Fríðka í Vági

Við stuðuli frá landsstýrinum er Vágs kommuna farin undir at fríðka økini við Ósagarð, fram við Laká og rundan um Vatnið á Vágseiði Arbeiðið byrjaði fyri umleið tveimum árum síðani, og yrsta stigið í verkætlanini er nú liðugt. Vakur grótgarður er laðaður fram við Ósanum saman við snotuligari gongugøtu og benkrum, og gevur hetta økinum ein hugnaligan dám, sum vónandi verður til gleði og gagn fyri borgararnar, skrivar Vágs kommuna á heimasíðu síni.

Næsta ár verður farið undir næsta stigið í verkætlanini, og verður tað tá økið fram við Laksá, sum ætlanin er at fríðka.

Tekniska nevnd hjá kommununi vónar, at møguleiki eisini verður at byrja uppá triðja og endaliga stig í umhvørvisverndartiltakinum hjá Vágs kommunu næsta ár, og fevnir tað um at fríðka økið rundan um Vatnið á Vágseiði.

Tað eru kommunumenninir, sum hava staðið fyri arbeiðinum.

Kelda: vagur.fo