sær. Listafelagið Pixel hevur broytt vesini frá einans at vera betong-rúm til at vera eitt fitt, spennandi ævintýraland, har ein gleðist bara við at traðka inn. Hugni er í øllum rúmunum; veggirnir prýddir [...] “Tú og eg” ráðgevingina, sum hevur rætta tilfeingið og fólk við heimild og førleika at umsita hann til at veita betri tænastu til tey ungu í samfelagnum. Blusirnar kann ein altíð ogna sær í Margarinfabrikkin [...] hvørjum øðrum, soleiðis at teimum kann verða boðin betri ráðgeving, stuðul og undirhald í samfelagnum, tey liva í. – Vit gera hetta tiltakið saman við teimum ungu, sum koma her í Margarinfabrikkina. Við
fyri honum ein risaverja móti Havnini. Oyggin hevur altíð kenst so nær, men kortini so langt burtur ? fyri tey, sum ikki hava nomið land. - Pápi plagdi eisini at siga, hvussu veðrið fór at vera við at hyggja [...] Føroyar, bróta gerandisdagin og fara á ovastevnu ? ella simpulthen gera tað, sum bara ein nólsoyingur kann gera: ? bara seta seg í ein bát og rógva til Danmarkar! Og hann helt fram: - Havi eg lív og heilsuna [...] krígnum. Tað, sum eg vil siga í dag, er, at vit skulu syrgja saman við teimum sum syrgja, men vit skulu so sanniliga eisini gleðast saman við teimum, sum eru glað. Lat okkum í dag gleðast um at vera komin saman
heldur ikki so lætt. Teirra samband er tað mest undarliga av øllum í filminum. Og tað bara sum um, at tað vantar okkurt ? vit mangla at kenna sannleikan. Tað verður givin ein biti her og ein har, men samlaða [...] sjúklingar hava fingið krabbamein seinni í lívinum. Sum útgangspunkt er tað hetta, filmurin snýr seg um. Men filmurin er so nógv meira. Filmurin hevur nógv løg, sum fylgir tær langt eftir, at tú hevur reist teg [...] kunnu trygt fara til hendan filmin. Høvuðspersónurin Richard Malmros er ein genialur kirurgur, men ein ikki serliga góður pápi. Hann stríðist alt, hann eigur, fyri sínar sjúklingar, men stongir samstundis
tín hugsunarhátt. Um málið er føroyskt, avmarkar tað seg sjálvt, men um málið er enskt, so kann ein sangur, ein grein ella okkurt annað í prinsippinum verða lisið av miljardum her á jørðini. Ógvandi tanki [...] føroyska almenningin, so sum fosturtøka, hjúnaskilnaður, sex-leikur, síðuspring og fleyging. Hetta er møguliga besta frágreiðingin uppá hví kjakið er so væl vitjað. Tað hevur eyðsýnt verið ein risatørvur á einum [...] tykist tó vera neyðugt við onkrum slagi av kjak-samleika. Tað er sera ringt at fáa í lag eitt dygdargott t.d. politiskt kjak, um kjakforumið íður av "huldufólki", soleiðis at ein ongantíð kann vera vísur í
er ongin eftir, sum kann fáa ilt av tí. Ein partur av tí er eisini, at hon vildi verja fólkini, nú fær hon andað betur enn fyrr. Nú livir ongin av teimum, sum kann taka skaða av tí, sum eg geri, staðfestir [...] tað skuldi vera ein filmstevna í Føroyum. Eg hugsaði, fanans tíð, filmsstevna við fult av útlendingum, sum brúka Føroyar sum kullissu, og ikki ein einasti føroyskur filmur. Tað skuldi bara henda skjótt [...] síðani, at ein langfilmur er framleiddur í Føroyum, og Katrin Ottarsdóttir kann ikki sigast annað enn at vera ein rættur pionerur innan filmslistina herheima. Hon er fyrsti føroyingur, sum tók útbúgving
