Håkan má skifta út

Manslandsliðið: Serliga støðan hjá KÍ ger, at Håkan Ericson má hugsa seg væl um

Mynd: (FSF/Bjarni Enghamar)

Føroyska manslandsliðið hevði í gjár tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, sum verður í dag klokkan 17. Á tíðindafundinum vóru Odmar Færø og Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

 

Ein spurningur, sum Håkan Ericson skal fyrihalda seg til er kropsliga trýstið á spælarunum hjá KÍ. Odmar Færø, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen hava spælt óvanliga nógvar dystir í Evropa í summar.

 

- Við tíðini kemur føroyska liðið at fáa ágóðan av, at KÍ klárar seg so væl í Evropa. Tað hevur eina ávirkan beint nú, tí vit hava spælarar, ið ikki kunnu spæla fullan dyst og tí mugu vit skifta út, sigur Håkan Ericson, sum hevur verið í samskiftið við venjaran hjá KÍ, Magne Hoseth.

 

- Eg haldi, at vit hava eitt gott samskiftið við Magna Hoseth. Vit tosa eisini við fysio-liðið hjá okkum um hvønn einstakan spælara. Og til seinast er tað spælarin, sum má siga frá hvussu nógv hann klárar, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

 

Á tíðindafundinum fekk Odmar Færø spurningin, um tað ávrikaði hann. Hann letur enn væl at og nær at blíva klárur til hvønn dyst hjá bæði KÍ og landsliðnum. Lívsstílurin ger mun metir Håkan Ericson.

 

- Tá tað kemur til Odmar Færø, so livur hann eitt sunt ítróttarlív. Tað hjálpur ótrúliga væl hjá honum, sigur Håkan Ericson.

 

Dysturin millum Føroyar og Moldova verður á Tórsvølli í dag klokkan 17.

 

##ms##

 

Mynd: (FSF/Bjarni Enghamar)