Halt fram at samráðast

-og tit fara at fáa eina góða avtalu sigur Jógvan Sundstein, sum ikki heldur Nyrup spæla við erligum kortum.

Jan Müller


Jógvan Sundstein er eins og Birgir Danielsen eisini fyrrv. tingmaður hjá Fólkaflokkinum. Hann hevur entá verið løgmaður. Hóast partamenn, so eru teir sera ójavnir á máli, tá tað snýr seg um fullveldisætlaninar hjá landsstýrinum. Ella fyri at siga tað bart út. Teir báðir eru rúkandi ósamdir.

-Eg haldi, at landsstýrið stendur øgiliga sterkt. Fyrr ella seinni rennur Nyrup høvdið móti múrinum. Landsstýrið má ikki gevast á hondum nú. Tað hevur eina góða sak. Tað hevur gjørt eitt velduga stórt arbeiði fyri at tilrættaleggja sínar ætlanir. Teir hava hildið allar sínar avtalur mótvegis dønum, sum gjørdar eru frammanundan. Hetta er greiða og avgjørda skoðsmálið hann hevur at geva landsstýrinum og ikki minst løgmanni, Anfinni Kallsberg.

Og tá tað ræður um at halda avtalur, so er Jógvan Sundstein samdur við landsstýrinum um, at Nyrup hevur ikki hildið sínar avtalur frá 1998, sjálvt um hann nú umtulkar tær. Jógvan Sundsstein heldur annars, at partarnir eru komnir rættiliga langt í samráðingunum. Eitt er skiftistíðin. Eitt annað er alt hitt, sum skal fáast uppá pláss. -Havi eg skilt tað rætt, eru teir komnir langt við tí, og har eru eisini rættindi hjá hvørjum øðrum við. Hetta kunnu vit m.a. takka teimum kanningum og notatum, sum landsstýrið hevur gjørt, fyri.

Tí meini eg, at teir skulu samráða seg lidnar. Sjálvur havi eg verið gamal semingsmaður. Tá man kom uppí í byrjanini var stórur ruðuleiki, men sum fráleið søgdu vit við partarnar, at teir máttu fáa øll tey formellu tingini uppá pláss. At enda sat tú altíð eftir við einum trupulleika, nevniliga, hvat tímalønin, mánaðarlønin el. skuldi hækka við. Nakað tað sama er galdandi við hesum samráðingunum.

Jógvan Sundstein sigur víðari, at tá tað bert er eitt eftir at samráðast um, so er tað eitt náttúrligt krav frá føroyskari síðu, at tá danir siga, at vit kunnu hava eina haldbaran búskap við fýra ára skiftistíð, so mugu teir eisini vísa okkum, hvat liggur sum grundarlag undir teimum útrokningunum. Kunnu teir ikki tað, so hava danir eina vánaliga sak. Øvugt hava føroyingar eina ringa sak, um vit bara siga 15 ára skiftistíð uttan at koma við nøkrum góðum grundgevingum.

Jógvan Sundsstein heldur, at tann rætta loysnin liggur millum 4 og 15 ára skiftistíð. Persónliga heldur hann, at hon liggur nærri teimum fýra árunum. -Fáa vit eina avtalu, sum sigur, at vit liniert niðurskriva blokkin yvir 6,7, 8 ár, tá er sakin heima. Og tá er tað eisini avgjørt forsvarligt.

Jógvan Sundstein er samdur við Høgna Hoydal, tá hann sigur, at trý umfør er ikki nógv til at samráðast um slíkt mál. Hann heldur, at vit væl kunnu hava fleiri umfør aftrat og heitir á landsstýrið um at halda fram í eins góðum treysti sum higartil.

Fyrrverandi fólkafloksløgmaðurin heldur annars ikki tað hevur so stóran týdning at halda tær tíðarætlanir man hevur sett út í kortið. Hann vantar tí ikki, at vit fáa nakra fólkaatkvøðu undan oktober mánað. Tað ger tí ikki so nógv, um hon ikki verður fyrr enn í fyrst í komandi ári.