røktarheim í Vági. ? Fyri so vítt dugi eg ikki at síggja nakran mun á, hvar í Suðuroynni ein miðnámsskúli verður bygdur. ? Bara hann verður bygdur! -? Men at lagt ein skúladepil, kanska ein ítróttardepil við og [...] fyri alla Suðuroynna og ikki sum nú, har eitt vinnuráð er fyri Suðuroyar syðru helvt, sum bara hugsar um syðru helvt, ímeðan tey longri norðuri á oyggj hugsa mest um tað, sum tænir norðaru helvt best. ? [...] tað er ein sera stórur vansi hjá suðuroyingum, at teir ikki standa saman og draga somu línu mótvegis myndugleikunum í Havn, tí so óluksáliga stór er oyggin altso ikki, at frástøðan kann brúkast sum argument
er tungt at sleppa tí gamla og kenda, men eisini ein lætti, tí tað sum tú fært afturfyri er nakað nýtt og ókent, sum kann verða meiri spennandi og sum kann menna teg.” Tað persónliga Tann sangur, har Uni [...] meti eg sum fremsta krav til sang á plátu. Ein breitt málað stuttsøga, sum við høvdi, gørnum og eini krúllu á halanum, varir í tríggjar minuttir. Fulkomna náði eftir hesum leisti, finnur bert ein av teim [...] ”Kenslur eru universellar. Kynsturin er at geva teim ein allgildugan dám, sum eisini kann siga øðrum nakað. Fyrr skuldi alt sparka til samfelagið; men sum man eldist verður mann meiri persónligur,” sigur Uni
kanning, sum vísir at: Eitt 7 ára gamalt barn hevur eina orðamongd, sum er umleið 7000 orð. Ein tannáringur, sum ikki lesur, hevur eina orðamongd, sum er millum 15-17.000 orð Ein tannáringur, sum lesur, [...] mál. Vit tosa ikki bara, sum vit eru, men vit verða eisini so, sum vit tosa. Jú fátækari mál børnini hava, minni fjølbroytta sjálvsmynd fáa tey. Kanning av lesivanum Ein kanning, sum Solveig Debess gjørdi [...] enntá vera við, at mamman kann lesa fyri barninum, meðan hon gevur bróst. Hon kann t.d. lesa Kvinnu, Alt for damerne ella Sosialin fyri bróstabarninum. Tað er ikki so umráðandi, hvat hon lesur, bara at barnið
Nutrison-blandinginum, sum rennur gjøgnum plastikkslanguna. – Eg veit at hon var ein ordiliga aktiv kona, sum elskaði at syngja. So eg plagi at syngja onkran sálm, sum henni dámar og vóni so at merkja onkra [...] hjálpa einum gomlum manni, sum er strandaður uttanfyri skrivstovuna við einum gongustativi. Sum fluga í fløsku Í Lavalon, sum ein av trimum búdeildum á røktarheiminum Tjarnargarði, er ein dúlig stákan [...] verður eingin eykareingerð. Tað er ikki so reint, sum tað plagdi at vera, men mann roynir at halda tað so nøkunlunda, sigur Jóna meðan hon tekur eftir gólvinum. Ein strævin vakt Í Lavalon á Tjarnargarði
fáa fríska luft hvønn dag, at vera við í tí dagliga virkinum, so sum at gera mat og annað. Um førleikin er so illa farin at ikki ber til at vera við í tí dagliga virkinum, kann man sita og njóta luktin av [...] um tey og vera ein partur av teirra lívi. Sagt verður, at ein er ikki eldri enn ein kennir seg, og er tað so púra rætt. Tað er umráðandi at hava lívsmót og lívsgleði. Og tí hevur tað týdning, at eldri fólk [...] fantastiskt. Fakliga og persónliga kann ein spæla á øllum streingjum. At vera fakliga beinrakin og væl funderað soleiðis at fólkini sum koma til venjing fáa tað burtur úr, sum gransking vísur hevur stórstan