Mangur fór á havsins báru
mangur feldi sorgartáru
mann og son so mangur misti
- hvat teir doyði eingin visti.
Hvør kann troysta tey ið missa
einans eitt er hetta vissa
tú skal aftur tínum møta
- skjótt er farin lívsins løta.
Havið tekur, havið gevur
bæði logn og ódnarveður
stóran fong - og sorg í smáttu
- tók tann kærasta vit áttu.
Havið slettur spor tú setti
mitt í ódnarveðri kvetti
hvørja vón í livið hevði
-brátt hann kom hin kaldi deyði.
Einaferð vit Harran síggja
kvetta deyðans hvassa líggja
ævigt lív og einans gleði
fáa vit á evsta degi.
Harry Birtilíð