Stuðlar løgmanni

Jógvan Sundstein telist millum teir fólkafloksmenn, sum taka fult og heilt undir við formanni sínum. -Sjálvt um Anfinnur Kallsberg var eitt sindur skelkaður í byrjanini av hasum seinasta tíðindafundinum, so haldi eg, at hann kom sera væl frá fundinum. Og eg kann bert siga, at eg stuðli løgmanni í hesum máli.

Jógvan Sundstein er annars ikki samdur við tey, sum siga, at Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin hava drigið løgmann og flokk hansara longur út á fullveldisleið, enn teir í veruleikanum vilja.

-Eg vil heldur siga, at tað er Anfinnur, sum hevur drigið Tjóðveldisflokkin langan veg, tí tað løgmaður sigur og stendur fyri í hesum málinum, er hansara erliga meining. So mikið væl kenni eg hann. Anfinnur Kallsberg er ein fullblóðs fullveldismaður.

Tá prátið kemur inn á ymsu meiningarnar í Fólkaflokkinum í hesum máli viðgongur Jógvan Sundstein, at løgmaður hevur trupulleikar av ávísum tingmonnum og her sipar hann serstakliga til Bjarna Djurholm, sum hann heldur hellur nógv til ta negativu síðuna. Óli Breckmann hinvegin er meira svingandi.


Ikki ærligt spæl

Jógvan Sundstein er rættiliga avgjørdur, tá hann umrøður Nyrup og hansara samráðingarhátt.

-Nyrup spælir ikki erligt spæl. Hann veit, at tað einasta hann kann koppa eini fólkaatkvøðu við, er at fasthalda um tey fýra árini, tí hann roknar við, at Føroya fólk út frá tí fara at atkvøða nei.

-Hetta er tað júst tað sama, sum Knud Christensen spældi uppá í 1946. Nyrup fer fyrr ella seinni at renna høvdið móti múrinum. Hann kann nevniliga blíva heilt snýttur. Kann hann dokumentera, at fýra ár er í samsvar við avtaluna frá 1998, so dokumenterar hann samtíðis mótvegis Føroya fólki, at støðan er so mikið góð, at vit vælsaktans kunnu klára okkum. Men um hann ikki kann dokumentera tað, so verður hann noyddur til at taka eina aðra støðu. Og tá kann hann ikki bara standa við einum politiskum pástandi og siga, at tað skal vera fýra ár. Tá fær hann heldur ikki í síðsta enda tað politiska baklandið í Danmark við sær. So mik-ið álit havi eg hóast alt á hinum donsku politisku flokkunum.

Jógvan Sundstein ivast ikki í, hví Nyrup heldur so fast uppá fýra árs skiftistíð. -Tað er tí, at hann vil ikki av við Føroyar.

-Hví?

-Tað er av ymsum orsøkum. Ein er prestisjan. Har næst er tað uttan iva eisini ein hernaðarligur spurningur. Fyri tað triðja er tað helst eisini ein búskaparligur spurningur, tí tað er eitt positivt fíggjarligt íkast at hava Føroyar sum part av ríkinum. Fyri tað fjórða eru Føroyar í dag eitt land við stórum havøki. Og vit vita, at havøki telur nógv í dag. Síðani er tað óttin fyri, at avgerðin hjá føroyingum fer at gera, at Grønland eisini fer at taka fullveldi. Aftrat hesum so kemur tann vanliga forfongiligheitin hjá Nyrup um, at hann vil ikki standa eftir í søguni sum tann forsætirsráðharrin, ið slepti einum parti av tí danska landinum.


Samanspæl

Jógvan Sundstein sigur seg hava fylgt sera væl við politisku gongdini í Føroyum seinastu árini, og hann er sannførdur um, at Nyrup spælir saman við tí politisku andstøðuni í Føroyum.

-Tað er so heilt upplagt, at føroyski Javnaðar-flokkurin og tann danski spæla saman. Sama er við Sambandsflokkinum og Vinstraflokkinum, og tí spæla Anders Fogh og Nyrup eisini saman. Tað minnir meg aftur á 1946, men tá var tað ein meiriluti í Føroyum, sum spældi saman við donsku stjórnini, sum bráddliga bleiv til ein minniluta.