byggirfrøðingar í Havn og tosaði við býráðið um flogvøllin á Glyvursnesi. Tað er trupult at fáa at vita akkurát, hvat fundurin var um. Leivur Hansen, býráðsformaður er tættur sum [...] váttað, at fundurin var um flogvøllin á Glyvursnesi. Og tað skilst frá somu keldum, at talan eru um byggifrøðingar sum hava bjóðað seg fram at gera ein flogvøllin á Glyvursnesi. Í øllum førum vilja teir
vølliní Vágum 200 metrar, úr 1.250 metrum, upp í 1.450 metrar. Á hinari síðuni standa tey, sum heldur vilja hava nýggjan flogvøll gjørdan á Glyvursnesi. Landsstýrið fekk fyri jól úrslitið av kanningini [...] Vágum er sterkasta argumentið fyri undirsjóvartunli. Nú í næstan tveir mánaðir hava vit roynt at fáa orð á løgmann um hesi viðurskifti, men tað hevur ongantíð eydnast, hóast vit hava roynt at kalla hvønn [...] halda um, hava vit roynt vinnumálastýrið. Men Arne Poulsen, vinnumálastjóri, er líka ringur at fáa fatur á, sum løgmaður. Og í vinnumálastýrinum kann ongin úttala seg til fjølmiðlarnar uttan vinnumálastjórin
fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 [...] ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen. Felagið Føroyar-Kuba Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad [...] 30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærri upplýsingar á tlf. 009 354-568-0777 Eliaskirkjan Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá
einum árligum jólabingo umframt tiltøkum á Ólavsøku. Eitt undantak er tó, tá tað snýr seg um tað fíggjarliga, og tað eru skótadepulin á Selatræ og skótahúsið á Kambsdali. Hesi kasta nakað av peningi av [...] fíggjarætlan teirra er upp á einar 400.000 kr. Tað vil siga, at skótarnir sjálvir mugu fíggja einar 320.000 kr. árliga. Og hetta eru nógvir pengar. Men tað hevur so borið til. M.a. verða á hvørjum ári seldir [...] við at fáa føroyingum sjálvstøðugan limaskap. Og til ber eisini til altjóða stevnur at draga Merkið í húnar hátt, tó at undantaksloyvi má til. 60 ár næsta ár Vanligt er at hava ávís evni frammi á landsfundinum
orðing, samstundis sum hann fekk vantrúgv á orðum. Jón Primus, presturin í Kristnihaldi undir Jøkli (1968) sigur: »Tað er spell, at vit ikki bríksla hvør á annan eins og fuglarnir. Orð eru villleiðandi [...] deyður, komu tey fram fyri meg sum í dreymi, men so livandi, at tað er, sum eg kundi tikið í hondina á teimum: Salka Valka, Bjartur í Summarhúsum, Ólavur Ljósvíkingur, Steinar í Steinslíð, Jón Hreggviðsson [...] sjálvstøðugt ríki. Og Laxness tók fullan lut í sjálvstýrisstríðinum hjá sínum fólki. Hann setti orð á íslendskan veruleika og gjørdi hann til ein part av alheiminum í søgu og samtíð. Tað var minni enn so