Kristianna: Eiga at hækka samsýningina fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima

Eldri, sum búgva heima, og sum hava tørv á støðugari røkt og hjáveru, kunnu verða ansað í egnum heimi av persóni, sum fær samsýning fyri hesa uppgávu.

 

Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, ein upphædd, sum ikki broytt seinastu 10 árini. Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin hevur sett nýggja landsstýrismanninum í almannamálum fyrispurning um málið.

 

Talið av teimum, sum fáa samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, hevur verið fallandi tey seinastu árini. Í 2012 fingu 113 persónar ansingarsamsýning, meðan talið í dag er umleið 60 persónar.

 

Ein broyting í upphæddini kundi møguliga gjørt tað, at fleiri tóku av møguleikanum og valdu at ansa avvarðandi heima, heldur Kristianna. Kommunurnar hava víst á, at tørvur er á at hækka ansingarsamsýningina.

 

Skipanin er eitt alternativ til at veita borgarum við røktartørvi eitt búpláss á røktarheimi ella sambýli. Endamálið er somuleiðis, at tað skal verða møguligt at verða sum longst í egnum heimi. 

 

Tað er landsstýrismaðurin við almannamálum, sum ásetir upphæddina, meðan kommunurnar taka avgerð um at veita hesa tænastu, umframt at tær rinda fyri tænastuna.  

 

Í stóru eftirmetingini av eldraøkinum frá 2021 verður ført fram, at upphæddin eigur at verða broytt, og at vit eiga at umrøða, um heimildin at áseta upphæddina fyri ansingarsamsýning kann verða løgd út til kommunurnar.

 

Spurningarnir eru soljóðandi:

 

  • Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at hækka ansingarsamsýningina fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima?
  • Um ja, hvussu nógv er ætlanin at hækka samsýningina?
  • Um ja, nær verður hendan broyting verður sett í verk?
  • Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja heimildina at áseta upphædd fyri ansingarsamsýning til kommunurnar at umsita?