Archie málar Hanus

Borgarstjórin fegnaðist um hesar úrmælingar


Undir heitinum, Archie málar Hanus, varð bókin Archie og Hanus framløgd í býráðshøllini í Klaksvík í gjárkvøldið, har væl av fólki kom at fagna teimum báðum 

Fyrst beyð borgarstjórin, Jógvan Skorheim vælkomin, har hann fegnaðist um hesar úrmælingar, sum høvdu havt so nógv at týða fyri Klaksvík – heilt aftur frá 60-unum og 70-unum og frameftir, hvør á sínum tónleikapalli.
 

Seinni hevur so Hanus G. Johansen roynt aðrar tónleikaleiðir, meðan Archibald Black lutvíst hevur lagt guitarin á hyllina og tikið meria fatur á blýantin, kritið og málingapensilin – umframt so mangt annað.

 
Jonhard Mikkelsen, sum vegna Sprotan hevur staðið fyri útgávuni av bókini, Archie og Hanus, greiddi frá utgávuarbeiðnum og tí hugtakandi samstarvinum við hendan frágera teknara og listamann, Archibald Black, sum er tikin úr leikum – ja, ein av okkara allar frægastu.

 
Jonhard hugleiddi um allar tær dygdir, Achie hevur, sum bóndi, rokkari, málari, íbirtari, kjakari, heimspekingur, rithøvundi og mikið annað. Hann treiv skemtiliga í, at orðasavnið hjá Føroyamálsdeildini hevur fingið uppskot um nýtt orð til savnið: Rokkbóndi, umframt øll hini hús-, knæ-, ognar-, rak-, seyða- og stórbóndi.

 
Archibald Black greiddi frá arbeiðinum við at fáa bókina í lag, sum m.a. byrjaði við eini tekning til ein fløguhúsa hjá Hanusi, men sum endaði við eini fjøld av tekningum við blýanti, koli og kriti – hann fekk ikki slept andlitinum aftur og mongu bráum tess. Hetta hevði verið drúgført arbeiði, og takkaði hann konu síni, Talu, fyri tolsemi.

Archibald Black handaði borgarstjóranum fyrsta eintakið av bókini, Archie og Hanus.

 
Poul F. Guttesen, sum hevur týtt bókina meistarliga til enskt, greiddi hugtakandi frá síni hugmynd um listamannin og mongu andlitsbráunum, hann ótroyttiliga hevur hálað úr Hanusi G. Johansen.

 
Hann tók m.a. til, hvussu hendan bókin so dyggiliga staðfestir eina inniliga sannføring: Eg hati Botox! Eg hati Botox og allar aðrar hættir at broyta tey, vit eru, ella viska tað lív, vit hava livað, út. Og eg haldi, tað er deiligt, at nú, tá eg kjakist við onkran vakurleika serfrøðing, sleppi eg frá at brúka nógv orð. Eg biði tey bara fara í bókhandilin at keypa Archie og Hanus.

 
Poul F. Guttesen vísti til jødiska heimspekingin, Emmanuel Levinas. Hjá Levinas er andlitið ímyndin av persónsmenskuni, ið ikki kann avmarkast av okkara tulkingum av einum menniskja. Hann sigur, at “Andlitið er ein livandi nærvera; tað er ein framberan - andlitið tosar.” Og hetta er júst tí, at ein tílík bók er so áhugaverd.
 
Eisini sang og spældi Hanus G. Johansen og greiddi nakað frá tónleikaferð síni.
 

Síðani beyð býráðið ein kaffimunn, og høvið var at keypa bókina lagaliga. Tey mongu fólkini, ið komin vóru, høvdu eisini nógvar spurningar til bæði Archibald og Hanus og hesa áhugaverdu tilgongd og tað framúr úrslit, ið lá á borðinum.