126 fólk innløgd í eitt samdøgur í Danmark

Statens Serum Institut væntar, at millum 9.000 og 45.000 smittutilburðir verða í Danmark - um samdøgrið - um eina viku ella so.

Stór óvissa er um nýggjar koronu-forsagnir í Danmark ta næstu tíðina, tí vitanin um omikron-frábrigdið enn er ov lítil. 

 

Men, Statens Serum Institut heldur tað ikki vera óhugsandi, at Danmark um nakrar dagar kann fara at fáa upp ímóti 45.000 smittutilburðum um samdøgrið.

 

Fríggjadagin luttók stjórin í Statens Serum Institut, Henrik Ullum, á einum tíðindafundi í forsætismálaráðnum, har nýggjar avmarkingar vórðu lagdar fram.

 

Nýggju avmarkingarnar koma í gildi í morgin, sunnumorgunin. 

 

Samstundis sum Statens Serum Institut væntar, at talið av koronu-tilburðum í Danmark fer at veksa nógv ta næstu tíðina, vænta tey eisini, at talið av innleggingum fer at veksa við millum 130 og 250 um samdøgrið.

 

Orsøkin til, at tølini spenna so vítt, er, at óvissan um omikron-frábrigdið er so stór, tí tað eru bara tríggjar vikur, síðan omikron fyrstu ferð varð staðfest í Danmark.

 

Útrokningarnar hjá Statens Serum Institut byggja á, at vandin fyri at verða lagdur inn á sjúkrahús við omikron er eins stórur og við kenda delta-frábrigdinum - og at omikron smittar millum hálva aðru ferð og tvær ferðir verri enn delta.

 

- Tað eru ábendingar um, at omikron kanska verður linari. Tí hava vit eisini gjørt útrokningar, sum byggja á, at omikron kanska er helvtina so vandamikið sum delta, sigur Camilla Holten Møller, lækni á Statens Serum Institut.

 

Hon leggur aftrat, at um grundarlagið undir útrokningunum er á einari leið, kann roknast við, at talið av dagligum innleggingum um jóltíðir fer at liggja millum 120 og 190 um samdøgrið.

 

Ritzau veit at siga, at seinasta samdøgrið vórðu 8.954 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Danmark, og talið av nýinnløgdum vaks við 126.