morgun at siga, at hetta var eitt átak, sum tey høvdu í tímunum millum klokkan 11 og 13. - Her vísti tað seg, at heili 14 mál vórðu skrivað, og tað merkir, at 14 bilførarar nú fáa eina bót fyri at tosa í [...] í handhildnari fartelefon undir koyring. Lagt verður aftrat, at í Føroyum gevur eitt slíkt brot 1000 krónur í bót, men í Danmark, har ferðslulógin á hesum øki er strangari, gevur hetta eisini klipp í
Sagt verður, at flogfarið varð funnið í einum skógarøki, og at toka og trupult lendi gjørdu leitingina eftir flogfarinum avbjóðandi. Tað var í gjár, at stjórnin í Malavi boðaði frá, at einki samband fekst [...] øðrum umborð. Nú er so vrakið av flogfarinum funnið, og greitt er, at øll, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív, vita útlendskir miðlar at siga í dag.
samgonguflokkunum frá, at tey tóku undir við, at kommunurnar fingu hesa heimildina, og onkur fór so langt sum at siga, at um Landsstýrið ikki kom við einum uppskoti um hetta, so fóru tey at atkvøðu fyri einum [...] februar, og hesaferð tóku 6 av 7 limum í Rættarnevndini undir við málinum og mæltu Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Á tingfundinum í dag vóru 23 atkvøður fyri uppskotinum og tvær ímóti. Samband
Á Jamaika hava tey gjørt av at steingja tveir flogvallir, nú melduródnin "Beryl" nærkast. Flogvallirnir eru stongdir frá í kvøld at rokna. Sagt verður, at ódnin síðstu nátt varð uppstigað til tað, tey [...] 5-Orkan, sum er vindstyrki oman fyri 69 metrar um sekundið. NRK veit frá útlendskum miðlum at siga, at ódnin fer at taka land í Jamaika í morgin, mikudagin. Tað eru boðini frá stovninum, National Hurricane
Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur við Norðlýsið , at avgerð er tikin um ikki at halda henni til har norðuri, men at boð eru send til Havnar, soleiðis at hon kann rekast inn í Havn. Um tað verður til nakað [...] ikki rikin til Havnar, tí tað verður myrkt skjótt. Politiið sigur nú klokkan 19:38, at avgerð nú er tikin um ikki at halda grindini til. Politiið hevur eingi boð fingið um tað.
februar 2024 lógaruppskot um at gera afturberingina av MVG fyri grønar hitaloysnir lagaligari, soleiðis at afturberingin av MVG fyri grønar hitaloysnir heldur fram í 2025, og at afturberingartíðarskeiðið [...] enn tað, sum var samtykt í undanfarnu lóg, stendur at lesa í ískoytistilfarinum til ólavøskurøðu løgmans. Nýggja lógin fer at leggja upp til, at í 2025 verður MVG frítøkan 75%, í 2026 50%, og í
ólavsøkurøðu løgmans. Har verður mett, at tíðin er komin til at seta í verk somu skipan sum í okkara grannalondum. – Henda skipan hevur virkað væl og virkar soleiðis, at ásett verður eitt gjald fyri seingjardag [...] – Neyðugt er at finna eina loysn fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum ikki kunnu útskrivast av sjúkrahúsinum orsakað av, at Almannaverkið ella kommunur ikki kunnu taka ímóti teimum. Tað sæst í [...] verður tikið ímóti eftir lokna viðgerð – t.d. vegna vantandi heimarøkt ella búpláss. Ætlanin er at leggja uppskotið fyri løgtingið í februar 2025.
tikið tríggjar bilførarar, sum koyrdu so mikið skjótt, at hetta gav teimum bæði bøtur og klipp í koyrikortið. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ein bilførari varð tikin í Leirvík, og tveir vórðu tiknir [...] varð máldur at koyra 76 kilometrar um tíman, har loyvda hámarksferðin er 50 kilometrar. Í ferðkanningini í Norðoyatunlinum varð ein bilførari máldur at koyra 106, og ein annar varð máldur at koyra 112
Jens Lisberg at syngja nakrar sangir, eins og ung úr Meinigheitshúsinum koma at spæla undir felagssangin. - Innihaldið í prædikuni verður um Jákup í Gamla Testamenti, sum var ættarfaðir at Ísraels 12 ættum [...] nógv at læra okkum um lívið, og hvussu Gud kann venda øllum til tað góða. Vit skulu hoyra um, at Gud hevur eina góða ætlan fyri okkum øllum, sigur Bergur prestur. Altargangur verður, og møguleiki at tendra
gylt høvið at hoyra skjótt fløguaktuellu Maria Guttesen á konsertum í hesum mánaðinum. Maria er á veg við nýggjari fløgu, og fer at hava framførðslur í Århus og Keypmannahavn. Her verður høvið at hoyra løg [...] okkurt eldri lag verður eisini at hoyra. Afturat sær hevur Maria fingið føroysku Petsy Tvørfoss sum kórdamu. Harumframt fara gestatónleikararnir Morten Ærø og Søren Bigum at taka sær av trummu og gittarspælinum [...] í Århus 26 apríl kl. 22 og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygarkvøldið 28 apríl kl. 21. Meira er at frætta á www.mariaguttesen.dk