Johanna Køtlum, heilsurøktari og Marjun Poulsen, fysioterapeutur, hugaleiða um eldraøkið fyrr, nú og framtíðar visjónir.
_________________________________________
Tørvurin á at verða virdur sum menniskja broytist ikki, fyri tað um man eldist. At blíva eldri er náttúrligt og ein gáva, og er tað ein fantastisk gáva hjá okkum starvsfólkum, at sleppa at arbeiða við eldri fólki. At vera um tey og vera ein partur av teirra lívi.
Sagt verður, at ein er ikki eldri enn ein kennir seg, og er tað so púra rætt. Tað er umráðandi at hava lívsmót og lívsgleði. Og tí hevur tað týdning, at eldri fólk fáa góðar virkismøguleikar.
Nógv er hent á eldraøkinum í Føroyum, frá tí tá kvinnan hevði uppgávuna at taka sær av teimum viknaðu og røktarkrevjandi eldru. Kvinnan í familjuni hevði hesa uppgávu, og samfelagið hevði ongi tilboð.
Í 1950unum varð heimarøktin sett á stovn, og møguleiki var nú fyri at fáa hjálp til røkt, at keypa inn og at vaska húsið. Sjúkrasystrar, og ófaklærd høvdu hesar uppgávur. Síðani hava flestu heimahjálpirnar fingið útbúgving sum heilsuhjálparar og aðrir starvsbólkar eru komnir inn í heimarøktina so sum heilsurøktarar, ergo-og fysioterapeutar og onnur.
Tey síðstu 50 árini eru fleiri heim fyri eldri sett á stovn, bæði stór og smá. Flestu heimini hoyra til Heimatænastuna. Hetta eru heim, sambýli, har eldri flyta saman í kollektiv sum eru mannaði við røktarstarvsfólki. Á hesum kollektivum er kanska ikki líka festligt, sum vit kenna tað frá kollektivum aðrastaðni, men vónandi er tað eitt sindur festligt.
Sum røktarstarvsfólk er tað okkara fínasta uppgáva, at tann eldri fær eitt gott lív, aftan á at hann er fluttur inn á eitt heim. Tað er týdningarmikið, at búðfólkið verður stuðlað í at vera virkin, at halda sínar førleikar við líka, bæði kropsliga og andaliga . Umráðandi er at lívið hjá búðfólkum ikki er keðiligt, tað vil siga, at tey bara fáa grundleggjandi røkt og mat í munnin og so annars sita og bíða eftir tí næsta máltíðini ella vitjandi. Tað er ikki eitt gott lív.
Um bert vit sita og móttaka og ikki eru við til at geva, følna vit. Vit skulu gera nyttu eftir førimuni alt lívið, at brúka tað spontana í gerandisdegnum, at fáa fríska luft hvønn dag, at vera við í tí dagliga virkinum, so sum at gera mat og annað.
Um førleikin er so illa farin at ikki ber til at vera við í tí dagliga virkinum, kann man sita og njóta luktin av mati, hoyra og síggja og brúka sansirnir. Tað er umráðandi at síggja tilfeingi hjá tí einstaka menniskjanum, og at gagnnýta tað til fulnar. At síggja allan persónin við sínari lívssøgu og brúka tað í røktini, so at vit varðveita okkara samleika, og ikki missa okkum sjálvi burtur, um førleikin er farin á summum økjum.
Tað hevur týdning fyri eldri fólk sum ikki koma nógv út ella sum eru einsumøll, at vera millum onnur fólk. Kring landið eru ymisk tilboð til pensionistar við ymiskum innihaldi og fyri fólk við ymiskum førleikum.
Vit hava prátað við Katrin Dahl, Sjúkrarøktafrøðing og politikari, sum var við til m.a at seta Tilhaldið í Tórshavn á stovn, og hon staðfestir hetta:
- Tað er gott at blíva gamal í Føroyum. Vit hava eitt gott netverk og hava familjuna tætt at okkum. Í summum førum, tá gomul flyta inn á eitt heim, verða tey gloymd av familjuni, og er tað umráðandi at sambandið verður hildið við líka. At tey gomlu tildømis koma heim á jólum, og tað at hava eina ommu á røktarheimi er náttúrligt og ein partur av lívinum. Meira átti at verið gjørt burtur úr at hava samrøður og samstarv við avvarðandi, tá gomul fólk flyta inn á eitt heim.
Eitt hjartamál hjá Katrini er, at tað er spell at sambylini ikki verða nýtt til tað, tey upprunaliga vóru ætlaði til: til pensionistar sum eru rættuliga væl fyri, og hava gagn av at búgva saman við øðrum. Tá tey gerast røktarkrevjandi skuldi tað verið gjørligt at flytat úr sambýli til eitt heim sum hóskar betur til røktarkrevjandi búðfólk.
Tilhaldið, sum hevur 10 ár á baki, er ein góður møguleiki at halda seg virknan aftaná at ein er pensioneraður. Har er telduskeið, matgerð, felagssangur, útferðir, fyrilestrar og mangt annað.
Eitt annað dømi um stovn, sum gevur pensionistum møguleika at halda seg virknan er Virkisstovan á Lágagarði, sum hevði 20 ára jubileum 1. mars í ár. Hetta var sostatt fyrsta dagtilboðið til heimabúgvandi pensionistar sum eru sjálvhjálpin, og sum hava hug til at koma út millum onnur fólk og taka lut í tilboðunum sum eru á Virkisstovuni. Her verður millum annað sungið, málað bundið, lisið, vovið, møguleiki er at gera fimleik, og styrkivenja.
Starvsfólkið á Virkisstovuni hava fjølbroytta útbúgving: hjálparfólk, skraddari, pedagog, ergoterapeutur, heilsurøktari, og verður arbeitt tætt saman við fysioterapiina har fysioterapeutar og sjúkrahjálpari starvast.
Í arbeiðinum á Lágagarði eru nógvar stjørnuløtur. At arbeiða við eldri fólki er fantastiskt. Fakliga og persónliga kann ein spæla á øllum streingjum.
At vera fakliga beinrakin og væl funderað soleiðis at fólkini sum koma til venjing fáa tað burtur úr, sum gransking vísur hevur stórstan týdning: styrki. Styrkivenjing er týdningarmikil, og tað er ongantíð ov seint at byrja at styrkivenja.
Menniskjaliga er tað sera gevandi at hava kontakt við eldri fólk, at skapa lív og gleði, hava tað stuttligt, tí eldri fólk eru positiv og eldhugaði.
Samanumtikið eru vit á góðari leið. Tað er gott at blíva eldri í Føroyum - vit muga bara minnast til at tíðirnar broytast, tørvurin hjá teim eldru broytist. Ynskiligt er um tey, sum hava tørv á røkt, aktivering, heilsufremjandi- og sjúkufyribyrgjandi venjing, uppafturvenjing, viðlíkahaldandi venjing, sosialum aktivitetum, samveru, ja ein kundi hildið áfram, fáa tað. Og vit mugu ásanna at tilboðini eru her, tey eru bara ov fá og ikki nóg væl samskipaði.