stóðu og manglaðu ein dekn. Og tað var her, at ein onnur kvinna, Irdi Mittelstein spurdi um hon hevði áhuga at taka við hesi tænastuni. Hon so gjørdi. - Tað at standa frammanfyri eini mannamúgvu og tala [...] avgerð um at taka ta nýggju føroysku sálmabókin í nýtslu. Lunnar lagdir Fyri Elisabeth Leo er eingin ivi um, at kirkjan altíð hevur havt nógv at siga fyri hana – í dag, eins og tað var, tá hon var yngri [...] kenslan bara at sita í kirkjuni, gjørdi mær so gott, greiðir hon frá. Tað, sum tó man hava havt størstan týdning fyri Elisabeth, sum eisini er deknur í Skopunar kirkju, eru ”fylgjurnar” av soleiðis at ganga regluliga
di á miðnámsútbúgvingum er 1.200 kr. um mánaðin. Men har er bara tann munur, at tey fáa eitt ískoyti, sum er lagað eftir foreldrainntøkuni, og er hon 300.000 kr. ella minni, er hetta ískoytið knappar 1 [...] num um lestrarstuðul er ein bólkur dottin burturímillum. Tað eru børn hjá støkum uppihaldarum. Gjaldið frá hinum foreldrinum, sum er 12.550 kr. um árið, fellur burtur, uttan so at viðkomandi hevur óvanliga [...] 11 mánaðir um árið, tilsamans 19.800 kr. um árið. Tað, sum er eftir, er sostatt 1250 kr. um árið. Barnafrádrátturin í kommunuskattinum, sum er eitt sindur ójavnur, umleið 5.000 kr. um árið, fellur burtur
Institut væntar, at talið av koronu-tilburðum í Danmark fer at veksa nógv ta næstu tíðina, vænta tey eisini, at talið av innleggingum fer at veksa við millum 130 og 250 um samdøgrið. Orsøkin til, at tølini spenna [...] Institut. Hon leggur aftrat, at um grundarlagið undir útrokningunum er á einari leið, kann roknast við, at talið av dagligum innleggingum um jóltíðir fer at liggja millum 120 og 190 um samdøgrið. Ritzau veit at [...] so vítt, er, at óvissan um omikron-frábrigdið er so stór, tí tað eru bara tríggjar vikur, síðan omikron fyrstu ferð varð staðfest í Danmark. Útrokningarnar hjá Statens Serum Institut byggja á, at vandin
nógvar uppgávur, tá hon kemur til Føroya, men eitt er tó álagt henni. Hon skal nevniliga geva nøkrum útvaldum føroyingum ordanir. Rikisumboðið velur nøkur fólk út, sum verða mett at hava serligan týdning [...] gongd. Umborð á Dannebrog Ímeðan krúnprinsaparið fer ein túr í Havnar kirkju og á Margarinfabrikkina at hyggja seg um, fer drotningin aftur umborð á kongaskipið saman við teimum, sum ríkisumboðið hevur valt [...] fáa ordan hesuferð. Ríkisumboðið vil ikki avdúka hvørji fólk fáa heiðurin mánadagin, men sagt verður, at tey vera 13 í tali.
