Kanska enntá at uppsiga fiskivinnuavtaluna. Tí er best at siga sum minst og gera enn minni. Eg havi stundum víst á, at toskurin í Barentshavinum ikki er ein russisk gáva til Føroya, men at tað, vit [...] brúkast sum ein russisk miðstøð í Norðuratlantshavi. Vanligur taktikkur Tá tú vilt hava ávirkan á eitt land, er tað ein púra vanlig strategi at gera hetta landið búskaparliga heft at tær. Tað var [...] er sera, sera nógv vert. At vit sum tað minsta eiga at hava betri eftirlit við russisku skipunum, sum fiska her. Og at vit ikki nýtast at geva 30 russiskum skipum rætt til at fiska við Føroyar. Hetta
Færø spurningin, um tað ávrikaði hann. Hann letur enn væl at og nær at blíva klárur til hvønn dyst hjá bæði KÍ og landsliðnum. Lívsstílurin ger mun metir Håkan Ericson. - Tá tað kemur til Odmar Færø, so livur [...] skifta út, sigur Håkan Ericson, sum hevur verið í samskiftið við venjaran hjá KÍ, Magne Hoseth. - Eg haldi, at vit hava eitt gott samskiftið við Magna Hoseth. Vit tosa eisini við fysio-liðið hjá okkum um hvønn [...] Danielsen hava spælt óvanliga nógvar dystir í Evropa í summar. - Við tíðini kemur føroyska liðið at fáa ágóðan av, at KÍ klárar seg so væl í Evropa. Tað hevur eina ávirkan beint nú, tí vit hava spælarar, ið ikki
mær er ein sosialisering, sum eg seti prís uppá. Eg trívist ikki við at sita heima einsamallur. Eg vil vera í gongd og vera saman við fólki. - Eg haldi fram so leingi, eg havi hug og orku. Men um eg finni [...] ongar ætlanir um at leggja frá sær. - Eg havi ikki brúk fyri pengum, tí eg fái pensjón. Men mær dámar at arbeiða, og eg havi nógv eftir, sum eg vil gera, so eg síggi onga orsøk til at gevast, sigur hann [...] trojanskur hestur hjá honum, sjálvt um eg havi lagt mær nær at siga honum frá, at eg eri ikki í hansara báti. Eg havi eisini roynt at greitt honum frá, at um hann vil grindini væl, so skal hann heldur venda
og/ella týskt fyri at lata møguleikarnar fyri framhaldi standa opnar. Tað er ikki rætt, at eitt breytaval avger endaligu lívsleiðina, tí møguleiki er fyri at skifta breyt ella at supplera. Tað er [...] átti tí nettupp at verið fyri at brúkt eitt sindur av somu stóru tímapulju at snara vinkulin tvørmálsliga vegin til frama fyri øll mál í senn. Henda tilgongdin átti at verið ein natúrligur liður [...] lykilin til. At læra mentanir at kenna innanífrá og fáa førleika at skilja tær til gagns fyri bæði okkum persónliga og onnur kann ikki gerast upp í nyttuvirði og krónum. Velja vit tí at skerja okkara
langt síðani varð eg spurd um, hvat eg vildi vera, um eg ikki var forsætisráðhar- ri. Svarið mítt kom beinanvegin, tí eg var als ikki í iva: Eg vildi vera lærari. At hugsa sær at vera tann persónurin [...] r. Og nú endurgevi eg orðarætt: ‘Har skal vera ein myndugleiki. Har skal vera ein, ið flýgur flogfarið [...]. Vit eru noydd til at avhenda ábyrgdina. Og vit noyðast at virða ein, sum veit nakað og dugir [...] og at vit hesa ferð fara at eydnast. Hetta eigur at vera møguligt. Men við tí eyðmjúkleika, sum liggur í, at eingin av okkum longur kann siga, at eitt lítið tak loysir alt. Vit eru noydd til at koma
