var hann brádliga blendaður so illa at hann púra einki sá. Løgreglan sigur, at tað var onkur, sum hevði sent eina sterka, grøna lasarastrálu beint í eyguni á honum, so at hann fullkomiliga blendaðist og einki [...] tí tað kann føra til lívshættisligar støður um tað skuldi hent, at ein bussførari, ella ein annar bilførari, verður blendaður so illa, at tey missa tamarhaldið á bilinum. [...] einki sá. Eitt parkeringspláss var beint við og bussførarin sá sær eingi onnur ráð enn at steðga bussinum og koyra inn á parkeringsplássið. Har varð hann so standandi til hann aftur sá og fekk koyrt víðari
Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at bjarga tónleikafestivalunum kring landið, sum hava verið hart raktir av koronu í ár. Fyri at basa smittuni, hava myndugleikarnir mælt frá, at fólk samlast [...] latin fyri avleiðingarnar av koronu í fjør. Landsstýrið sigur, at endamálið er, at tónleikafestivalarnir skulu hóra undan og tey vænta, at útreiðslurnar hjá landskassanum fara ikki upp um fimm milliónir [...] avleiðingin av tí var, at fleiri tónleikafestivalarnir vóru av ongum. Talan er um fleiri festivalar, eisini G-festivalin, Summarfestivalin og Country Blues festivalin. Landsstýrið sigur, at hesi tónleikatiltøk
er positivt at uppliva, at fleiri og fleiri kenna samábyrgd og eitt nú velja aðrar loysnir við einnýtslutilfari. Vit síggja, at fleiri taka lut í felags ruddingartiltøkum og eru upptikin av at ansa betur [...] Kalistat Lund, sigur seg fegnast um, at tey hava fingið nógv góð hugskot og ráð frá borgarum og vinnulívinum, og hann vísir á, at tað er, tá staðið verður saman, at úrslitini vísa seg. Meira um hetta og [...] nýtsluna av einnýtsluplasti - og í seinsta lagi frá 2023 at rokna skal einnýtsluplast bannast landinum. Í tíðindaskrivi sigur grønlendska landsstýrið, at plastdálking hevur negativ árin á náttúruna og á samfelagið
Málið er at vinna fýra teir seinastu dystirnar, og vit byrja við B68 á Svangaskarði komandi sunnudag. So einfalt er tað fyri høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Bill McLeod Jacobsen. - Hjá okkum ráddi tað um at koma aftur [...] sporið, eftir at vit hava tapt seinastu ferðirnar. Vit skoraðu sjey mál, og tað kunnu vit ikki vera misnøgdir við. TB beit frá sær í seinna hálvleiki, og tað var eftir góðar málmøguleikar, at teir skoraðu [...] stig upp til B36 á fjórða plássi. Fjórða plássið kann geva atgongd til Evropa um steypavinnarin er at finna millum trý tey ovastu liðini í Betrideildini. NSÍ - TB 7-2 (3-0) Klæmint A. Olsen 1-0 (6.) Klæmint
tvinga bankarnar til at lækka ómaksgjøld ella til at seta fleiri sjálvtøkur upp. Tað er ein niðurstøða, nú Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera tað lættari hjá fólki, at fáa fatur á sínum [...] sambandi vístu løgtingslimir á, at onkur banki tekur 50 krónur í ómaksgjaldi, hvørja ferð, fólk koma í bankan at taka sínar egnu pengar út. Samstundis vístu tinglimir á, at bankarnir alsamt skerja talið [...] fólki at gjalda kontant Annars staðfesti landsstýrismaðurin, at hetta er ikki eitt málsøki, vit hava yvirtikið. Tvørturímóti er hetta danskt málsøki og sostatt hevur Løgtingið ikki heimild til at áleggja
taktikkur frá bankunum fyri at forða fólki at brúka kontantar pengar, spyr Ruth Vang. Hon heldur, at tað ljóðar órímiligt, at fólk skulu rinda 50 krónur í ómaksgjaldi fyri at fáa sínar egnu pengar úr bankanum [...] Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at fólk hava atgongd til kontantan pening og hann helt, at Løgtingið skuldi senda bankunum eitt signal um at ansa eftir, hvussu teir bera seg at. Hann heldur [...] at yvirlitið hjá bankunum yvir ómaksgøldini, er so ringt at finna, og tað er so ringt at lesa, at tað er til at verða í ørviti av.
lum er spentur eftir at síggja, hvussu fiskiskapurin hjá partrolarunum fer at roynast, sum tíðin gongur, og hann heldur, at ábendingar longu nú eru um, at tað fer at gera mun, at skipini nú kunnu fiska [...] aftrat, at hon ikki skilir fisk út aftur, sum stendur mát við tað, sum loyvt er at veiða. Tað gevur jú onga meining at skilja fisk út aftur, sum annars eigur at koma til høldar. Hann vísti eisini á, at eitt [...] fegnast um, at nakrar upsaleiðir, sum hava verið friðaðar fyri trolveiði í fleiri ár, nú eru latnar upp aftur, treytað av, at skipini hava skiljirist í trolinum. Trupult er at siga, hvat hetta fer at merkja
Blinken ger greitt, at tað er hesari linjuni, sum Joe Biden forseti ætlar at halda fram við. Trump varð lagdur undir við politikki sínum um vinarlig viðurskifti millium Ísrael og arbisk lond at síggja burtur [...] fleiri arabisk lond um at viðurkenna Ísrael. Tað ger hann á einum fundi við Ísrael og trý arabisk lond, sum um hetta mundið í fjør viðurkendu Ísrael. – Vit vilja stimbra fleiri lond til at gera sum Emiratini [...] eftir Marokko – normaliseraðu viðurskiftini við Ísrael í 2020, var tað fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at eitt arabiskt land hevði gjørt tað. Tað var fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, sum setti hesa
kunngerðin er lýst í European Journal. Nýggja talgilda koronupassið fer at lætta um hjá øllum, sum fara út í heim at ferðast ella at arbeiða. Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst [...] londum í Evropa, og gongdin er, at lond úr øðrum heimspørtum eisini gerast partur av skipanini við talgildum koronupassi. Limalondini í ES hava í vikuni tikið avgerð um at góðkenna føroysku koronupassloysnina [...] tekur passið niður. Um passið Tú tekur koronupassið niður á telefonina. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið. Tá ið tú ritar inn, verður koronapassið sjálvvirkandi dagført og vísir, um tú hevur
satt at siga ikki, hvør stýrir hesum, sigur Tórbjørn Jacobsen. – Eingin veit heldur, hvar hesir springararnir eru farnir, teir eru bara farnir onkustaðni, sigur hann. Tórbjørn Jacobsen sigur, at tá talan