Entertainment, sum eigur ferðamálið »Ride teh Ducks«, sigur, at felagið hevur hjálpt til við bjaringararbeiðinum. Hon leggur afturat, at hetta er fyrsta vanlukka hjá felagnum í fleiri enn 40 ár. Branson liggur [...] fingu skaða, skriva amerikanski miðlar sambært tíðindastvouni Reuters. Báturin, sum eisini er gjørdur til at kunna koyra á vegnum, var eitt væl umtókt ferðafólkamál, »Ride the Ducks«, har vitjandi vórðu [...] koyrd á sjúkrahús. Tilbúgvingin á staðnum, Suothern Stone, váttaði fyrr í dag yvir fyri miðlinum KYTV, at fleiri vóru deyð í vanlukkuni. Tá báturin hálvdist, var nógvur vindur í økinum. Vatnið liggur á markinum
støðan hon, at burðaravlopið er negativt - minus fimm - og tað sama er galdandi fyri nettoflytingina, sum er minus átta higartil í ár. Tann bygdin sum hevur merkt mest til hesa afturgongdina er Sandur, har [...] Sandoyggin er haraftrat einasta økið í landinum við negativum burðaravlopi, sum merkir, at fleiri fólk doyðu enn tað vórðu fødd. Ikki Skopun Verður hugt eftir bygdunum í oynni so sæst, at allar hava havt [...] lítil - er afturgongdin av íbúgvum í oynni hesar seinastu níggju mánaðirnar. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni, tá tað snýr seg um gongdina í fólkatalinum kring landið. Fyri Sandoynna er støðan
heimasíðuni. Nú eru tær eisini tøkar sum app. Orðabóka-appin er snøgg og arbeiðslig. Hon krevur internetsamband, men tað merkir eisini, at hon altíð er líka væl dagførd sum netorðabøkurnar, og orðini hava somu [...] appina. Orðið “app” er gott dømi um ymiskleikan. Tað er ikki heilt rætt, at appin ikki er sloppin í orðabøkurnar. Ein av teimum 13 orðabókunum, tann týsk-føroyska hjá Kára Dávidsen, er nevniliga eitt sindur [...] veikleikar í mun til heimasíðuna, so er hon á øðrum økjum betri. Ikki bara er hon lættari atkomilig fyri øll tey, sum nýta telefon og teldil nógv meira enn tey brúka teldu, men hon hevur eisini betri kunning um
Minst til fartelefonina og syrg fyri, at hon er lødd - Hav altíð eitt teppi við í bilinum. Verður bilurin fastur í kavanum, er gott at halda seg heitan, til hjálpin er á staðnum - Skava kava og ís av bilrútum [...] frammanfyri. Bremsulongdin er longri í hálku - Bremsa ikki knappliga - Um neyðugt er at steðga, so tendra ávaringarljósini fyri at ávara onnur um, at bilurin stendur stillur - Minst til at vísa av í góðari tíð [...] Landsverki er hált bæði í Vágunum, Eysturoynni, Streymoynni og í Norðoyggjum. Hálkan kemur oftani óvart á okkum, og tað eru alt ov mong, ið taka kjansir í koyring um veturin. Hetta eitt nú við at bíða ov
Hóast vit hava havt løgmenn síðani 1948, so var tað ikki fyrr enn í 1956, at siðvenjan við at løgmaður heldur røðu á ólavsøku byrjaði. Tá var Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum løgmaður, og helt hann [...] sum løgmaður restina av valskeiðnum til 1970. Í 1971 helt Atli P. Dam sína fyrstu ólavøskurøðu. Hann er tann, sum hevur hildið nógv tær flestu, 16 í tali. Hann var løgmaður frá 1970 til 1981, frá 1985 til [...] 1991 til 1993. Eftir hann kom Marita Petersen, sum var løgmaður frá januar í 1993 til september 1994. Hon var løgmaður á ólavsøku í 1994, sjálvt um løgtingsval hevði verið í juli. Edmund Joesnen var løgmaður
eftir at fólk hava viðurkent, at tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið at vera væl skikkað, síggja gott út, tosa á rættan hátt og sum heild at spæla við upp á premissurnar hjá monnunum. Kvinnur eru [...] tir metir, at føroyska skipanin eigur at vera ein fyrimunur fyri kvinnur. Um flokkarnir væl at merkja seta sær fyri at fáa nakrar sterkar kvinnur á listan og annars arbeiða miðvíst fyri at fáa tær valdar [...] kvinnuflokkar Eitt áhugavert hon nevndi var, at Gallupkanningar vísa, at kvinnuligir veljarar velja flokkar, sum hava ein greiðan javnstøðuprofil. Í hesum sambandi vísti hon á, at á seinasta vali vóru 62 prosent