miðvísum átøkum við at vísa á tørvin á teirri neyðugu raðfestingini á sálarliga økinum, ger mun. Eg fari at takka tykkum fyri tykkar treiskni. Tað gevur úrslit. So eri eg komin til stóru løtuna at handa “Ársins [...] samrøðuni. Við at seta røttu spurningarnar, verður farið fram við hugsjónini um hjálp til sjálvhjálp . At hava ein at tosa við, ein sum lurtar, eitt medmenniskja. Tað er spennandi og viðkomandi at fáa innlit [...] komin á hædd við hvussu vit viðgera og fyribyrgja. Sjálv haldi eg vit eiga at leggja nógv størri dent á at fremja sálarheilsu, sum vit øll hava, og at tað sjálvsagt má ganga hond í hond við góðum viðgerðartilboðum
beinleiðis villleiðing. Í gjárkvøldið varð eg – fyri aðru ferð – so nógv vavdur uppí teirra fantasifulla snakk, at eg noyðist at svara. Setið mannin frá! Eg havi havt nøkur íkast til almenna kjakið um [...] tungu nakað av tí, eg havi sagt. AT eg havi sagt nakað, heldur Jón Brian hinvegin vera so álvarsamt, at tað skal umrøðast aftur og aftur. Fyrru ferð Jón Brian hevði Árna Gregersen í studio at tosa um hetta [...] hetta, var svarið, at tað skapti ónøgd innanfloks, at eg ikki tagdi. Hvar visti Árni tað frá? Eg havi so ikki hoyrt tað. Javnaðarflokkurin hevur einki ímóti, at eitt politiskt stórmál verður umrøtt alment.
fiskimaður øll árini. Eg havi siglt í 36 ár longu, og vónandi have eg nógv ár afturat. Eg fór ungur til Noreg og havi nú siglt har í 31 ár. Eg má siga, at eg eri ómetaliga glaður fyri, at eg og nogvir við mær [...] Góðan dag, eg skrivi vegan FFU (Føroyskir Fiskimenn Uttanlands), har eg eri formaður. Um hetta skriv ger nakran mun, vænti eg ikki, men eg hugsi, vit vit mugu hava onkrar viðmerkingar til skattaumleggjingina [...] hóast alt vera ein partur av fíggingini. Eg fari at senda hetta skriv til fleiri av tykkum, bæði í samgonge og andstøðu. Sjálvur mynstraði eg sum dekkari fyrstu ferð 15 ára gamal, og eg havi verið fiskimaður
forståelse - Tó haldi eg sjálv, at tørvurin á leiðslutypum í klassa vera nógv størri enn vit geva okkum far um, og at ljós eigur at verða varpað á heiðranir, hesum til bata og øllum at gagni. [...] útnevningar av dugnaligum leiðslum. Eg undrist mangan um kriterie, um starvsfólkini sum velja ella um hvat sum ger ein egnaðan til hesa premiu. Sjálvsagt undrist eg meira og minni - tí ávís leiðslubrøgd [...] eftir, at geva leiðslum karakter. “Ja, ein leiðari er fittur, tí hann einki sigur, tá eg komi for seint”. Ella hann er dugnaligur, ti hann gevur mær stuðul og arbeiðsumstøður, sum loyva mær at veksa við
tilboðnum, og at avvarðandi eisini fara at kenna seg heima her. Umframt at vera karmur um tænasturnar, so er Sílá eisini arbeiðspláss hjá nógvum góðum starvsfólkum. Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit skapa [...] og hetta ger, at námsfrøðilig og heilsufrøðilig ráðgeving og vegleiðing er tillagað hereftir. Tað er ein sannroynd, at í Suðuroy er talið av fólki við somu sjúkueyðkennum ov lágt til at fylla ein stovn. [...] er, at tit fáa møguleikan at verða búgvandi her, saman við tykkara avvarðandi, og at tit fáa hjálpina frá starvsfólkum, sum kenna tykkum, tykkara tørv og lyndi. Nei ikki eigur tað at vera neyðugt at flyta