Thomas Michael Smith
Umborð á Lómi við bryggju í Havn á Mariumessu 15. august klokkan hálvgum tólv, ein hálvan tíma fyri midnátt.
Skipið skal eftir ætlan siga klokkan átta hetta kvøldið, men tað er ikki altíð, at tíðarætlanin heldur.
Komin um borð klokkan trý korter til átta, sást beinanvegin, at reinføri er sera frammarlaga, tí í ganginum standa skógvar á rað. Her um borð ganga vit ikki í skóm. Tað eru vit føroyingar vandir upp við heimanífrá.
Hovmeistarin tekur ímóti og ynskir vælkomin um borð og vísir mær annað einmanskamarið, eg skal vera í á túrinum. Her eru tvey einmanskømur og fimm tveymanskømur til ferðafólkið. Felags brúsibað er úti á ganginum.
Klokkan ellivu skuldi hovmeistarin tørna inn, sum heilt rímiligt er, tí hann skal vera á fótum aftur klokkan seks á morgin ári. Hann skal purra frívaktina út og gera morgunmat, ið skal standa á borðinum áðrenn klokkan átta. Skaffað verður millum átta og níggju.
Nú gleði eg meg til at fara í koyggjuna við vælangandi, reinum koyggjuklæðum. Klokkan er hálvgum tólv.
Teir fara at loysa hvørja løtu nú, og so gongur leiðin til Scrabster.
Nú tørnaði eg ikki inn beinanvegin, so klokkan tólv ? á midnátt ? fari eg út á dekkið at vita, um vit leggja frá ? tað kundi ljóðað so av ymiskum larmi uttanífrá, men tað eru trukkar, ið koyra nýfiskaðan útróðrarfisk av Skálafjørðinum ? frá gólvuppboðssøluni ? umborð.
Yvirstýrimaðurin kemur fram við har og stendur og hyggur niður á keiina. Hann sigur, at nú líður væl, til klárt er at fara.
Sigast má, at tað eru frískastu vørur, ið koma umborð, sum skulu landast í Scrabster og sendast á marknaðin í Aberdeen ? fáar tímar gamal fiskur, sum í reinum hvítum kassum, væl ísaður, verður koyrdur um borð í kølilastina á Lómi.
Skipið siglir eftir fastari ætlan: Fer av Havnini fríggjakvøld og kemur til Scrabster leygarkvøld. Sunnumorgun til Hirtshals. Týsmorgun til Fredericia og mikudag til Keypmannahavnar. Úr aftur Keypmannahavn og inn aftur til Hirtshals. Haðani frá inn á Tvøroyri fyrst, til Klaksvíkar og Runavíkar og skal vera á Havnini mánamorgun til arbeiðstíð.
Lómur er bygdur í Nordvestconsult í Aalesund í 1978. Hann er 88,80 metrar langur, lastar 1700 tons, frysti- og kølilast og konteynarar. Manningin er tólv tilsamans, tríggir á brúnni, tríggir í maskinuni, fýra á dekkinum, ein hovmeistari og ein kahútsjomfrú. Yvirmenninir ganga 4-6 vakt. Dekkarar arbeiða, tá ið nakað er at gera, men annars eitur vaktin tíggju tímar um dagin hjá teimum. Hovmeistari og kahútsjomfrú frá klokkan seks á morgni til seks á kvøldi við einari fríløtu mitt á degi eftir døgurða.
Manningin er seks vikur um borð og seks á landi, so tað eru tvær manningar sum skiftast.
Lómur kann hava tólv ferðafólk við.
Úr Føroyum lastar hann mestsum bara fisk, men heim aftur hevur hann allar møguligar vørur ? grønmeti, frukt og aðrar heilsøluvørur, spiritus og øl til Rúsuna, bilar, gravimaskinur, sement og mangt mangt annað.
Á hesum túrinum eru 30 konteynarar á dekkinum og køli- og frystigóðs, til samans eini 1200 tons. Í Scrabster verða lossað umleið 800 tons, og tey 400 tonsini í Danmark, har mest í konteynarum.
