##med2## HB helt í dag fast við sigursrøðina og við málskjótingina við at vinna stórsigur 5-0 á 07 Vestur, og tað kemur væl við hjá Kevin Schindler og hansara monnum undan Jorsala-ferðini í komandi viku [...] Maccabi Haifa í triðja undanumfarinum í Europa Conference League undankappingini. HB – 07 Vestur 5-0 (1-0) 1-0: Stefan Radosavljevic (15.) 2-0: Mikkel Dahl (50.) 3-0: Áki D. Samuelsen (63.) 4-0: Adrian Justinussen [...] Vestur tó væl við, og er høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Magnus Powell sera ónøgdur við, at HB slapp at taka frísparkið við 2-0 málið skjótt uttan, at 07 Vestur slapp í verjustøðu. Tann støðan og samrøðan hjá
gentum og dreingjum. Drekin og Fípan Fagra kappaðust allan túsund metra teinin um fremsta plássið. Í startspurtinum var Firvaldur av Tvøroyri eisini væl við, men so misti Firvaldur eina bátslongd, og tá varð [...] varð kappingin bara millum genturnar úr høvuðsstaðnum og tær úr Klaksvík. Viðhvørt var Drekin undan, og viðhvørt var Fípan Fagra frammanfyri. Soleiðis gekk tað eina góða løtu. Eisini í endaspurtinum var [...] ið tók Drekin ein hálvan skut frá Fípuni Føgru og vann. 1 Drekin 05:24.25 7 0 0 2 Fípan Fagra 05:24.45 6 0 0 3 Firvaldur 05:26.49 5 0 0 4 Hulda 05:34.10 4 0 0 5 Títlingur 05:34.38 3 1 0 6 Tambar 05:36
løgtingsmaður, Sóljugøta 10, 100 Havnin Jenis av Rana, floksformaður sigur, at eitt umboð fyri Miðflokkin fer at vera til arbeiðis í Fólkatinginum hvønn dag og ikki pendla ímillum og bara vera har, tá føroysk [...] Miðflokkurin stillar upp 10 valevni til Fólkatingsvalið 13. november. Teirra millum eru allir løgtingsmenn floksins, Jenis av Rana, Karsten Hansen og Bill Justinussen Listin er hesin: Arni Abrahamsen, [...] Fólkating, sum kann bera fram ein øðrvísi boðskap um týdningin av at grunda sín politikk og sítt samfelag, sína nútíð og sína framtíð á virði, sum ikki kunnu svíkja ? sum er grundfest á kristnu virðini, sigur
Oljan setur met í høgum prísum, matur og aðrar vørur tað sama. Alt samalt ger tað nógv dýrari at liva. - Fólkaflokkurin er hart ímóti hesum ágangi á familjur og borgarar. Hvør dugur betur at brúka pengarnar [...] Niclasen. Hann sigur, at seinastu 10 árini er skatturin stigvíst lækkaður. Úrslitið av hesum lækkingum er, at verkafólk í ár hava kr. 30.260 meir at liva fyri, meðan handverkarar og stavsmannalønir hava góðar [...] Tjóðveldi, Javnaðar- og Miðflokkurin eru longu nú komnir við skattahækkingum. Hetta er nokk bert tann fyrsta. Úrslitið av skattahækkingum er, at tað loysir seg minni at arbeiða og slett ikki at arbeiða
VB eisini veruliga dik á seg, og eftir steðgin var eingin bøn. VB vann seinna hálvleik ikki minni enn 13-4, og tað boðar frá tí muninum, sum eigur at vera millum topp og botn í deildini. Soleiðis heldur [...] hinvegin framvegis einki stig, og hjá teimum ræður um at sláa til, tá tær um viku vitja á Skála. Fakta um dystin VB-Kyndil 29-13 (16-9) 10 min: 6-3 20 min: 9-7 40 min: 20-10 50 min: 27-12 Málskjúttar VB: [...] var stigaleyst undan dystinum í gjár, og satt at siga var ongan tíð nakað serliga sannlíkt, at tær skuldu fáa fyrsta stigið í gjár. VB setti seg frá byrjan á dystin, og hóast Kyndil fylgdi so hampuliga væl
