brunsti, er so allmikið meiri kveikandi og ófrættarkend enn ein hálvbuttutur føroyskur arbeiðsmaður á veg til hús, ein heystargráan mikudag seinnapart. Tað er allar helst júst hetta, við øllum sum er øðrvísi [...] Onkur fer við ommuni, mammuni ella mostrini niður til Danmarkar at vitja familju. Har ganga tey og mala á Stroynum, ella í Tivoli og Zoologiska háva, og halda at lívið kann ikki blíva stórt betur. Onnur seta [...] tær næstu tvær vikurnar skulu liva lívið, í tí sum mest er at líkna við eina føroyska ghetto niðri á onkrari sólskinsoyggj í miðalhavinum. Har møtir tú sólskoldaðum norðbúgvum í stráhátti og við einum
Arbeiðið upp á Smyril á skipasmiðjuni á Skála, gongur sum ætlað. ?Tey feskastu boðini av Skipasmiðjuni á Skála siga, at Smyril verður liðugur til avtalaða tíð, sigur Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Stran [...] tykkum fyri at koyra Smyril á beding á hásumri, tá ið ferðafólkastreymurin er størstur, heldur enn at bíða til seinni í ár? ?Skipasýnið krevur, at eitt ferðamannaskip skal á beding einaferð um árið. ? Men [...] uppá Smyril hesa tíðina, hann hevur verið á beding. Nú verður hann málaður, umframt at teppi skulu skiftast o.s.fr. ?Men tað hava verið langir arbeiðsdagar á skipasmiðjuni, heilt upp í 16 tímar, tí tá
garðinum á bryggjuni og har síggja teir ikki, hvat fer fram hinumegin garðin. Tvey brot komu yvir menninar, men teir fingu í ein enda og fingu hildið sær á landi. men her var rættiligur vandi á ferð og [...] at siga týsmorgunin. Men hann vísir á, at hylurin sum heild er ikki, sum menn í Skúgvi vildu hava hann at vera. Hann vendir ikki rættan veg. Eisini vísa skúvoyingar á, at ein kann ikki ganga og draga bátar [...] sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist
betongblokkunum á Oyrasundi andar av lívi. Fólk standa í gongini og práta, summi hava skund, fara inn í tær nakað slitnu lyftirnar, sum senda tey nakrar hæddir upp í loft, og uppaftur onnur eru á veg av húsum [...] nøkur, sum tú kennir aftur. Í forhøllini er ein listi yvir øll tey, sum búgva á næmingaheiminum, og har er lætt at fáa eygað á nøvn, sum ljóða føroysk. Tey eru at finna allastaðni. Undir D, undir K og undir [...] oftast eru viðmerkingarnar tær, at tað er upp á tíðina, at føroyingar klára seg sjálvar uttan pengar frá øðrum, sigur Anna Borg Dahl, sum lesir løgfrøði á universitetinum í Keypmannahavn. John Thomsen
mannað á Eystanstevnu. Ikki færri enn níggju væl brynjað fólk verða til arbeiðis um vikuskiftið. Og gerst tað neyðugt, ber væl til at kalla fleiri fólk til arbeiðis. Men tað væntar sýslumaðurin á staðnum [...] borgaran og seta hann í annan av klivunum á løgreglustøðini. Tá ið promillan er lækkað so frægt, at hin handtikni kvaklast við og aftur so dánt dugir at finna veg, verður hann leyslatin. Ongin bót verður [...] í skundi sleppa sær á dyr og heim aftur. Fáir gestir Sýslumaðurin í Eyturoy heldur annars, at meira stílur er komin í drekkaríið og tað, sum av hesum kann standast. Dansurin heldur á til ljósa morgun, og
Ikki í álitið á blokki ella olju ella langa skiftistíð ella Nato, men í áliti á Gud hin alt valdandi, skapara himins og jarðar. Í áliti á tann sama, sum sendi okkum fisk inn á grunnarnar tá á stóð. Hvørki [...] Ikki ósamdur við Hvítubók Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað [...] vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss. Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum
teirra, ið kanska ivaðust eitt sindur. Fyrsta royndin á palli var kanska eisini eitt sindur leitandi. Men! Lukkutíð fyri okkum øll, góvust tey ikki á hondum, og úrslitið av hesum dirvi gjørdist ein sonn [...] nakkan, meðan okkurt lagið fær teg flenna í kíki. Fleiri av løgunum á hesi fløgu eru kend av mongum, og nøkur eru eisini at finna á aðrari útgávu, men nýggi búnin gevur løgunum nýtt og spennandi innihald [...] at ilskast inn á annan, ið ikki røkkur røttu hæddina, og í einstøkum førum er klassiska stevið heldur stirvnari enn tað fólkaliga. Men tílíkt ger bert fløguna meira livandi og sanna. Á hesari fløgu spæla
Men nú er juni mánaði meira enn hálvliðin, og einki tekin er um at Sea Shepherd skipið er á veg hendanvegin enn. Á heimasíðuni hjá felagsskapinum er einki nýtt tilfar komið um "Operation Grindstop 2000" [...] Rúnar Reistrup Okkurt bendir á, at alt ikki gongur eftir ætlan hjá sokallaða umhvørvisverndarmanninum Paul Watson. Fyrr í ár boðaði hann og felagsskapur hansara Sea Shepherd frá, at skipið "Ocean Warrior"
løgmann og flokk hansara longur út á fullveldisleið, enn teir í veruleikanum vilja. -Eg vil heldur siga, at tað er Anfinnur, sum hevur drigið Tjóðveldisflokkin langan veg, tí tað løgmaður sigur og stendur [...] tingmaður hjá Fólkaflokkinum. Hann hevur entá verið løgmaður. Hóast partamenn, so eru teir sera ójavnir á máli, tá tað snýr seg um fullveldisætlaninar hjá landsstýrinum. Ella fyri at siga tað bart út. Teir [...] stendur øgiliga sterkt. Fyrr ella seinni rennur Nyrup høvdið móti múrinum. Landsstýrið má ikki gevast á hondum nú. Tað hevur eina góða sak. Tað hevur gjørt eitt velduga stórt arbeiði fyri at tilrættaleggja
Svínoyar. Hon kom beinanvegin á internetið. Hetta var áðrenn táverandi Telefonverkið bjóðaði út internet, so ikki kann sigast annað, enn at svínoyingar vóru skjótir á veg. - Í dag er Svínoy tað staðið [...] arbeitt leingi fyri, ið hann fekk handaða á føðingardegi sínum - nevniliga breiðbandsamband, ið knýtur tveir triðjingar av Svínoyar bygd saman og ígjøgnum servara út á netið. - Eg sendi eina umsókn inn til [...] føðingardagsgávu. Tað var Farodane, ið gav honum eit web-kamera. - Hatta skal standa úti á Eið, so svínoyingar altíð kunnu fara á netið at hyggja, hvussu kyrran er útfyri Svínoynna, segði ein fegin bygdaráðsformaður