tryggja, sambært kringvarpslógini. Um somu tíð haldi eg, at vit í dag eiga at hugsa eitt sindur størri. Alt gott um at prístalsjavna kringvarpsgjaldið og at bøta um fíggjarliga grundarlagið. Um KVF veruliga [...] krevur bert vilja, og at vit tora at trúgva á egin evni. Ein slík dramadeild, ið setur fokus á at framleiða egna føroyska fiktión, hevði ikki einans verið við til at givið KVF ein størri leiklut í spírandi [...] vera man víðfevndar - og ein stór uppgáva. Tað er ongin ivi um, at tað er torført at megna alt í senn. Tí seti eg eisini bert sjóneykuna á eitt øki her, sum eftir mínum tykki eigur at raðfestast munandi hægri
hugstoytt er at hoyra í sambandi við kommunusamanleggingar, at samanleggingin millum Kollafjørð og Havnina ferð eftir ferð verður tikin fram sum ein miseydnað samanlegging. Eg haldi ikki, at samanleggingin [...] , uttan at tað er eydnast at selja lendið. Hesaferð verða stykkini gjørd byggibúgvin samstundis fyri at økja um áhugan og fyri at órógva grannarnar sum minst. Kommunan hevur eisini víst á, at tá selt verður [...] tá hesi vita, at kommunal grundøki fáast til keyps í grannakommununi norðanfyri fyri ein nógv lægri kostnað, upp til fleiri hundrað túsund bíligari. Eg eri av tí sannføring, at kommunan ger alt hon kann
størri mun vera før fyri at verja seg sjálv í árunum sum koma. Um Ukraina tapir kríggið – sum eg ikki haldi fer at henda, men sum kortini er ein veruligur møguleiki, um Evropa ikki megnar at framleiða [...] eru ein partur av. USA stúrir í ringasta føri fyri einum russiskum kjarnorkuálopi, og Washington hugsar tí saman við fleiri øðrum Nato-londum sera nógv um eina sterkari verju í Norðuratlantshavi [...] stjórnin hevur fyri kortum skotið upp at tvífalda pengarnar til norsku verjuna og serliga til flotan. »Orsøkin er, at vit mugu fyrihalda okkum til ein vandamiklan granna, sum vit ikki kunnu rokna
vórðu skiftar. - At enda orkaði eg einki, men skurðviðgerðin hevur gjørt mær gott, og nú havi eg tað nógv betur, enn eg hevði tað, tá æðrarnar vóru trongar. Eg havi onga pínu nakrastaðin, og eg kann sum 79 [...] gamal ikki lata illa at heilsuni, sigur hann. Doyr ikki út Karl Mikkelsen væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út. - Nei, tað vænti eg ikki, og tað vóni eg sjálvsagt heldur ikki [...] sum heldur seg minnast, at tá flest fólk búðu í Gásadali, vóru tey stívliga 60 í tali. Hann hevur bil er einar 2-3 ferðir um dagin ein túr í Sørvági. - Eg haldi, tað er neyðugt at hava bil her, tí annars
i. Hon vísir á, at orsøkin til, at hon tók farloyvi frá skúlanum við Gøtugjógv, var, at hetta passaði henni betur við børnunum. - Eg føldi meg ikki gamla, tá eg gavst í skúlanum, og eg havi eisini verið [...] finna væl út av tí saman við hvørjum øðrum. Sjálv føli eg tað soleiðis, at eg eri væl við øll, og eg kann fara inn í hvørt hús í bygdini. At fólk dáma at vitja aftur á slóðina, sæst ikki minst, tá tey á Hellunum [...] heldur Jórun Eið Johannesen ikki, at tað hevur verið nakar trupulleiki at búð á Hellunum og arbeitt við Gøtugjógv. ... Ongantíð umhugsað at flyta av Hellunum - Eg haldi ikki, at útlitini hjá Hellunum sum bygd
