nógv politiska skipanin hevur tikið tað til sín, og tað vil eg fegin gera nakað við. Tí er tað eitt púra náttúrligt val hjá mær at fara frá fakfelagspolitikkinum til landspolitikkin, so eg kann føra málini [...] Góði veljari, Nú eru ikki nógvir tímar eftir til løgtingsvalið hósdagin 8. desembur, tá vit skulu taka støðu til, hvar krossurin skal setast. Fyri okkum valevnir, eru hetta nakrir serstakliga spennandi [...] seinastu 7 árini havi eg starvast sum fakfelagsfomaður í einum av størstu fakfeløgum á almanna arbeiðsmarknaðinum. Í míni tíð sum oddamaður fyri einum stórum fakfelag, havi eg arbeitt við at fáa arbeiðsma
fríggjakvøld og kemur til Scrabster leygarkvøld. Sunnumorgun til Hirtshals. Týsmorgun til Fredericia og mikudag til Keypmannahavnar. Úr aftur Keypmannahavn og inn aftur til Hirtshals. Haðani frá inn á Tvøroyri [...] Nólsoyarfjørð um trítíðina mánadagin 25. á veg til Klaksvíkar. Haðani gongur leiðin til Runavíkar. Hann skal í dokk á Skála til onkra lítla umvæling. Eg vil nýta høvið til at takka manningini á Lómi fyri blíðskap [...] aðrar heilsøluvørur, spiritus og øl til Rúsuna, bilar, gravimaskinur, sement og mangt mangt annað. Á hesum túrinum eru 30 konteynarar á dekkinum og køli- og frystigóðs, til samans eini 1200 tons. Í Scrabster
góðum 12% er talið á politistum minka við 7%. Eitt annað stórmál, sum viðkemur kriminalforsorgini í Føroyum (og løgregluni) er ætlaða byggingin av einum nýggjum og nýtímansfongli í Føroyum. Tað er gott, [...] felagsmál/ ríkismál, ikki-yvirtikin málsøki. Út frá hesum vildi tað verði náttúrligt, at Føroyar og Danmark eru líkastillað á hesum økjunum - alt annað er ikki rætt. Tað kann tí ikki góðtakast, at okkara [...] virkar ikki nøktandi, Kima-radioskipanin er nýggjur og framkomin samskiftisútbúnaður, men enn er pláss til ábøtur. Ábøtur verða leypandi gjørdar í samstarvi millum løgregluna og Føroya Tele, sum er veitari
Batar til lág- og miðallønt Javnaðarflokkurin ætlar at geva skattalætta til lág- og miðallønt. Sum partur av skattalættanum verður ein hægri barnafrádráttur, sum fyrst og fremst skal markast til familjur [...] ksins í svari til in.fo, sum hevur givið øllum floksforfólkum í sama spurning: »Hvussu vil tín flokkur hjálpa sperdum barnafamiljum eftir valið?« Aksel V. Johannesen greiðir soleiðis frá: Javnaðarflokkurin [...] verk bústaðarstuðul til láginntøkubólkar, sum ikki eru førir fyri at rinda fulla húsaleigu í almennagagnligum leigubústøðum. Príseftirlit og brúkaratrygd skulu styrkjast. Viðbótin til teir pensjónistar,
tað tekur hjá mammu og pápa at koma til og frá arbeiði. Námsfrøðingar og hjálparfólk á dagstovnum kring landið vita, hvussu strævið tað kann vera at arbeiða á einum dagstovni 20, 30 ella 40 tímar um vikuna [...] við nógvum larmi og gangi frá børnunum. Men vit kunnu bara gita um, hvussu strævið tað má vera hjá teimum smáu at vera har heilar 45 tímar um vikuna. STYTTRI ARBEIÐSVIKU TIL VAKSIN OG BØRN At stytta a [...] m, men tað er heilt sikkurt rætt! NIÐURSETTA TÍÐ Til BÆÐI FORELDUR Fyri at fáa familjulívið at hanga betri saman í dag, velja nógvar familjur at annað foreldrið arbeiðir niðursetta tíð. Sum oftast er tað
