vegunum í Kirkjubø, og av nógvum ferðafólki, sum vitja bygdina samstundis. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni í dag. Og sambært heimasíðuni ætlar kommunan at gera nakað við tað. - Býráðið ynskir [...] betur, sigur Bogi Andreassen, formaður í Vinnunevndini sambært torshavn.fo. Tí hevur Tórshavnar kommuna tikið stig til at broyta hesi viðurskifti. Og nú fer VisitTórshavn undir eina verkætlan at menna [...] øksturin hevur við sær ein møguleika at menna bygdina og ikki vera til ampa, skrivar Tórshavnar Kommuna.
Sands kommuna arbeiðir við nýggjum útstykkingum, nú byggiøkini, sum kommunan ræður yvir, ganga undan. Í Sandarbrekkuni eru øll grundstykkini seld, og Uppi í Nesi liggja kanska eini fýra óbygd. Brandur [...] ið spyrja seg fyri. Brandur Sandoy sigur, at nú Sandoyartunnilin nærkast við risafetum, fer Sands kommuna eisini at arbeiða við einari størri útstykkingarætlan. - Vit hava bundið okkum til at taka ímóti [...] høvi at byggja neyðugar vegir og planera grundstykki í einari størri útstykkingarætlan, sum Sands kommuna fer at taka støðu til, tá tann tíðin kemur, sigur borgarstjórin.
skal tryggja, at atlit verða tikin til umhvørvi og náttúru. Endamálið er, at Tórshavnar kommuna gerst ein grøn kommuna innan framtíðar orku og orkuskipanir, tilfeingi, rusk og skaðilig evni. Í einum grønum [...] umhvørvispolitikk og kennir seg aftur í honum. Samstarv og kunning eru lyklaorð. Tí heitir Tórshavnar kommuna á allar borgarar um geva sítt íkast og koma við hugskotum um, hvussu kommunan skal seta grønu kósina
Vágs kommuna er farin undir at gera eitt yvirlit yvir vágbingar, sum eru undir útbúgving í Føroyum og uttanlands, og sum eru lidnir við útbúgvingina seinastu trý árini. - Endamálið við yvirlitinum er eitt [...] størv verða leys ella nýggj størv verða stovnaði í Vági og í Suðuroynni sum heild. Tað sigur Vágs kommuna. Lagt verður aftrat, at endamálið við átakinum er eisini at knýta sambond millum vágbingar undir [...] og kommununa og vinnulívið. Eitt yvirlit yvir vágbingar undir útbúgving letur upp fyri, at Vágs kommuna og lokala vinnulívið kann fáa lesandi at gera ymiskar uppgávur, eitt nú í samband við projektarbeiðið
apríl og tað eru 0,3 prosent minni enn í fjør. Hovs Kommuna hevur fingið góða millión inn í skatti og tað eru 3,9 prosent minni enn í fjør og Sumbiar kommuna hevur fingið slakae 3,3 milliónir inn í skatti hugartil [...] hugartil í ár, og tað eru 2,48 prosent minni enn í fjør. Annars hevur Viðareiðis kommuna fingið slakar fimm milliónir inn í skatti, og tað eru 5,69 prosent minni enn í fjør. Annars hava nógvar av hinum
Nes kommuna tekur tað sum givið, at fráferðir av Toftum hóska til bussarnar, sum annars steðga á Skipaneskrossinum. Nú er nóg mikið tosað – nú vilja vit síggja loysnir! Blíðar heilsanir, Nes kommuna Súni [...] og gjørt er vart við kostnaðin, sum er alt ov høgur fyri persónar, sum mugu nýta bussleiðina. Nes kommuna er tí takksom fyri fund við umboð fyri SSL í Tórshavn tann 26. januar. Her fingu vit enn einaferð
Í ár fer Sumbiar kommuna serliga at fremja nakrar verkætlanir, sum hava við trivnaðin í kommununi at gera. - Vit hava gott vatn úr Sumbiartunlinum, og vit eru liðug við kloakkirnar. Haraftrat eru vegirnir [...] týdning fyri trivnaðin, at børnini í bygdunum í kommununi kunnu spæla og hugna sær saman. Sumbiar kommuna hevur júst fingið øll viðurskifti við keypinum av felagshúsinum hjá Arbeiðsmannafelagnum Beinisvørð [...] sum bygdafelagið í bygdini eigur. Her er nógv sjálvboðið arbeiðið gjørt, og vit hava eisini sum kommuna hjálpt, soleiðis at húsið er í besta standi, sigur borgarstjóri í Sumbiar kommunu.
Neyvan er tað nøkur kommuna í Føroyum, ið hevur eins nógvar ferðavinnubygdir sum Sunda kommuna. Gjógv, Tjørnuvík og Saksun eru nevniliga millum tær tríggjar bygdirnar, ið eru millum best dámdu ferðamálini [...] sigur Heðin Zachariasen og vísir á, at ferðafólkini eru ein møgulig inntøka fyri borgaran. - Sum kommuna tjena vit ikki pening upp á ferðafólk, men við at skapa góðar umstøður so sum parkeringspláss, k
er barnafrádrátturin 7.500 krónur, sum er ein tann hægsti í landinum. Sostatt er Eiðis kommuna bíligasta kommuna á meginlandinum, hvat hesum viðvíkur og Jógvan í Skorini sigur, at næsta ár er ætlanin at [...] bygdaráðið á Eiði gera uttan himpr, tí peningurin streymar í kassan kortini. Í ár varð mett, at Eiðis kommuna fór at fáa góðar 18 milliónir inn í skatti, men seinastu metingarnar vísa, at inntøkan fer at vera
Sandoynni, og eg haldi, at sjálvt hendan eindin er ov lítil í einari kommunu. Tí haldi eg, at ein felags kommuna í oynni eigur at javnstillast við eina kommunu, sum telir umleið 2000 íbúgvar og fáa eina útjavning [...] útjavning, sum hevur verið frammi, eftir hesum. Borgarstjórin er sannførdur um, at ein so lítil kommuna, sum Sandoyggin verður, eigur at fáa eina serskipan millum aðrar størri kommunur, tá samanleggingarnar [...] bygdarráð fyri at leggja alla Sandoynna saman í eina kommunu. - Eg havi tó skilt, at eitt nú Húsavíkar kommuna er positiv um samanlegging, leggur borgarstjórin aftrat. Brandur Sandoy heldur, at enn er ov tíðliga