fleiri úrslit kring landið, men eg gloymdi heldur ikki Norðoyggjar. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvør fer at arbeiða fyri Norðoyggjum, um ikki ein norðingur ger tað? Hvør fer at arbeiða fyri Eysturoynni, Vágoynni [...] fyri uttan í dag? Eg vil enntá fara so langt sum at siga, at hesar lokalu kempurnar eiga kanska størsta heiðurin av teim størstu og týdningarmestu frambrotunum í samferðslusøgu okkara. Haldi ikki tað er ov [...] rættiliga ofta skuldsettir fyri at vera lokalpolitikarar og/ella lokalpatriotar. Vit hugsað einans um okkara egna lokala økið og gloyma allar Føroyar. Hetta er sjálvandi skeivt, men ein og hvør kann gera sær sína
uppaftur. - Tað veit eg ikki at siga í løtuni, men eg veit, at eg brenni líka so nógv fyri hesum arbeiði í dag, sum eg gjørdi, tá eg varð valdur fyrstu ferð. Eyðbjørn Thomsen vísir á, at tíðin í bygdaráðnum [...] kanska heldur skuldu verið niðri í bygdini, men sjálvur haldi eg, at góðir møguleikar eru at dagføra hølini á Krossinum. Hann sigur, at tíðin fer at vísa, hvussu hetta málið best verður loyst í sátt og semju [...] sita og gjalda skuld, sum liggur eftir okkum undanfarnu. Jú, eg haldi, at vit hava roynt at rikið kommununa so skynsamiliga fíggjarliga, at vit í dag eru væl fyri í so máta, sigur Eyðbjørn Thomsen.
Johannesen. Skattalættin fer veruliga at gera mun Skattalættin er annað máli, sum løgmaður nevnir. – Skattalættin ger veruliga mun, tó at fólk kanska ikki merkja tað enn, tí at samstundis við skattalættan kom [...] vóru lágar, og tað var trupult at fáa starvsfólk innan tað økið og fáa fólk at velja sær tær útbúgvingarnar. So tað eri eg fegin um, og tað er nakað, sum ger mun hjá teimum, sum hava fingið lønarlyft [...] tímaløntu, at tey eru komin upp á 29.000 krónur ella har á leið. So at eisini tey fáa fullan skattalætta, góðar 13.000 krónur um árið. So eg eri øgiliga fegin um skattalættan, og hann fer at gera mun, og
? - Nei, eg haldi at tey, sum fyriskipa, gera sítt allarbesta. Tey gera eitt megnar arbeiði, og eg haldi, tað vildi verið ov lætt at kritiserað teirra arbeiði. Terje B. Vestergaard heldur, at tað, sum [...] ráða vit ikki yvir. - Eg vóni, at vit fáa gott veður á ólavsøku í ár, og fari eg at ynskja øllum eina góða ólavsøku, leggur hann aftrat. Lesið eisini: * Fyri fyrstu ferð eigi eg føroysk klæðir - https://www [...] gi-eg-foeroysk-klaedi * Ólavsøkan er sera kommersiell - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-er-sera-kommersiell * Ein serlig ólavsøka tá eg møtti konu míni - https://www.in.fo/news-detail/ein-ser
eisini ymiskt á hvørjum ári. Hann heldur, at Tórshavnar kommuna ger sítt besta fyri at fáa góðar karmar rundan um ólavsøkuna. - Eg haldi, at tað er veldugt, at ein heil tjóð kann savnast á midnátt ólavsøkudag [...] aldrinum og lívsumstøðunum. Eg fari altíð ein túr í býin og royni at fáa sum frægast burtur úr tí, sum er á skránni um ólavsøkuna. Jóan Pauli heldur, at tað, at tað nú ber til at seta seg niður so manga staðni [...] Fert tú á ólavsøku í ár? - Eftirsum eg búgvi í Havn, so eri eg á ólavsøku, tá eg eri heima, og tað eri eg sum oftast hesa tíðina á árinum. Eg fari á ólavsøku, men lati eisini ólavsøkuna koma til mín. Tað