umborð á grønlendska skipinum »Erika«. Arbeiði av ymsum slagi skal gerast. Millum annað arbeiða nakrir mans við einum sonevndum freon-anleggi. Freon er eitt slag av gassi, sum upptekur ilt. Tað hvørki [...] sæst ella kann luktast, og er tískil eitt ógvuliga lúnskt og vandamikið evni. Uppiheldur tú teg í einum rúmi, har freon er likið út, so kanst tú uttan at vita tað smella í óvit, og tá gongur skjótt ein [...] arbeitt verður við freon-anlegginum. Teir arbeiða fyri fyritøkuna El-Service og skulu hyggja eftir einum lensi-alarmi. Tí fara teir niður í kjølin í forskipinum. Á veg oman møta teir tveimum øðrum arbeiðsmonnum
týtt bókina meistarliga til enskt, greiddi hugtakandi frá síni hugmynd um listamannin og mongu andlitsbráunum, hann ótroyttiliga hevur hálað úr Hanusi G. Johansen. Hann tók m.a. til, hvussu hendan bókin so [...] kritið og málingapensilin – umframt so mangt annað. Jonhard Mikkelsen, sum vegna Sprotan hevur staðið fyri útgávuni av bókini, Archie og Hanus, greiddi frá utgávuarbeiðnum og tí hugtakandi samstarvinum [...] íbirtari, kjakari, heimspekingur, rithøvundi og mikið annað. Hann treiv skemtiliga í, at orðasavnið hjá Føroyamálsdeildini hevur fingið uppskot um nýtt orð til savnið: Rokkbóndi, umframt øll hini hús-, knæ-,
upp á 38 ímóti 31 atkvøddi ímóti. Stigið til lógina kemur frá landsins mið-vinstra forseta, Alberto Fernández, sum ikki hevur lurtað eftir hørðu mótmælunum frá katólsku kirkjuni og konservativum bólkum [...] Argentina á hvørjum ári. – Viðtøkan av eini lóg, sum ger fosturtøku lógliga í einum so stórum landi sum Argentina, styrkir stríðið hjá kvinnum fyri rættum í Latínamerika, sigur Jian Pappier frá mannarættinda [...] fosturtøku fer at breiða seg til fleiri lond í Latínamerika. Frans pávi er føddur í Argentina. Tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Senatinum var almannakunngjørd, hoyrdust fagnaðarróp frá fleiri túsund fólkum uttan
sokallaðu Cepa trøðina. Fyri góðum ári síðani varð so semja fingin um økið vestanfyri barnagarðin á Hamrinum, ið er 20.000 m² til støddar. Nýggi skúlin á Argjum verður tvísporaður frá 1.-9. flokk. Tilsamans verða [...] og eggjar til at nema sær kunnleika í einum yvirførdum týdningi. Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av tí stigvísu læringini. Tá tú ert komin niðan á, ber eisini til at skoða yvir [...] verða 500 næmingar í skúlanum. Fyrireikingar eru eisini gjørdar til forskúla og frítíðarskúla. Samlaða byggingin verður 6.500m² til støddar. Nýggi skúlin á Argjum verður skipaður í tríggjar undirvísingarpartar
húgvur og blusur, eins og pennar og pengapungar frá ymsum føroyskum fyritøkum. Sumt av hesum fara tey millum annað at geva sum gávu til næmingarnar í einum fimta flokki í Astrid Lindgren Skolan í Vimmerby [...] mánadagin við flogfarinum hjá Atlantsflogi til Danmarkar, haðani tey fara til Vimmerby í Svøríki, har øll kendu Lindgrenstøðini eru at síggja. Ferðalagið fer fyrst til Danmarkar, har steðgað verður á eina nátt [...] lærarin til skúlan og spurdi, um tey kundu koma at vitja, og tað var gaman í. Afturkomin til Danmarkar fara tey at steðga á í Keypmannahavn einar tveir dagar, siga tey. Har fara tey millum annað at vitja