til hálvleik, og í løtunum eftir steðgin stóð ferðir á jøvnum, meðan áskoðararnir gjørdust alt meira spentir. Men so loysnaði. Laila Jespersen og Daiva Toumaite drógu liðfelagarnir við sær, og tó at VÍF royndi [...] spæla útidyst móti StÍF, og megnar heimaliðið tá tað óvæntaða, er tað uppgávan hjá VB at lofta einum óvæntaðum finalubólti. Fakta um dystin VB-StÍF 36-26 (15-14) 10 min: 7-5 20 min: 10-8 40 min: 23-18 50 min: [...] hevði veruliga fingið flogið aftur, og so gjørdist talan at enda um veruliga stórsigur. Hvør nytta er í hesum, er tó ilt at meta um. VB hevur ikki lagnuna í egnum hondum, og tí mugu tær bara gera sítt – eisini
2000 at rokna, og er við árslok 2004 vent frá avlopi til hall. Sambært greiningini hjá Rasmussen & Weihe hevur ognaravkastið hjá garnaskipum verið á einum lágum støði í 2002 og 2003 og er vorðið negativt [...] Fiskivinna Árini 2000 og 2001 royndust væl, men bæði 2002, 2003 og 2004 hava roynst minni væl. - Samlaða fallið í nettosølu frá 2000 til 2004 er stívliga 40%, vísa Rasmussen & Weihe á. Garnaskipini høvdu [...] Fiskimannafelag fyri teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er miðalprísurin hjá garnaskipum lækkaður 10% samanborið við somu tíð í fjør. Haraftrat kemur, at samlaða veiðinøgdin er minkað við 16%. Her skal
projekterað og teknað bátarnar, og tað er tískil skipasmiðjan, sum hevur latið skrokkarnar byggja í Pólandi. Stóran týdning Í slíkum arbeiði hevur skipasmiðjan nakrar undirleverandørar og tann størsti [...] Tórshavnar Skipasmiðja vegna feløgini, sum eiga Hansu Mariu og Dúgvuberg, hevur latið byggja í Pólandi, verða nú gjørdir lidnir á skipasmiðjuni. - Alt stál-og aluminiumsarbeiði er gjørt í Pólandi, men nú er so [...] høvuðsmotori, spølum, apeteringsarbeiði, rør, el og annað, sum hoyrir einum skipi til. - Í peningi er hetta nógv tann størri parturin av teimum umleið 9-10 miljónunum, sum hvør bátur kostar at byggja. Sum
men strævið Susan Poulsen frá Porkeri er 15 ára gomul, og gongur í 9. flokki í Vágs Skúla. Hon er í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn, og dámar sera væl. - Tað hevur verið stuttligt, men strævið [...] diskin Theis Herdalur býr í Vági. Hann er 15 ára gamal, og gongur í 9. flokki í Vágs Skúla. Hann er í starvsvenjing hjá Expert í SMS. Honum dámar væl og hevur haft tað stuttligt í tær tvær vikurnar. Hann sigur [...] astuni seinastu tvær vikurnar. Lív er 15 ára gomul, og gongur í 9 flokki í Vágs Skúla. Hon sigur at hon fer heimaftur við einum góðum upplivilsi, og hevur fingið sera nógv burturúr. Millum annað hevur
Eldri, sum búgva heima, og sum hava tørv á støðugari røkt og hjáveru, kunnu verða ansað í egnum heimi av persóni, sum fær samsýning fyri hesa uppgávu. Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, ein upphædd [...] upphædd, sum ikki broytt seinastu 10 árini. Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin hevur sett nýggja landsstýrismanninum í almannamálum fyrispurning um málið. Talið av teimum, sum fáa samsýning [...] samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, hevur verið fallandi tey seinastu árini. Í 2012 fingu 113 persónar ansingarsamsýning, meðan talið í dag er umleið 60 persónar. Ein broyting í upphæddini kundi