##med2##
HB helt í dag fast við sigursrøðina og við málskjótingina við at vinna stórsigur 5-0 á 07 Vestur, og tað kemur væl við hjá Kevin Schindler og hansara monnum undan Jorsala-ferðini í komandi viku, har HB møtir Maccabi Haifa í triðja undanumfarinum í Europa Conference League undankappingini.
HB – 07 Vestur 5-0 (1-0)
1-0: Stefan Radosavljevic (15.)
2-0: Mikkel Dahl (50.)
3-0: Áki D. Samuelsen (63.)
4-0: Adrian Justinussen (79-)
5-0: Adrian Justinussen (90. +)
Fram til 2-0 málið var 07 Vestur tó væl við, og er høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Magnus Powell sera ónøgdur við, at HB slapp at taka frísparkið við 2-0 málið skjótt uttan, at 07 Vestur slapp í verjustøðu. Tann støðan og samrøðan hjá Tróndi Arge við Magnus Powell kann hoyrast HER.
Høvuðsvenjarin hjá HB, Kevin Schindler valdi at vera diplomatiskur um støðuna. Hann segði hava samhuga við 07 Vestur í støðuni, men hann minti á, at øll í føroyskum fótbólti kunnu betra seg, uttan at hanga tað á nakran ávísan knaka.
Kevin Schindler valdi fyrst og fremst at vera jaligur um eitt samlað gott avrik hjá HB, ið var ein góð upptakt undan dystinum móti Maccabi Haifa komandi hóskvøld klokkan 18.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá teimum fimm málunum HB skoraði móti 07 Vestur.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Kevin Schindler aftaná dystin.