Vit koma til Scrabster klokkan sjey leygarkvøldið. Flestu ferðafólkini fara í land at uppliva pub-lívið í Skotlandi. Lossað verður til klokkan trý, og vit leggja frá klokkan hálvgum fýra sunnumorgunin við kós móti Hirtshals, her vit eru inni klokkan hálvgum seks seinnapartin mánadagin.
Tá ið Lómur hevur lagt at har, verður klokkan flutt ein tíma fram til danska tíð.
Við á hesari ferðini eru tíggju ferðafólk. Á næstovasta dekki er hugnalig salong, her vit fáa allar máltíðir, morgunmat, døgurða og nátturða. Kaffi fæst alla tíðina, og lítil barr er eisini við sodavatni, øli, víni og sterkari við.
Maturin er fyrsta floks. Og eftirsum sunnudagur er, verður gjørt eyka burturúr. Vit fáa neytainntjógv, ein herlig steik uppá fimm kilo. Tað hevur verið í ovninum í fimm tímar, og er vorðið moyrt og saftugt. Smakkurin er úrvalsfínur.
Í dag fingu vit eitt vakurt upplivilsi. Tveir ella fleiri sjórutir springarar spældu sær framman fyri skipið eina góða løtu í góðveðrinum ? havið er spegilsblankt. Springararnir lupu høgt upp úr sjónum, og serliga teir donsku gestirnir vóru hugtiknir av hesum vøkru dýrunum. Teir hava longu fingið fleiri góð bíløt til fotoalbummið av vísa børnum og ommu- og abbabørnum langa tíð fram ? vónandi.
Kokkurin vísti mær skipið í gjár. Lastin er í trimum hæddum, køli- og frystilastir. Tvær tær niðaru eru fullar, og í ovastu eru eisini bilar við hjá ferðafólkunum.
Uppi á konteynaradekkinum liggja eisini tveir trol-lemmar úr Vági, sum eru seldir til trolara í Hirtshals. Tað er heilt ofta, at henda útflugningsvøran er við í farminum.
Manningin á vakt hevur alla tíðina nakað at gera, sum rímiligt er. Komin niður á ovasta dekk, eru tveir mans í holt við at lata destillerað vatn á akkumulatorarnar á einum gaffiltrukki.
Akkurát nú ? klokkan hálvgum eitt um náttina ? er stilli á havinum. Skipið siglir bara fram eftir uttan at vagga til nakra síðu. Sýnið er púra klárt. Tá er ikki nakar bági at føra skipið fram ímillum allar boripallarnar, sum liggja á leiðini til Hirtshals. Summir teirra hava ein eldloga standandi upp í loft. Login sær nokkso meinaleysur út, men so er onkur annar, ið sendir ein tjúkkan, svartan royk upp í luftina. Tað sær ikki gott út, men líka veit eg, hvat verri er, ein logi uttan serliga nógvan royk, ella ein annar skorsteinur, ið sendir ein sjónligari svartan royk upp í himmalin.
Vit koma til Hirtshals til ásetta tíð klokkan fimm seinnapartin danska tíð. Ferðafólkið er farið í land. Tað verður ikki lossað í kvøld, men vanliga arbeiðstíð í morgin, 19. august. Fráfaringartíðin í morgin er sett til klokkan sjey í annaðkvøld við kós móti Fredericia. Tað, ið eftir er av fiskalastini verður koyrt upp í Hirtshals, og tað eru bara konteynarar, sum verða lossaðir í Fredericia, og nakrir í Keypmannahavn.
Millum vørurnar, sum trukkarnir koyra í land, eru eisini hesar flottu 5 kg-eskjurnar við frystum fiski. Tað man vera nakað av tí besta fiskaflakinum, ið yvirhøvur finst, sum verður gjørt um borð á okkara stóru langfaratrolarum.
Ferðandi á eini rundferð við Lómi hava møguleika at uppliva nakað í landi, her skipið leggur at, tí støðgurin er altíð fleiri tímar á hvørjum plássi. Serliga í Hirtshals er nóg mikið av tíð til ein túr til Skagen til dømis. Her er nógv at síggja, eitt nú tað stóra listasavnið við kendum verkum hjá teimum víðagitnu Skagen-málarunum.
