Karl Mikkelsen sleit sínar barnaskógvar í Gásadali, og her hevur hann búð stóran part av sínum lívi

Hugsaði ikki um Múlafoss sum nakað serstakt

- Eg hevði ongantíð droymt um, at Múlafossur fór at gerast so kendur og so nógv avmyndaður. Fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini eru gingin, tí nú sæst fossurin avmyndaður úr øllum sjónarhornum og í øllum hugsandi ljósi og veðri, sigur Karl Mikkelsen í Gásadali

Karl Mikkelsen sleit sínar barnaskógvar í Gásadali, og her hevur hann búð stóran part av sínum lívi

Henda dagin, vit vóru á gátt hjá 79 ára gamla, Karl Mikkelsen í Gásadali, var Poul Fagraklett á gátt hjá honum.

 

- Jú, eg havi fólk á gátt av og á, og Poul plagar eisini at detta inn á gólvið hjá mær, sigur Karl, sum er uppvaskin í Gásadali og hevði øll síni barna-og ungdómsár her.

 

Karl hevur tó ikki búð øll síni ár í Gásadali. Hann hevur eisini búð í Sørvági í fleiri ár, har hann átti hús.

 

##med2##

- Eg haldi, eg keypti hesi húsini í 1994 og havi búð her síðan. Um tunnilin ikki var komin í 2006, hevði eg helst ikki búð her í dag. Tunnilin hevur gjørt alt so nógv lættari og betri.

 

Tá Karl gekk í skúla í Gásadali, vóru tey eini 14 skúlabørn, og ein av lærarunum hesi árini var Jeffri Henriksen, sum ferðaðist millum Gásadal og Bø at undirvísa – eina viku í hvørjum staði.

 

- Pápi Jeffri var úr Gásadali og mamman úr Sørvági, sigur Karl, sum heldur seg minnast, at tá flest fólk búðu í Gásadali, vóru tey stívliga 60 í tali.

 

Hann hevur bil er einar 2-3 ferðir um dagin ein túr í Sørvági.

 

- Eg haldi, tað er neyðugt at hava bil her, tí annars verður tú so fastlastur í bygdini og sleppur ongan veg, sigur Karl Mikkelsen.

 

 

 

Ungur til Grønlands

 

Sum blaðungur drongur fór Karl til Grønlands at rógva út, og hetta gjørdi hann trý tey fyrstu árini av sínum arbeiðslívi.

 

Fyri unglingin úr Gásadali, var grønlandsútróðurin lívsins skúli, sum vit plaga at taka til.

 

- Vit fóru vanliga til Grønlands í mai og komu heimaftur, tá oktober nærkaðist.

 

Teir búðu á landi í Ravnoynni og fiskaðu við snellu í opnum føroyskum bátum. Fiskurin varð lagdur upp í Ravnoynni, og síðan kom ein dampari eftir fiskinum.

 

- Hetta vóru langir dagar við snelluna, tí tað var summar, og dagurin var so langur. Tá dampari kom eftir fiskinum, koyrdu vit fiskin umborð sjálvir. Hesi árini gav grønlandsútróðurin ikki teir nógvu pengarnar. Tað var ikki so nógvur fiskur at fáa, sum tað onkuntíð hevur verið í Grønlandi og prísurin, vit fingu fyri fiskin, var heldur ikki nakað av reypa av.

 

Karl sigur, at nakrir av bátunum, sum menn høvdu við sær til Grønlands, komu heim aftur um heystarnar, men fleiri komu ikki og vórðu tískil drignir upp á land í Ravnoynni.

 

Tað var árini 1960, 1961 og 1962, at Karl var til grønlandsútróður.

 

Meginpartin av sínum arbeiðslívi var hann sjómaður, og í fleiri ár sigldi hann við trolarum, eins og hann eitt skifti var í Brentshavinum við Vesturvón.

 

- Umborð í Vesturvón gingu vit seks tímar og arbeiddu síðan í seks. Hetta var gott sjólív, heldur hann fyri.

 

 

 

Gekk við posti

 

Í eini 10 ár, áðrenn Gásadalstunnilin kom, gekk hann við posti fyri mammubeiggja sín.

 

- Tríggjar ferðir um vikuna skuldi tú ganga upp um fjallið og síðan koyra til Sørvágs og sama veg heim aftur til Gásadals.

 

Tá tunnilin varð skotin ígjøgnum, slapst viðhvørt gjøgnum tunnilin við posti, kanska tað fyrsta pettið í skuffuni á eini gravkúgv og síðan í ein lastbil.