Mikudagin 20. august leggja vit at í Fredericia. Tá ið konteynararnir eru lossaðir her, verður lastað við blandaðum góðsi, tað mesta úr sjálvum Danmark, men okkurt kemur eisini longri suðuri frá viðhvørt, so sum trol úr Portugal. Í Fredericia kemur eitt ferðafólk um borð aftrat.
Klokkan fýra hósmorg-unin leggja vit at í Norðhavnini í Keypmannahavn, Trælastkajen, Orientplads. Her fara eisini fleiri konteynarar í land, og bland-aður farmur kemur umborð.
Fleiri gestir koma umborð. Tað eru føroyingar, sum búgva her fast. Teir eru trúgvir vitjandi, sum koma um borð at heilsa uppá manningina nærum hvørja ferð, skipið kemur til Keypmannahavnar og fáa ein kaffimunn og eitt hugnaligt prát.
Á veg út úr havnini, við kós aftur móti Hirtshals møta vit einum lítlum, gomlum kenningi. Tað er gamli Bragd, sum nú siglir við turistum á Oyrasundi. Tað er eitt eldri par, sum eigur Bragd, og sigla við honum úr frá Nyhavn.
Vit eru aftur í Hirtshals klokkan hálvgum seks fríggjamorgunin 22. august, her tann seinasti farmurin verður tikin um borð í konteynarum og leyst góðs eisini.
Í havnini liggur Jupiter úr Gøtu, her hann fær nýggja køliskipan ísettað og verður málaður.
Simone J liggur eisini inni, tá ið vit fara út. Hon er eisini eitt konteynaraskip, ið Skipafelagið hevur leigað til hesa somu leið, sum Lómur og Blikur sigla, so hon er ein sera týðandi vinnuvegur hjá Skipafelagnum.
Ferðin niður var sjáldsama góð. Skipið rørdi seg næstan ikki, men komin út úr havnini í Hirtshals á veg norður eftir aftur er heldur øðrvísi. Vit fáa hann beint frammaná við strúki í vindi, so tað er heldur sjóverksligt hjá nøkrum av ferðafólkunum, kanska hjá onkrum av manningini við. Men á hálvari leið móti Hetlandi hæsar hann av aftur, og á seinasta teininum til Føroya er blikalogn.
Somikið hevur mótvindurin kortini gjørt, at vit eru seinkaðir nakrar tímar og koma ikki inn á Tvøroyri fyrr enn á midnátt. Her verður lossað beinanvegin, men vit sleppa ikki av Tvøroyri fyrr enn klokkan trý sunnumorgunin, og so má farast á Havnina, tí her skal hann vera til arbeiðstíð. So má Klaksvíkin og Runavík takast aftaná.
Á ferðini heim, millum Føroyar og Hetland í fagrasta veðri, halda vit okkum síggja tríggjar bátar við hvítum seglum. Í góðveðrinum sá tað heilt ónatúrligt út, at seglini brádliga løgdu seg fløt. Tað ber ikki til, og tað vísir seg altso, at hetta, vit halda eru hvít segl, eru blástur frá stórhvali. Vit halda tað vera augustur ? heimsins størsti tannhvalur. Øll koma upp á brúgvarveingin við kikara, video og fototóli. Men tað gongur so skjótt fyri seg, at nakað líkinda bílæt fæst neyvan burturúr við at standa heruppi. Tey flestu vilja heldur uppliva hesa fantastisku sjón, heldur enn at standa og avmynda.
At tað eru so fá ferðafólk við á slíkari ferð ger, at tey koma at kennast um borð og kunnu hugna sær saman á ein øðrvísi hátt enn við stórum ferðamannaskipi.
Úr stovuvindeyganum síggi eg Lóm fara spakuliga slóandi niðan gjøgnum Nólsoyarfjørð um trítíðina mánadagin 25. á veg til Klaksvíkar. Haðani gongur leiðin til Runavíkar. Hann skal í dokk á Skála til onkra lítla umvæling.
Eg vil nýta høvið til at takka manningini á Lómi fyri blíðskap og gestablídni og fyri sera góðan, vælsmakkandi mat og eina góða koyggju.
Takk fyri, øll umborð!