 

- Men, leygardagar mátti eg ganga, tí tá var einki tunnilsarbeiði, og tað slapst ikki gjøgnum tunnilin, sigur hann brosandi.

 

Ein annar møguleiki at fáa postin til og úr Gásadali kundi vera við báti millum bygdirnar, men hetta læt seg bara gera í besta veðri, tí í Gásadali er bara eitt skapilsi av einari lending.

 

- Tunnilin hevur verið ein fantastiskur lætti fyri okkum, sum búgva í Gásadali, men við tunlinum er tað eisini hent, at ein rúgva av ferðafólki koma til bygdar.

 

Karl heldur ikki, at tað kennist so strævið við nógvum ferðafólki, sum leitar til bygdina, serliga í summarhálvuni.

 

- Nú búgvi eg soleiðis fyri ovarlaga í bygdini, at her er eingin gjøgnumkoyring, men sjálvandi spáka ferðafólk her viðhvørt.

 

Lendingin í Gásadali er lítil, og her eru eini 90 trin niðan frá lendingini og niðan á bakkan.

 

- Tá eg minnist, hevði onkur bát í Gásadali, men her er eingin bátur nú. Sjálvur havi eg havt eitt seksmannafar úr Kaldbak liggandi í bátahylinum í Sørvági, men fyri eini tíð síðan seldi eg bátin. Báturin bleiv ov lítið brúktur, og í mesta lagi var tað at fara út í fjørðin at fáa sær nakrar fiskar.

 

##med3##

 

Sindur meira lív í

 

Hóast fólkatalið í Gásadali er fáment, er onkur familja við børnum flutt til bygdina seinnu árini, og soleiðis býr sonur Karl, Pól Sigmund, her við damu og børnum.

 

- Hon átti tvey børn frammanundan, og nú eiga sonur mín og henda kvinnan eitt barn saman, sum fyllir eitt ár í apríl. So, nú havi eg eisini eitt abbabarn í bygdini, sum eg eri sera fegin um, sigur Karl.

 

Ein onnur familja við børnum býr eisini í Gásadali.

 

Hin 79 ára gamli røktaði hagan í Víkum, sum sonur hansara nú hevur.

 

- Nú er ein hundur tað einasta, eg havi eftir av kríatúrum, og eg havi heldur ikki heimaseyð. Nú hevði eg hvørki tímað ella orkað at fingist við seyð.

 

Fyri nøkrum árum síðan fekk Karl eina by-pass skurðviðgerð, har æðrar til hjartað vórðu skiftar.

 

- At enda orkaði eg einki, men skurðviðgerðin hevur gjørt mær gott, og nú havi eg tað nógv betur, enn eg hevði tað, tá æðrarnar vóru trongar. Eg havi onga pínu nakrastaðin, og eg kann sum 79 ára gamal ikki lata illa at heilsuni, sigur hann.

 

 

 

Doyr ikki út

 

Karl Mikkelsen væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út.

 

- Nei, tað vænti eg ikki, og tað vóni eg sjálvsagt heldur ikki. Nú eru nøkur yngri fólk og børn aftur í bygdini, og alt ger mun, har lítið fólkagrundarlag er frammanundan.

 

Hann vísir á, at tað kemur ein øgilig rúgva at fólki til Gásadals í summarhálvuni og longu nú, tá vit bert eru í mars, síggja vit longu onkrar bussar og fleiri bilar, sum ikki hoyra heima her.

 

Spurdur, hvat Múlafossur segði honum, tá hann var ungur og vaks upp í Gásadali, sigur hann soleiðis:

 

- Nei, vit hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum.

 

Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini eru gingin, tí nú sæst hann avmyndaður úr øllum sjónarhornum og í øllum hugsandi ljósi og veðri.

 

- Jú, her er vakurt í Gásadali, og tað vita vit, at tað altíð hevur verið, men satt at siga, eru tað onnur enn vit, sum búgva her, sum fyrst løgdu til merkis vakurleikan við Múlafossi og umhvørvinum kring fossin, ásannar Karl Mikkelsen.

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Karl Mikkelsen sleit sínar barnaskógvar í Gásadali, og her hevur hann búð stóran part av sínum lívi

Karl Mikkelsen hevur vitjan av Poul Fagraklett, sum er komin á gátt

- Tað eru onnur enn vit, ið búgva her, sum fyrst løgdu til merkis vakurleikan við Múlafossi og umhvørvinum kring fossin, sigur Karl Mikkelsen.